Sjúkrarøktarfrøðingur og heilsurøktari til Heimarustovu á Lágargarði
Brennur tú fyri eldraøkinum og fyri at skapa góð og virðilig kor fyri húsfólk og aldrandi borgarar, so er tað tær, vit leita eftir til Heimarustovu á Lágargarði, ið er partur av Heilsu- og umsorganartænastuni.

Heilsu- og umsorganartænastan er skipað í trimum eindum – Heilsuhúsið og tvær búeindir við 203 búplássum umframt 11 umlættingarplássum og fimm plássum til samdøgursendurvenjing.

Lágargarður varð tikin í nýtslu í 1987 og hevur 46 búpláss, umframt tvey pláss til umlætting, sum eru á Heimarustovu. Búplássini eru býtt út á tríggjar búeindir, Heimarastova, Miðstova og Handarastova, har Handarastova burturav er til minnisveik. Umframt búplássini er stórkøkur, ið veitir mat til heimabúgvandi í Tórshavnar Kommunu, og matarhøll, virkis- og venjingarstova til heimabúgvandi og húsfólk, hárfríðkan, fótarøkt og vaskarí.

SØKT VERÐUR EFTIR:
• 

einum sjúkrarøktarfrøðingi á setanarbrøki 0,8. Arbeiðstíðin er
dagvaktir og triðja hvørt vikuskiftið


einum heilsurøktara á setanarbrøki 1,0. Arbeiðstíðin er skiftandi
vaktir, og triðja hvørt vikuskiftið. Møguleiki er eisini fyri lægri brøki

DENTUR VERÐUR LAGDUR Á:
• 

hug at arbeiða við heilsustimbran, fyribyrgjan, rehabilitering og
geriatri

at miðla vitan til starvsfelagar og aðrar starvsbólkar


hug at arbeiða og samstarva tvøryrkisliga og skapa eitt lærandi
arbeiðspláss

góðan telduførleika


prógv og góðkenning sum ávíkavist sjúkrarøktarfrøðingur og
heilsurøktari

VIT BJÓÐA TÆR:
• 
ein yrkisliga spennandi og mennandi gerandisdag

ávirkan á yrkisligu menningina í Heilsu- og umsorganartænastuni


eitt spennandi arbeiðspláss, góðar umstøður og fjølbroyttar
avbjóðingar


møguleika at seta tín dám á og vera partur av framhaldandi at
menna tænasturnar hjá Heilsu- og umsorganartænastuni

MEIRA FÆST AT VITA
Nærri fæst at vita um størvini við at venda sær til Dianu Strøm, virkandi deildarleiðara, á tlf. 211808 ella á telduposti dianas@torshavn.fo

SETANARVIÐURSKIFTI
Størvini verða sett frá 1. mars 2020 ella skjótast tilber og lønt sambært sáttmála millum KAF / Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag.

Søkja skikkaðir umsøkjarar ikki, kann annar fakbólkur verða settur – um so er, verða uppgávurnar lagaðar til fakbólkin.

UMSÓKN
Umsókn saman við prógvum, góðkenning og upplýsingum um útbúgving og royndir verður at senda til: torshavn@torshavn.fo. Viðmerkið: „Røktarstarvsfólk til Heimarustovu“.

Umsóknarfreistin er 30. januar 2020.





Øll størv
trýst her