Sjúkrarøktarfrøðingur til Miðstovuna á Lágargarði
Brennur tú fyri eldraøkinum og fyri at skapa góð og virðilig kor fyri húsfólk og aldrandi borgaran, so ert tú kanska okkara nýggi starvsfelagi.

Miðstova á Lágargarði leitar eftir sjúkrarøktarfrøðingi. Vit eru partur av Heilsu- og umsorganartænastuni, og ein røktardeild við 16 búplássum til fólk við ellisbrekum og varandi sjúkum. Á Miðstovu stremba vit eftir høgari fakligheit, og at veita dygdargóða røkt. Vit arbeiða viðurkennandi fyri at skapa ein gerandisdag, har búfólk, starvsfólk og avvarðandi trívast, mennast og hava tað gott. Her starvast sjúkrarøktarfrøðingar, heilsurøktarar og heilsuhjálparar, og tú gerst partur av einum starvsliði, sum virkar fyri einum lærandi arbeiðsumhvørvi.

SJÚKRARØKTARFRØÐINGUR
Søkt verður eftir sjúkrarøktarfrøðingi á setanarbrøki 0,7. Arbeiðstíðin er dagvaktir og 3. hvørt vikuskiftið.

DENTUR VERÐUR LAGDUR
• 
Prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur

Evni at miðla vitan til starvsfelagar og aðrar starvsbólkar


Hug at arbeiða og samstarva tvøryrkisliga og skapa eitt lærandi
arbeiðspláss

Góðan telduførleika


Áhuga at arbeiða við heilsustimbran, fyribyrging, rehabilitering
og geriatri

VIT BJÓÐA TÆR:
• 
ein yrkisliga spennandi og mennandi gerandisdag


møguleika at seta tín dám á yrkisligu menningina á Miðstovu og
í Heilsu- og umsorganartænastuni


eitt spennandi arbeiðspláss, góðar umstøður og fjølbroyttar
avbjóðingar

góða innleiðslu

MEIRA FÆST AT VITA
Nærri fæst at vita um størvini við at venda sær til Ruth av Fløtum, deildarleiðara, á telefon 226792 ella teldupost ruthf@torshavn.fo

SETANARVIÐURSKIFTI
Starvið verður sett frá 1. desember 2019 ella eftir avtalu, og lønt sambært sáttmála við KAF / Fíggjarmálaráðið og Felagi Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.

Søkja skikkaðir umsøkjarar ikki, kann annar fakbólkur verða settur. Um so er, verða uppgávurnar tillagaðar fakbólkin.

UMSÓKN
Umsókn saman við prógvum, góðkenning og upplýsingum um útbúgving og royndir verður at senda til: torshavn@torshavn.fo. Viðmerkið: „Sjúkrarøktarfrøðingur til Miðstovu“.

Umsóknarfreistin er 24. oktober 2019.







Øll størv
trýst her