Ert tú MASKINMEISTARI?
Og kundi tú hugsað tær eitt avbjóðandi fast starv á landi?
So er tað kanska tær, ið vit sóknast eftir at gerast okkara næsti


RAKSTRARLEIÐARI Á
BRENNISTØÐINI Á HJALLA
Rakstrarleiðarin, ið hevur tilvísing til stovnsleiðaran, stendur fyri rakstrinum av teknisku skipanunum á Kommunalu Brennistøðini á Hjalla, og er somuleiðis tekniski „problemknúsarin“ á Brennistøðini.

UPPGÁVUR
Arbeiðsuppgávurnar eru fjølbroyttar og avbjóðandi. Tú skalt millum annað:

• 

Fyriskipa brenningini av ruski, herundir vera dagligur leiðari
hjá vaktar- og viðlíkahaldsfólki


Ansa eftir, at myndugleikakrøv innan t.d. umhvørvi, trygd og
arbeiðsumhvørvi verða fylgd

Vera partur av leiðslubólkinum á Kommunalu Brennistøðini


Planleggja og standa fyri eftirliti, umvælingum, viðlíkahaldi,
reinhaldi og røkt av tekniskum skipanum


Standa fyri innkeypi av eykalutum og nýtsluvørum til økið,
og hava ábyrgd av verkstaði og eykalutagoymslu

Luttaka í bakvaktskipan

Luttaka í tekniskum verkætlanum

Ansa eftir, at galdandi játtanir verða hildnar

FØRLEIKAKRØV
• 


Fulla maskinmeistaraútbúgving (3 ár), og hollar royndir
sum maskinmeistari, t.d. sum maskinstjóri, 1. meistari ella
samsvarandi




El-innleggjaraprógv ella samsvarandi el-førleiki kann vera ein
fyrimunur, eins og kunnleiki/royndir innan forbrenningstøkni,
ketlar, roykreinsing og SRO-annlegg eisini kann vera ein
fyrimunur

Royndir sum leiðari

Koyrikort til vanligan persónbil


Duga væl føroyskt og danskt í skrift og talu, umframt nakað
av enskum

Góðan KT-førleika

VIT SÓKNAST EFTIR
EINUM PERSÓNI, SUM ER:
• 
ábygdarfullur, loyalur og fleksibul

ágrýtin og virkisfúsur

sjálvstøðugur, avgjørdur og støðufastur

fyrikomandi og hevur góð samstarvsevni, innan og uttanhýsis

røkin, væl skipaður og vælgjørdur

VIT BJÓÐA TÆR:
• 
Eitt fast, sjálvstøðugt starv, har tú sjálv/ur myndar gerandisdagin

Upplæring frá royndum starvsfólki

Møguleika fyri fakligari menning við t.d. skeiðum og fakligum netverki

SETANARVIÐURSKIFTI
Starvið sett sambært sáttmála millum KAF og maskinmeistarafelagið í 15. lønarflokki. Starvið verður sett umleið 1. januar 2020 ella eftir nærri avtalu.

MEIRA FÆST AT VITA
Meira fæst at vita við at seta seg í samband við John Erik Hansen, stovnsleiðara, á tlf. 590979, ella við t-posti til johnerik@torshavn.fo, ella Rúna M Johannesen, tlf. 288928, ella við t-posti til runij@torshavn.fo

UMSÓKN
Skrivlig umsókn, saman við avritum av prógvum, viðmælum o.t., skal sendast til torshavn@torshavn.fo, í seinasta lagi tann 6. desember 2019. Viðmerk „Brennistøðin Rakstrarleiðari“ á umsóknina. Um tú ikki hevur prógv o.t. við hondina, kann hetta latast okkum seinni.

UM BRENNISTØÐINA
Kommunala Brennistøðin, ið tekur sær av burturkastviðgerðini í Tórshavnar kommunu, er í dag eitt framkomið og tekniskt avbjóðandi arbeiðspláss, ið leggur stóran dent á at verja umhvørvið og at hava eitt trygt arbeiðsumhvørvi. Í 2011 fekk Brennistøðin ISO 14001 góðkenning innan umhvørvisleiðslu.

Ruskið verður brent í ovni við B&S ristum, og nýggi vatnrørsketilin kann framleiða umleið 6 MW av hitaorku, sum verður nýtt til fjarhita. Roykurin verður reinsaður í turrari roykreinsiskipan við kálki og aktivum koli, so hann lýkur ES-krøv til útlát. Harumframt eru ymsar tekniskar hjálpiskipanir, t.d. traverskrani, knúsari, hydraulikkur, trýstluft, vatnviðgerð, ventilatión, køling og neyðstreymur. Eitt framkomið ABB 800xA kontrol-annlegg stýrir øllum skipanum.





Øll størv
trýst her