Námsfrøðingar til Dagstovnin Lítlaskóg
Tórshavnar kommuna sóknast vegna Dagstovnin Lítlaskóg eftir starvsfólki.

VIT SÓKNAST EFTIR:
Námsfrøðingum til barnagarðin og vøggustovuna at byrja í august 2020, ella eftir nærri avtalu. Talan er um størv á 25-30 tímar.

Um námsfrøðingar ikki verða settir, kunnu hjálparfólk vera sett í tíðaravmarkað størv.

LÝSING AV STOVNINUM
Lítliskógur er ein stovnur við um 100 børnum mitt í Havn. Vit hava 2 vøggustovur við 12 børnum í hvørjari. Vit hava 3 barnagarðsstovur við 18 børnum og so eina stovu til tey 6 ára gomlu, har rúmast 18-20 børn.

Í Lítlaskógi starvast um 25 fakliga dugnalig og íðin starvsfólk. Vit eru staðsett í eysturbýnum, tætt við skóg, fjøru og allar hentleikar.

VIT LEGGJA DENT Á:
• 
at møta barninum, har tað er í menningini.

fría spælið, har børnini fáa brúkt og ment hugflogið

motorikk og rørslu

gott samstarv við foreldur og aðrar samstarvspartar

at vera opin, fakliga forvitin og kreativ


trivnað á stovninum. Hava tað stuttligt og flenna saman,
børn sum vaksin

SETANARVIÐURSKIFTI
Løn sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

Søkir eingin skikkaður námsfrøðingur, kann hjálparfólk verða sett.

UMSÓKN
Umsókn saman við møguligum prógvum og viðmælum verður at senda til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi hósdagin 16. juli 2020 kl. 12.00, viðmerkt: umsókn til Lítlaskóg.

Meira fæst at vita um størvini og stovnin við at venda sær til Gyðju Johannesen, stovnsleiðara, telefon 302370.





Øll størv
trýst her