Námsfrøðingur til Miðstovnin í Realskúlanum
Vit hava tørv á einum námsfrøðingi. Stovnurin er funktiónsdeildur, tvs. at starvsfólk eru sett at taka sær av hvør sínum øki. Talan er um starv í okkara spælistovu.

Vit kunnu bjóða tær eitt sera spennandi starv, har tú kemur at hava stóra ávirkan á títt arbeiðslív.

SETANARVIÐURSKIFTI
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið. Talan er um fast starv við starvsbyrjan 1. november 2019 ella skjótast gjørligt. Arbeiðstíðin kann verða 30, 35 ella 40 tímar um vikuna.

Meira fæst at vita um starvið hjá Astu í Toft, stovnsleiðara, telefon 223776.

UMSÓKN
Umsókn saman við upplýsingum um útbúgving, viðmæli og royndum verður at senda Tórshavnar Kommunu á torshavn@torshavn.fo

Umsóknarfreistin er 5. oktober 2019.







Øll størv
trýst her