Byggifrøðingur til húsaumsitingina
Vit sóknast eftir byggifrøðingi ella starvsfólki við aðrari viðkomandi útbúgving til eitt spennandi starv á Húsaumsitingini hjá Tórshavnar kommunu. Ert tú ein miðvísur persónur við stórum áræði, og trívist tú við einum arbeiðsdegi, har uppgávurnar skifta millum sjálvstøðugt arbeiði og toymisarbeiði? So ert tú kanska rætti persónurin til okkara arbeiðspláss.

Húsaumsitingin er ein deild undir teknisku fyrisiting hjá Tórshavnar kommunu. Vit hava ábyrgd av flestu bygningum hjá kommununi. Okkara fremsta uppgáva er at røkja og umvæla hesar bygningarnar í mun til lógarkrøv og fullgóða røkt og viðlíkahald.

Húsaumsitingin hevur í eina tíð arbeitt við at gera støðulýsingar av kommunalu bygningunum, og í hesum sambandi lagt langtíðarætlanir fyri arbeiðið. Viðkomandi fer millum annað at arbeiða við støðulýsingum, raðfestingum av røkt, viðlíkahaldi og umvælingum av bygningum.

UM OKKUM
Á Húsaumsitingini starvast ein deildarleiðari og seks starvsfólk. Fýra av hesum eru byggifrøðingar, ein orkufrøðingur og ein tekniskur sniðgevi. Tú kemur at arbeiða sjálvstøðugt og í samstarvi við hini starvsfólkini á deildini við fleiri og ymiskum uppgávum í senn. Summar størri, aðrar minni. Harumframt kemur tú at taka lut í samstarvinum við aðrar deildir hjá kommununi og við partar uttan fyri kommununa.

ARBEIÐSØKI
• 

at vera við í arbeiðinum at umsita og røkja kommunalar
bygningar


at gera útbjóðingartilfar í sambandi við umvælingar og
røkt av bygningum

at hava eftirlit við arbeiðum, sum eru í gerð

at syrgja fyri, at myndugleikakrøv verða hildin


at dygdarmeta verkætlanir, tá okkara egnu bygningar
verða projekteraðir


at skráseta og gera støðulýsingar av bygningum og at
raðfesta arbeiði, sum eru í gongd

at gera brunatekningar

at skráseta í MdocFM skipanini
at luttaka í ymiskum arbeiðsuppgávum á deildini

FØRLEIKAKRØV
• 

tú ert útbúgvin byggifrøðingur ella hevur aðra viðkomandi
útbúgving

tú skal hava vitan um røkt og umvælingar

tú dugir at tekna í Revit og/ella AutoCad

tú hevur førleika í niðanfyrinevndu forritum

tú skalt hava koyrikort

VIT KUNNU BJÓÐA
• 
eitt starv við fakligum avbjóðingum

góðar møguleikar fyri menning

góðar arbeiðsumstøður

ein fjølbroyttan og spennandi gerandisdag

VIT VÆNTA, AT TÚ:
• 
dugir at arbeiða sjálvstøðugt og við fleiri uppgávum í senn

dugir at samskifta á føroyskum í skrift og talu

Húsaumsitingin nýtir tey vanligu Office forritini, umframt Revit / Autocad og MdocFM.

SETANARVIÐURSKIFTI
Starvið verður sett skjótast til ber sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag. Starvið er fulltíðarstarv.

UMSÓKN
Umsóknir saman við lívsgongdarleið og útbúgvingarprógvum skulu vera Tórshavnar kommunu í hendi í seinasta lagi mikudagin 22. januar 2020.

Sendið umsóknina til torshavn@torshavn.fo og merkið hana „Byggifrøðingur til Húsaumsitingina“.

Til ber at fáa meira at vita um starvið við at venda sær til Unn S. Perdomo, deildarleiðara, telefon 302010.






Øll størv
trýst her