Leiðari til Býlingshúsið á Ternuryggi
Vit ímynda okkum ein leiðara, sum hevur hugsjónir og vil virka fyri einum høgum fakligum støði. Samtíðis er neyðugt, at viðkomandi dugir at fyrisita og umsita fíggjarviðurskiftini.

Leiðarin í Býlingshúsiðnum á Ternuryggi er leiðari fyri vøggustovu og barnagarð.

VIT BJÓÐA:
• 
 
eitt áhugavert starv, har tú hevur møguleika at seta dám á
stovnin

møguleika fyri ráðgeving



at tú verður partur av einum leiðslubólki við dagstovnaleiðarum,
og við dagstovnaleiðarum og umsitingini hjá Barna- og
ungdómsdeildini

VIT VÆNTA AT TÚ:
• 

 
hevur hug og áræði at skapa ein fjølbroyttan og tryggan
gerandisdagvið virðing og umsorgan fyri tí einstaka barninum,
foreldrunum og starvsfólkunum

hevur leiðsluroyndir

kanst arbeiða sjálvstøðugt og taka avgerðir

dugir væl at lurta og reflektera

hevur teldukunnleika

hevur lætt við at orða teg munnliga og skrivliga á føroyskum

SETANARVIÐURSKIFTI
Starvið verður sett 1. november 2019 ella eftir avtalu. Tann, ið settur verður, skal vera útbúgvin námsfrøðingur. Løn sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.

MEIRI FÆST AT VITA
Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til Beintu Dalbø, deildarleiðara, telefon 302010 ella 302014.

UMSÓKN
Umsókn saman við viðmælum, royndum og upplýsingum um útbúgving skal vera Tórshavnar Kommunu, torshavn@torshavn.fo, í hendi í seinasta
lagi hósdagin 3. oktober 2019.




Øll størv
trýst her