Sjúkrarøktarfrøðingur til Kristianslon á Tjarnargarði
Brennir tú fyri eldraøkinum og fyri at skapa góð og virðilig kor fyri húsfólk og tann aldrandi borgaran, so er tað tær, vit leita eftir til Heilsu- og umsorganartænastuna.

Heilsu- og umsorganartænastan er skipað í trimum eindum - Heilsuhúsið og tvær búeindir við 203 búplássum, umframt 13 umlættingarplássum og 5 plássum til samdøgurðsrehabilitering.

Kristianslon er ein eind við 7 búplássum og trimum umlættingarplássum fyri eldri, sum hava demens. Dentur verður lagdur á at liva eitt lív, sum gevur meining og varðveitir samleikan hjá húsfólkinum. Vit stremba eftir at arbeiða viðurkennandi og at skapa ein gerandisdag, har húsfólk, starvsfólk og avvarðandi trívast, mennast og hava tað gott.

SJÚKRARØKTARFRØÐINGUR
Søkt verður eftir sjúkrarøktarfrøðingi á setanarbrøki 0,8 har arbeitt verður í skiftandi vaktum, dag og kvøld og 2. hvørt vikuskiftið. Møguleiki er fyri at starvast á lægri brøki.

FØRLEIKAKRØV
• 
Prógv og autorisatión sum sjúkrarøktarfrøðingur

Áhuga at arbeiða við heilsustimbran, fyribyrgjan og rehabilitering

Góð evni at samskifta í skrift og talu

Evni til at raðfesta, at leggja arbeiði til rættis og arbeiða sjálvstøðugt

Fyrikomandi, álitisvekjandi og jaligt tænastusinni


Hug at arbeiða og samstarva í eini tvøryrkisligari toymisskipan í
menning

KT-førleika á brúkarastigi

VIT BJÓÐA
• 
Góða innleiðslu

Ein yrkisliga spennandi og mennandi gerandisdag

Eitt opið arbeiðspláss, góðar umstøður og fjølbroyttar avbjóðingar


Møguleika at seta tín dám á og framhaldandi at menna tænasturnar
hjá Heilsu- og umsorganartænastuni innan demensøkið

SETANARVIÐURSKIFTI
Starvið verður sett til at byrja 1. februar 2020 ella eftir avtalu, og lønt sambært sáttmála við KAF / Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.

Søkir skikkaður umsøkjari ikki starvið, kann annar fakbólkur verða settur – um so er, verða uppgávurnar tillagaðar fakbólkin.

MEIRA FÆST AT VITA
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Maiken Restorff, deildarleiðara á tlf. 224116, ella við telduposti til maiken@torshavn.fo

UMSÓKN
Umsókn saman við prógv, góðkenning og upplýsingum um útbúgving og royndir annars, verður at senda til torshavn@torshavn.fo. Viðmerkjast skal: „Sjúkrarøktarfrøðingur til Kristianslon“.

Umsóknarfreistin er 23. desember 2019.

---------

Hetta arbeiðið munar fyri borgaran og starvsfólkini. Trýst á leinki:



Øll størv
trýst her