Námsfrøðingur til Frítíðarskúlan í Kongagøtu
Tórshavnar kommuna søkir vegna Frítíðarskúlan í Kongagøtu eftir einum námsfrøðingi at byrja 1. oktober 2019 ella eftir nærri avtalu.

Starvið er 30 tímar um vikuna. Um ongin námsfrøðingur verður settur, verður hjálparfólk sett í tíðaravmarkað starv.

VIT BJÓÐA:
eitt áhugavert og fjølbroytt starv við góðum námsfrøðiligum møguleikum og góðum karmum inni og úti.

VIT VÆNTA AV TÆR:
• 
 
at tú hevur hegni og áhuga at skapa ein mennandi, tryggan og
góðan gerandsdag hjá børnunum

at tú hevur góð samstarvsevnir og dugir væl at samskifta

at tú ert sjálvstøðug/-ur og álítandi

at tú ert kveikjandi og við til at menna tað námsfrøðiliga arbeiðið

SETANARVIÐURSKIFTI
Starvið verður sett sambart sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag.

MEIRA FÆST AT VITA
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Ann Elisabeth Eldevig Joensen stovnsleiðara, á telefon 21404.

UMSÓKN
Umsókn saman við upplýsingum um útbúgving, royndum og tilmælum, verður at senda til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi 24. september 2019.





Øll størv
trýst her