Sjúkrarøktarfrøðingur og heilsurøktari til Strandarlon á Boðanesheiminum
Boðanesheimið er 6 ára gamalt, liggur Yviri við Strond, og her búgva 64 húsfólk. Búeindirnar eru Strandarlon og Traðarlon, sum eru røktardeildir og Boðalon, sum er demensdeild.

Strandarlon er ein samansett deild við 17 búplássum, tveimum umlættingarplássum og fimm rehabiliteringplássum, Her starvast sjúkrarøktarfrøðingar, heilsurøktarar og heilsuhjálparar. Dentur verður lagdur á tætt tvørfakligt samstarv við fysio- og ergoterapeutar. Vit á Strandarlon stremba eftir høgari fakligheit, har vit arbeiða viðurkennandi og skapa ein gerandisdag, har búfólk, starvsfólk og avvarðandi trívast, mennast og hava tað gott.

SØKT VERÐUR EFTIR:
• 
 
einum sjúkrarøktarfrøðingi á starvsbrøki 1,0 ella eftir avtalu.
Arbeiðstíðin er í skiftandi vaktum og 3. hvørt vikuskifti


einum heilsurøktara á starvsbrøki 1,0 ella eftir avtalu.
Arbeiðstíðin er í skiftandi vaktum og 3. hvørt vikuskifti

FØRLEIKAKRØV
• 
Prógv og autorisatión sum sjúkrarøktarfrøðingur / heilsurøktari

Áhuga at arbeiða við heilsustimbran, fyribyrgjan og rehabilitering

Góð evni at samskifta í skrift og talu


Hug at arbeiða og samstarva í eini tvøryrkisligari toymisskipan í
menning

KT-førleika á brúkarastigi

VIT BJÓÐA TÆR:
• 
ein yrkisliga spennandi og mennandi gerandisdag


at menna tænasturnar í Heilsu- og umsorganartænastuni saman
við okkum

eitt opið arbeiðspláss, góðar umstøður og fjølbroyttar avbjóðingar


møguleika at seta tín dám á og framhaldandi at menna tænasturnar
hjá Heilsu- og umsorganartænastuni

SETANARVIÐURSKIFTI
Størvini verða sett frá 1. november og verða lønt sambært sáttmála við KAF / Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar ella Heilsurøktarafelagið.

MEIRA FÆST AT VITA
Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til Vár í Gong, deildarleiðara á Strandarlon, telefon 224108, ella við telduposti til var@torshavn.fo

UMSÓKN
Umsókn saman við prógvum, góðkenning og upplýsingum um útbúgving og royndir, verður at senda til torshavn@torshavn.fo. Viðmerkjast skal: „Sjúkrarøktarfrøðingur til Strandarlon” ella „Heilsurøktari til Strandarlon“.

Umsóknarfreistin er 19. september 2019.




Øll størv
trýst her