Røktarstarvsfólk til Lágargarð
Brennur tú fyri eldraøkinum og fyri at skapa góð og virðilig kor fyri húsfólk og aldrandi borgaran, so er tað tær, vit leita eftir til Lágargarð, ið er partur av Heilsu- og umsorganartænastuni.

Heilsu- og umsorganartænastan er skipað í trimum eindum – Heilsuhúsið og tvær búeindir við 203 búplássum umframt 11 umlættingarplássum og fimm plássum til samdøgursendurvenjing.

Lágargarður varð tikið í nýtslu í 1987 og hevur 46 búpláss umframt tvey pláss til umlætting. Búplássini eru býtt út á tríggjar búeindir Heimarastova, Miðstova og Handarastova, har Handarastova burturav er til minnisveik. Umframt búplássini er stórkøkur, ið eisini veitir mat til heimabúgvandi í Tórshavnar Kommunu og matarhøll, virkis- og venjingarstova til heimabúgvandi og húsfólk, hárfríðkan, fótarøkt og vaskarí.

SØKT VERÐUR EFTIR:

HEIMARASTOVA
• 


Tveimum sjúkrarøktarfrøðingum til barnsburðarfarloyvisstørv frá
1. oktober 2019 til 30. september 2020. Setanarbrøkurin er 0,8.
Arbeiðstíðin er dagvaktir, og triðja hvørt vikuskifti


Einum heilsurøktara á setanarbrøki 0,7. Arbeiðstíðin er kvøldvaktir,
og triðja hvørt vikuskifti


Tveimum heilsuhjálparum á setanarbrøki 0,8. Arbeiðstíðin er
skiftandi vaktir, og triðja hvørt vikuskifti

MIÐSTOVA
• 

Einum heilsurøktara á setanarbrøki 0,7. Arbeiðstíðin er dagvaktir,
og triðja hvørt vikuskifti

HANDARASTOVA
• 

Einum heilsuhjálpara á setanarbrøki 0,7. Arbeiðstíðin er skiftandi
vaktir, og triðja hvørt vikuskifti


Einum heilsurøktara á setanarbrøki 0,7. Arbeiðstíðin er skiftandi
vaktir, og triðja hvørt vikuskifti

DENTUR VERÐUR LAGDUR
• 

Áhuga at arbeiða við heilsustimbran, fyribyrgjan, rehabilitering og
geriatri

At miðla vitan til starvsfelagar og aðrar starvsbólkar

 
Hug at arbeiða og samstarva tvøryrkisliga og skapa eitt lærandi
arbeiðspláss

Góðan telduførleika


Prógv og góðkenning sum ávíkavist sjúkrarøktarfrøðingur,
heilsurøktari, heilsuhjálpari

VIT BJÓÐA TÆR:
• 
ein yrkisliga spennandi og mennandi gerandisdag

ávirkan á yrkisligu menningina í Heilsu- og umsorganartænastuni


eitt spennandi arbeiðspláss, góðar umstøður og fjølbroyttar
avbjóðingar


møguleika at seta tín dám á og verða partur av framhaldandi at
menna tænasturnar hjá Heilsu- og umsorganartænastuni

MEIRA FÆST AT VITA
Nærri fæst at vita um størvini við at venda sær til ein av deildarleiðarunum:

Heimarastova:   
Christa Niclassen, tlf 211808, t-post christan@torshavn.fo
Miðstova: Ruth av Fløtum, tlf 226792, t-post ruthf@torshavn.fo
Handarastova: Mai Dahl, tlf 226790, t-post maid@torshavn.fo

SETANARVIÐURSKIFTI
Størvini verða sett frá 1. november 2019 ella eftir avtalu, og lønt sambært sáttmála við KAF / Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag.

Søkja skikkaðir umsøkjarar ikki, kann annar fakbólkur verða settur – um so er, verða uppgávurnar tillagaðar fakbólkin.

UMSÓKN
Umsókn saman við prógvum, góðkenning og upplýsingum um útbúgving og royndir verður at senda til: torshavn@torshavn.fo. Viðmerkið: „Røktarstarvsfólk til Lágargarð“.

Umsóknarfreistin er 22. september 2019.



Øll størv
trýst her