Avloysari til Dagstovnin Birkilund
Tórshavnar kommuna søkir vegna Dagstovnin Birkilund eftir einum avloysara í sambandi við sjúku og feriu at byrja beinanvegin.

VER VIÐ TIL OKKARA RELATÍÓNSARBEIÐI
Birkilund er ein stórur stovnur við yvir 130 børnum og nógvum eldhugaðum námsfrøðingum & hjálparfólkum. Vit hava 3 vøggustovur, 3 barnagarðsstovur, eina 5-ára stovu og eina 6-ára stovu.

Í Birkilund arbeiða vit útfrá tí sjónarmiði, at tað er tann góða relatiónin sum er grundarsteinurin undir allari menningini, vit arbeiða millum annað út frá Marte meo og ICDP modellinum.

Vit arbeiða miðvíst við at betra um allar relatiónir millum børn og vaksin og børn og børn. Vit eru fakliga tilvitað.

VANTANIR TIL KOMANDI STARVSFÓLK
• 


At tú ert ágrýtin, og hevur hug og evni til at skapa ein
fjølbroyttan, mennandi og tryggan dag fyri øll børn í
Birkilund


At tú ert fakliga tilvitað/-ur og evnar at síggja og tillaga
teg eftir tørvi, bæði tá tað kemur til børn og vaksin


At tú hevur hug til at vera við til at skapa eitt mennandi
og fakligt arbeiðsumhvørvi

SETANARVIÐURSKIFTI
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag.

UMSÓKN
Ert tú tann vit leita eftir, skriva so eina umsókn og send hana til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi hósdagin 17. oktober 2019 kl. 12.00.

MEIRA FAST AT VITA
Meira fæst at vita um starvið, við at venda sær til Joan Oskarsdóttir Simonsen, leiðara, á telefon 214048 ella Jeanette Joensen, varaleiðara, telefon 214049.




Øll størv
trýst her