Námsfrøðingur til Barna og ungdómshúsið Látrið í Nólsoy
Tórshavnar kommuna sóknast vegna Barna og ungdómshúsið Látrið eftir einum námsfrøðingi at arbeiða 30 tímar um vikuna. Starvið er til setan frá 1. januar 2020 ella eftir nærri avtalu.

Vit eru ein bygdastovnur, sum hýsir børnum í aldrinum 0 til 18 ár. Vit halda til mitt í náttúru perluni Nólsoy í einum góðum og nýmótans stovni. Vit arbeiða við at endurnýggja námsætlanina, við serliga denti á ríku bygda mentanina við tí, tilfangi sum fast úr náttúruni, tónleiki, skapandi hugflogi, søgum, sagnum og barna/ungdómsmentanini á staðnum.

VIT VÆNTA AT:
• 

tú hevur hug at skapa ein fjølbroyttan, mennandi og tryggan
gerandisdag, við virðing fyri tí einstaka barninum og ungdóminum

tú hevur hug at menna tað námsfrøðiliga arbeiðið

tú vilt samstarva og arbeiða við virðum og námsætlan

tú tekur ábyrgd, kanst taka avgerðir og arbeiða sjálvstøðugt

tú ert ágrýtin, tolin og nærverandi

tú sært møguleikar, heldur enn forðingar

tú ert luttakandi saman við børnunum og teimum ungu

VIT BJÓÐA:
• 

eitt týdningarmikið og fjølbroytt starv við nógvum spennandi og
mennandi avbjóðingum

eitt starv har tú hevur møguleikan at seta tín dám á arbeiðið


eitt starvs har viðurkenning og relatiónsarbeiðið hevur stóran
týdning í okkara arbeiði fyri at skapa tryggleika, trivnað og menning


at gerast partur av einum dugnaligum starvsfólk toym, har trivnaður
og faklig menning er høgt raðfest

SETANARVIÐURSKIFTI
Starvið verður sett sambært sáttmála við Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.

MEIRA FÆST AT VITA
Meira fæst at vita um størvini og stovnin við at venda sær til Guðrun Sundar Hansen, stovnsleiðara, á telefon 527002.

UMSÓKN
Umsóknir saman við prógvi, viðmælum og upplýsing um royndir, verður at senda til torshavn@torshavn.fo

Umsóknarfreistin er 9. desember 2019.







Øll størv
trýst her