Starvsfólk til Býlingshúsið undir Fjalli
Tórshavnar kommuna søkir vegna Býlingshúsið undir Fjalli eftir eftir tveimum námsfrøðingum.

• 
einum námsfrøðingi 30 tímar um vikuna til barnagarðsstovu og

einum námsfrøðingi 20 / 25 tímar til barnagarðsstovu

søkt verður eftir avloysarum

Størvini eru til setan 1. januar 2020 ella eftir nærri avtalu.

Um námsfrøðingar ikki verða settir, kunnu hjálparfólk verða sett í tíðaravmarkað størv.

VIT VÆNTA, AT TÚ:
• 
ert ágrýtin, nærverandi og tolin


hevur áræði at skapa ein tryggan og fjølbroyttan dag
við virðing fyri børnum og foreldrum


kanst arbeiða sjálvstøðugt og lyftir námsføðiligu
uppgávurnar saman við okkum

arbeiðir eftir okkara námsætlan og virðum

virðir felagsskap, felagsanda og samanhald

VIT BJÓÐA:
• 
eitt toymi sum arbeiðir í skiftandi vaktum


eitt starv, har viðurkenning og relatiónsarbeiði hevur
stóran týdning fyri tryggleika, trivnað og menning


ein stovn í náttúruumhvørvi, har útilív, rørsla og túrar
eru ein partur av gerandisdegnum


ein góðan starvsfólkahóp, har trivnaður og faklig
menning eru høgt raðfest

SETANARVIÐURSKIFTI
Størvini verða sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.

Starvið hevur við sær, at tú eftir tørvi kann hjálpa á øðrum stovum og at tú mást tola broytingar.

UMSÓKN
Umsókn saman við prógvi, møguligum viðmælum og upplýsing um royndir, verður at senda til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi sunnudagin 8. desember 2019, og viðmerkja „Umsókn til Býlingshúsið undir Fjalli“.

MEIRA FÆST AT VITA
Meira fæst at vita um okkum og starvið við at venda sær til Annu Dalsgaard, stovnsleiðara, á telefon 318525 ella 722212.





Øll størv
trýst her