Húsavørður
Søkt verður eftir handverkara til fastlønt starv sum húsavørður til húsavarðartoymið hjá Tórshavnar kommunu.

ARBEIÐIÐ
fevnir um at hava umsjón og røkja bygningarnar og økið uttanum.

ARBEIÐSUPPGÁVUR ERU M.A. AT:
• 
gera smærri umvælingar


syrgja fyri at garðar / portur / girðingar eru rein og í góðum
standi

syrgja fyri at el, vatn, hiti og sanitetsviðurskifti eru í lagi


syrgja fyri at brunaviðurskifti og trygdarútbúnaðurin er í
lagi

VIT SØKNAST EFTIR PERSÓNI SUM:
• 
hevur handverkaraútbúgving

hevur góðan førleika at arbeiða sjálvstøðugt

hevur góðan røkiskap

hevur góð samstarvsevni

dugir at samskifta bæði við børn og vaksin

hevur góðan teldukunnleika

hevur koyrikort

SETANARVIÐURSKIFTI
Starvið er fulltíðarstarv og verður sett skjótast tilber. Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Føroya Handverkarafelag / Landsfelag Handverkaranna.

MEIRA FÆST AT VITA
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Rúna Patursson, formann fyri húsavørðarnar í húsaumsitingini, telefon 302010.

UMSÓKN
Umsókn saman við upplýsingum um útbúgving og royndir og møguligum viðmælum skal vera torshavn@torshavn.fo í hendi, í seinasta lagi hósdagin 12. desember 2019. Merk umsóknina „Húsavørður“.




Øll størv
trýst her