Sjúkrarøktarfrøðingur og heilsurøktari til Lágargarð
Brennur tú fyri eldraøkinum og fyri at skapa góð og virðilig kor fyri húsfólk og aldrandi borgaran, so ert tú kanska okkara nýggi starvsfelagi.

Miðstova á Lágargarði leitar eftir sjúkrarøktarfrøðingum og heilsurøktara. Vit eru partur av Heilsu- og umsorganartænastuni, og eru ein røktardeild við 16 búplássum til fólk við ellisbrekum og varandi sjúkum. Á Miðstovuni stremba vit eftir fakligheit og at veita dygdargóða røkt. Vit arbeiða viðurkennandi fyri at skapa ein gerandisdag, har búfólk, starvsfólk og avvarðandi trívast, mennast og hava tað gott. Her starvast sjúkrarøktarfrøðingar, heilsurøktarar og heilsuhjálparar, og tú gerst partur av einum starvsliði, sum virkar fyri einum lærandi arbeiðsumhvørvi.

SØKT VERÐUR EFTIR:
• 

tveimum sjúkrarøktarfrøðingum á setanarbrøki 0,8. Arbeiðstíðin
er dagvaktir og 3. hvørt vikuskiftið


einum heilsurøktara á setanarbrøki 0,7. Arbeiðstíðin er skiftandi
vaktir, dag og kvøld, og annahvørt vikuskiftið

DENTUR VERÐUR LAGDUR Á
• 

prógv og góðkenning sum ávíkavist sjúkrarøktarfrøðingur ella
heilsurøktari

evni at miðla vitan til starvsfelagar og aðrar starvsbólkar


hug at arbeiða og samstarva tvøryrkisliga og skapa eitt lærandi
arbeiðspláss

góðan telduførleika


áhuga at arbeiða við heilsustimbran, fyribyrging, rehabilitering
og geriatri

VIT BJÓÐA TÆR
• 
ein yrkisliga spennandi og mennandi gerandisdag


møguleika at seta tín dám á yrkisligu menningina á Miðstovuna
og í Heilsu- og umsorganartænastuni


eitt spennandi arbeiðspláss, góðar umstøður og fjølbroyttar
avbjóðingar

góða innleiðslu

MEIRA FÆST AT VITA
Nærri fæst at vita um størvini við at venda sær til Ruth av Fløtum, deildarleiðara, á telefon 226792 ella teldupost ruthf@torshavn.fo

SETANARVIÐURSKIFTI
Størvini verða sett frá 1.okt 2019 – ella eftir avtalu – og lønt sambært sáttmála við KAF / Fíggjarmálaráðið og ávíkavist Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar ella Heilsurøktarafelag Føroya.

Søkja skikkaðir umsøkjarar ikki, kann annar fakbólkur verða settur. Um so er, verða uppgávurnar lagaðar til fakbólkin.

UMSÓKN
Umsókn saman við prógvum, góðkenning og upplýsingum um útbúgving og royndir verður at senda til torshavn@torshavn.fo. Viðmerkið: „Sjúkrarøktarfrøðingur til Miðstovu“ ella „Heilsurøktari til Miðstovu“.

Umsóknarfreistin er 25. august 2019.






Øll størv
trýst her