Starvsfólk til Tórsgøtu
Vit sóknast eftir starvsfólki til parttíðarstarv í Tórsgøtu.

Í Tórsgøtu er okkara livandi mentan savnað. Her er rúm fyri øllum skapandi og her lata vit hvønn dag í árinum dyrnar upp til nýggjar upplivingar. Tónleikur, framsýningar, filmur, dansur, fyrilestrar, listarligar verkstovur og mangt annað. Allastaðni bjóða vit hugflognum framat – úr Perlutúni niðast í Tórsgøtu og til Finsen ovast í Tórsgøtu. Her bíða stuttligar, ríkar og ógloymandi løtur. Hvønn dag í árinum.

ARBEIÐSUPPGÁVURNAR ERU M.A.:
• 

at hjálpa til við at røkja heimasíðu, sosialar miðlar og
marknaðarføring

samskifti við tey, sum nýta hølini til framførslur og onnur tiltøk


praktiskar uppgávur, so sum at gera hølini klár til tiltøk og
samskifti annars

hjálpa til við at samskipa og skipa fyri tiltøkum


til starvið hoyrir eisini at kunna arbeiða til konsertir bæði um
kvøldið og vikuskiftið

VIT ÍMYNDA OKKUM STARVSFÓLK, SUM:
• 
hevur góðan telduførleika og dugir væl føroyskt og enskt mál

arbeiðir sjálvstøðugt og hevur gott yvirlit

er fyrikomandi og jaligt

er tænastusinnað

UM TÓRSGØTU
Mentanarliga virksemið í Tórsgøtu fevnir um Reinsaríið, Perluna, Perlutúnið, Ostahúsið, Garasjuna og sangstovuna í Finsen og kórhøllina á Finsen.

SETANARVIÐURSKIFTI
Starvið er fast starv 20 tímar um vikuna. Arbeiðstíðin er vanliga um dagin og í høvuðsheitum á skrivstovuni.

Løn sambært sáttmála við Starvsmannafelagið.

Meira fæst at vita um starvið við at skriva til Boga Andreasen, samskipara, á bogi@torshavn.fo

UMSÓKN
Umsókn verður at senda Tórshavnar kommunu, torshavn@torshavn.fo. Merk umsóknina „Starvsfólk til Tórsgøtu“.

Umsóknarfreistin er 23. januar 2020.




Øll størv
trýst her