ENDURLÝSING: Heilsurøktarar, heilsuhjálparar og heimahjálparar til Heimatænastuna
170-180 borgarar fáa tænastu frá heimatænastuni. Heimatænastan heldur til í Heilsuhúsinum í Hoyvík og er skipað í tveimum tvørfakligum toymum, har umleið 60 heilsurøktarar, heilsuhjálparar og heimahjálpir starvast í tøttum samstarvi við sjúkrarøktarfrøðingar, fysio- og ergoterapeutar. Í Heilsuhúsinum verða tilboð og tænastur til heimabúgvandi borgarar skipaðar.

Arbeiðsuppgávurnar eru at veita eina samskipa heildartænastu til heimabúgvandi borgarar, ið hava tørv á røkt og umsorgan, við virðing fyri tí einstaka og teirra avvarðandi. Vit leggja stóra dent á góðsku og at stuðla undir einum virknum gerandisdegi.

SØKT VERÐUR EFTIR:
• 

trimum starvsfólkum at arbeiða í dagvaktum á starvsbrøki
0,875 svarandi til 35 tímar um vikuna


tveimum starvsfólkum at arbeiða í kvøldvakt á starvsbrøki
0,75 svarandi til 30 tímar um vikuna

tímaløntum sjúkra- og feriuavloysarum

Arbeitt verður í 7-8 tímars vaktum og 2. hvørt vikuskifti. Størvini vera sett 1. oktober 2019 ella skjótast gjørligt.

FØRLEIKAR
Útbúgving sum heilsurøktari ella heilsuhjálpari. Hevur tú royndir við at arbeiða við fólki, herundir á eldraøkinum, so er tú eisini vælkomin at søkja, hóast tú onga útbúgving hevur.

VIT VÆNTA, AT TÚ:
• 
hevur góðan yrkisligan og menniskjaligan førleika

hevur góð samstarvsevni og megnar at samstarva tvørfakliga

hevur hóskandi arbeiðsroyndir

ert støðug/-ur, ábyrgdarfull/-ur og røkin í tínum arbeiði

kann ráðgeva og vegleiða borgarum og avvarðandi


kann arbeiða sjálvstøðugt og leita tær hjálp, tá tørvur er á
hesum

hevur góðan telduførleika

hevur koyrikort

VIT BJÓÐA
Eitt sjálvstøðugt og spennandi starv og møguleika fyri fakligari og persónligari menning, har tú fært góða innleiðslu og góðar starvsfelagar.

SETANARVIÐURSKIFTI
Størvini verða sett sambært sáttmála við KAF og Heilsurøktarafelagið/ Heilsuhjálparafelag Føroya.

Meira fæst at vita við at venda sær til Maiken Olsen, eindarleiðara, telefon 302000, t-post: maikeno@torshavn.fo

UMSÓKN
Umsókn saman við prógvi, góðkenning og upplýsingum um starvsroyndir verður at senda til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi 18. september 2019 kl. 12.00. Viðmerkjast skal „Røktarstarvsfólk til Heimatænastuna“. Setanarsamrøður vera hildnar 19. og 20. september 2019.

Trýst á leinkið fyri at síggja eina vitjan heima hjá einum borgarar https://youtu.be/mXLZXTAszI4




Øll størv
trýst her