ENDURLÝSING – námsfrøðingur til Dagstovnin í Øksnagerði
Tórshavnar kommuna sóknast vegna Dagstovnin í Øksnagerði eftir námsfrøðingi til serstovuna Bólið vegna økt virksemi.

STARVIÐ
Søkt verður eftir námsfrøðingi, at starvast uml. 30 tímar um vikuna. Talan er um fast starv við starvsbyrjan skjótast gjørligt. Møguleiki er eisini at fáa færri ella fleiri tímar.

UM STOVUNA
Bólið er eitt kommunalt dagstovnatilboð, sum er ætlað børnum við avbjóðingum innan autismuspektrið. Talan er um eina stovu, sum er partur av øllum dagstovninum, sum umframt serstovuna hevur eina vøggustovu og tvær barnagarðsstovur. Virksemi á stovuni tekur støði í autismunámsfrøði, og gerandisdagurin verður skipaður í mun til tørvin hjá einstaka barninum.

Søkt verður eftir námsfrøðingi til áhaldandi at menna hetta sertilboð. Brennur tú fyri hesum, hava vit rætta starvið til tín.

VIT VÆNTA, AT TÚ:
• 
 
hevur hug og evni at menna námsfrøðiliga arbeiði á
stovninum


ert ágrýtin og hevur hug og evni at skapa ein fjølbroyttan,
mennandi og tryggan gerandisdag fyri einstaka barnabólkin


hevur góð samstarvs- og samskiftisevni og megnar at virka
fyri góðum samstarvi við foreldur, børn og starvsfelagar



megnar at arbeiða sjálvstøðugt, og taka ábyrgd og taka
avgerðir, samstundis sum tú megnar at hava yvirlit tá á
stendur


áhugi, vitan og royndir við autismuspektrum órógvi er ein
fyrimunur

VIT KUNNU BJÓÐA:
• 
eitt fakligt mennandi starv á einum góðum dagstovni

góðar og væl skipaðar karmar

tvørfakligt samstarv og samstarv við hini á stovninum

møguleika fyri fakligum íblástri til støðugt at menna tilboðið

góðar og rúmligar starvsfelagar


gott arbeiðsumhvørvið, har vit leggja dent á at hava tað gott
saman

SETANARVIÐURSKIFTI
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

Søkir eingin námsfrøðingur starvið, kann hjálparfólk setast í tíðaravmarkað starv.

MEIRA FÆST AT VITA
Hevur tú spurningar til starvið, kanst tú venda tær til Katrin K. Olsen, dagstovnsleiðara, á telefon 588599.

UMSÓKN
Umsókn saman við upplýsingum um útbúgving, viðmæli og royndir skulu sendast til Tórshavnar kommunu á torshavn@torshavn.fo

Umsóknarfreistin er 28. oktober 2019.




Øll størv
trýst her