Vaskifólk til Skúlan á Argjahamri
Søkt verður eftir vaskifólki til Skúlan á Argjahamri at byrja mánadagin 21. oktober 2019.

Arbeiðið umfatar m.a. flokshøli og skrivstovuøki.

Talan er um 4 tímar um dagin allar skúladagar, í alt 193 dagar.

Neyðugt at tann, ið settur verður, er fyrikomandi og hevur góð samstarvsevni.

Nær byrjað verður á degi eftir skúlatíð, kunnu vit práta um.

SETANARVIÐURSKIFTI
Starvið verður sett sambært sáttmála við avvarandi yrkisfelag.

UMSÓKN
Umsókn við møguligum viðmælum skulu sendast til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi fríggjadagin 18. oktober 2019.

Meira fæst at vita um arbeiðið við at venda sær til Rúna Sørensen, húsavørð, telefon 215388.




Øll størv
trýst her