Deildarleiðari til Heilsu- og Umsorganartænastuna

– ert tú tann vit sóknast eftir

Deildarleiðarastarv til Heimatænastuna í Heilsu- og umsorganartænastuni í Tórshavnar kommunu, er leyst at søkja til 1. desember 2019, ella eftir nærri avtalu.

VIT SÓKNAST EFTIR EINUM DUGNALIGUM
OG ELDHUGAÐUM LEIÐARA
Heilsu- og umsorganartænastan arbeiðir støðugt við at tryggja borgarunum eina samskipaða heildartænastu. Arbeitt verður miðvíst við at samskipað eina dygdargóða, smidliga og samanhangandi tænastu til borgaran í Tórshavnar Kommuna, og kemur tú sum deildarleiðari at arbeiða við hesum.

UM OKKUM
Vit eru eldhugaði starvsfólk, ið leita eftir rætta leiðaranum, ið kann leiða og støðugt menna okkum og okkara arbeiðspláss.

Arbeiðsøki fevnir um at skipa og menna lógarásettu tænasturnar innan heimarøkt til allar borgarar. Skipað og miðvís menning av tænastunum er ein týdningarmikil uppgáva fyri leiðaran at lyfta, saman við hinum deildarleiðaranum í Heilsuhúsinum, bólkaleiðarunum og starvsfólkunum.

Vit hava eitt tætt samstarv millum fakøkir, eitt nú við visitatión, ergo- og fysioterpeutar, sjúkrarøktarfrøðingar og við dagtilhaldini.

Ein spennandi menningartilgongd liggur fyri framman, tá fari verður undir verkseting av talgildu heilsuskipanini Cosmic, umframt einari verkætlan innan rehabilitering.

UM TEG
Tú ert útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur, við bachelorgrad, ella tilsvarandi.

Tú brennur fyri leiðslu, hevur hollar leiðsluroyndir – gjarna útbúgving – og kanst vísa á dygdargott leiðsluavrik.

Tú hevur minst 5 ára kliniskar starvsroyndir - gjarna innan heimasjúkrarøkt.

Tú hevur eitt lætt lyndi, lítur frameftir og tekur stig til betranarátøk.

Tú setir, saman við starvsfólkunum mál fyri dygd og trygd, sum tryggjar eina haldgóða tænastu til borgaran.

Tú hevur gott yvirlit og ert virkin og fremur úrslit.

Tú tekur ábyrgd av at leiða, skipa og samskapa røkt, fyribyrging og rehabilitering til borgaran.

Deildarleiðarin vísir til eindarleiðaran, og hevur tætt samstarv við hinar deildarleiðararnar í Heilsu- og umsorgarnartænastuni.

Lýsir hetta teg og áhugin er vaktur, drála so ikki við at senda okkum tína umsókn!

Umsøkjarin má tola møguligar broytingar í yrkisinnihaldi og vavi.

LØN- OG SETANARTREYTIR
Sambært sáttmála millum FMR / KAF og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Maiken Olsen, eindarleiðara, telefon 302000, ella á teldupost: maikeno@torshavn.fo

Umsókn við lívsrensl (CV) saman við viðkomandi skjølum, skal sendast til: torshavn@torshavn.fo

Umsóknarfreistin er 23. oktober 2019 kl. 12.00. Setanarsamrøða verður 24. oktober 2019.

Merkið umsóknina „Deildarleiðari Heimatænastan“.





Øll størv
trýst her