Lívbjargari til Svimjihøllina í Gundadali
Søkt verður eftir kvinnu til tíðaravmarkað starv sum lívbjargari í Svimjihøllini í Gundadali at byrja skjótast til ber.

Starvið er tíðaravmarkað til 15. september 2020.

Umframt at starvast sum lívbjargari, fevnir starvið um reingerð og at hjálpa til við ymiskum í tí dagliga.

FØRLEIKAKRØV
Umsøkjarar skulu vera góðir svimjarar og hava stóru lívbjargararoyndina, annars verður skipað fyri lívbjargararoyndini á staðnum. Heilsuváttan má útvegast.

SETANARVIÐURSKIFTI
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Starvsmannafelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

UMSÓKN O.A.
Umsókn saman við prógvum, viðmælum og upplýsingum um útbúgving og royndir, skulu vera torshavn@torshavn.fo í hendi í seinasta lagi mikudagin 18. desember 2019.

MEIRA FÆST AT VITA
Meira fæst st vita um starvið við at venda sær til Gunnar Streymoy, leiðara, telefon 224550, teldupost gunnars@torshavn.fo




Øll størv
trýst her