Námsfrøðingur til børn við immunverjusjúkum
Tórshavnar kommuna søkir eftir starvsfólki til Dagstovnin við Landavegin at byrja 1. desember 2019 ella skjótast gjørligt.

Dagstovnurin við Landavegin hevur stovu til børn, sum hava avbjóðingar av immunverjusjúkum. Eins og á dagstovnaøkinum annars verður dentur lagdur á, at børnini hava eitt námsfrøðiliga mennandi umhvørvi.

Á hesi stovuni verður áherðsla somuleiðis løgd á reinføri og heilsufremjan. Stovan er ein partur av øllum dagstovninum við Landavegin, men hevur serligar umstøður til børn við ávísum avbjóðingum. Talan er um lítla eind við fáum børnum.

FØRLEIKAKRØV
Søkt verður eftir fólki við námsfrøðiligari- ella aðra viðkomandi útbúgving. Vitan innan imunverjusjúkur er ein fyrimundur, men toymið fer eisini at fáa fakligan íblástur til at menna tilboðið.

Starvið er 35 tímar. Um eingin námsføðingur søkir, kann hjálparfólk verða sett tíðaravmarkað í starvið. Vit arbeiða útfrá endamálsorðing og námsfrøðiligari námsætlan fyri Dagstovnin við Landavegin (sí. https://www.landavegur.fo/)

VIT VÆNTA AT TÚ:
• 

megnar at virka í góðum samstarvi við leiðslu, starvsfeløgum,
foreldrum og børnum


hevur hug at skapa ein fjølbroyttan og tryggan gerandisdag
fyri børnini


er við til at menna námsfrøðiliga / heilsufrøðiliga arbeiðið á
stovninum

tekur ábyrgd og hevur yvirlit

mennist við nýggjari vitan á námsfrøðiliga økinum

er sjálvstøðug/-ur og kann taka avgerðir

hevur telduførleikar til tekstviðgerð og myndir

megnar fjølbroytt arbeiðsøki innan á stovninum


kann arbeiða eftir starvsfólkaprofilinum fyri námsfrøðingar á
stovninum


ynskir og megnar at arbeiða við børnum sum hava
immunverjusjúkur

ynskir at arbeiða tvørfakligt

tolir at verða flutt/-ur innanhýsis á stovninum

VIT BJÓÐA:
• 
eitt áhugavert starv við nógvum avbjóðingum

eitt starv har tú fær møguleika at seta tín dám á gerandisdagin


eitt starv har tú saman við øðrum starvsfólkum sleppur at menna
eindina

SETANARVIÐURSKIFTI
Starvið verður sett sambart sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið:

UMSÓKN
Umsókn saman við upplýsingum um útbúgving, royndir og tilmælum verður at senda til torshavn@torshavn.fo, í seinasta lagi í 24. oktober 2019.


MEIRA FÆST AT VITA
Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til Steinbjørn V. Olsen, stovnsleiðara, telefon 222380. Somuleiðis er meira kunning um stovnin á heimasíðuna hjá stovninum www.landavegur.fo




Øll størv
trýst her