DEILDARLEIÐARI TIL NÝGGJAN SLÓÐBRÓTANDI DEMENSDEPIL
Er tú tann vit sóknast eftir?

Kundi tú hugsað tær at staðið á odda fyri fyrsta demensdeplinum í Føroyum, og verið við til at ment eitt heildartilboð til borgarar við demenssjúku? So er tað møguliga tær, vit leita eftir.

Deildarleiðarastarvið á Demensdeplinum á Tjarnargarði, sum letur dyrnar upp fyrst í komandi ári, er leyst at søkja. Starvsbyrjan er 1. desember 2020 ella eftir avtalu. Deildarleiðarin vísir til eindarleiðaran, og gerst partur av deildarleiðarahópinum í Heilsu- og umsorganartænastuni, sum telur 19 fólk.

Heilsu- og umsorganartænastan er skipað í trimum eindum - Heilsuhúsið og tvær búeindir. H&U er í støðugari menning, og umframt nýggja Demensdepilin letur eisini nýggjur Umlættingar- og rehabiliteringsdepil upp um árskiftið.

Demensdepilin er staðsettur á Tjarnargarði, har ein stór um- og útbygging verður framd, og verandi virksemið á demensdeildini Kristianslon og dagtilhaldinum Tjarnarlon vera partur av deplinum.

Á Demensdeplinum vera tíggju búpláss, sjey stuttíðarpláss, venjingartilboð, dag- og kvøldtilboð og veitast skal ráðgeving, vegleiðing og undirvísing til heimabúgvandi borgarar við demenssjúku og teirra avvarðandi. Endamálið er at veita eitt tvørfakligt heildartilboð til borgaran við demenssjúku, so borgarin kann varðveita førleikar sum longst og hava eitt virkið og innihaldsríkt lív, hóast sjúkuna.

Ein liður í hesum er, at demenssamskiparar á Demensdeplinum tíðliga í sjúkugongdini vera knýttir at heimabúgvandi borgarum við demenssjúku, Grundarsteinarnir undir tvørfakliga virkseminum á Demensdeplinum vera sostatt fyribyrging, heilsufremjan og endurvenjing, umframt røkt og umsorgan.

Talan er um eitt áhugavert starv við nógvum fakligum avbjóðingum og fjølbroyttum uppgávum. Í fyrstu atløgu skalt tú saman við eindarleiðaranum fyrireika virksemið á Demensdeplinum. Tú skalt seta í verk, leiða og gjøgnumføra neyðugar tilgongdir við starvsfólkunum, og virka fyri at byggja slóðbrótandi, tvørfakliga heildartilboðið upp, so virksemið á Demensdepilin kann røkka sínum endamáli.

Tú hevur fyrisitingarliga, starvsfólkaliga og fakliga ábyrgd av arbeiðinum á Demensdeplinum. Tú skalt virka fyri tvørfakligum samstarvi innanhýsis og tvørturum geirar, at tilfeingið og førleikar verða gagnnýtt á besta hátt, og at fakliga støðið á Demensdeplinum støðugt verður ment.

Vit ynskja ein deildarleiðara, sum bæði kann virka fyri fakligari dygd, fyri trivnaði og fyri góðum arbeiðsumhvørvi. Tú megnar at gera neyðugar raðfestingar og hevur ábyrgd av at halda játtaðu starvsfólkanormeringina. Tú hevur áræði at seta í verk og gjøgnumføra, yvirlit, tekur initiativ, ert álitisvekjandi og kanst virka fyri einum lærandi arbeiðsplássi, sum eisini er kliniskt útbúgvingarstað fyri lesandi á heilsufakliga økinum.

Tú verður í miðdeplinum at samskipa og skapa karmar fyri einum tryggum og heimligum umhvørvi á Demensdeplinum, har skipað verður fyri aktivitetum, sum geva degnum innihald og stimbra sansirnir hjá borgarum, ið hava demenssjúku.

Vit ynskja okkum ein leiðara, sum hevur:

• prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur á bachelorstøði, umframt arbeiðsroyndir sum sjúkrarøktarfrøðingurvitan og royndir innan demensøkið leiðsluroyndir og/ella útbúgving
• royndir við at leiða tilgongdir og byggja upp nýtt virksemi
• aktiva og jaliga tilgongd til fakliga menning, umframt hugflog og áræði at seta í verk og gjøgnumføra tiltøk, sum støðugt skulu betra um fakligu dygdina, eins væl og trivnaðin á Demensdeplinum
• góð samskiftis- og samstarvsevni bæði tá tað ræður um starvsfólk, borgarar og samstarvspartar
• góðan telduførleika
og førleika at miðla vitan, skrivliga eins væl og munnliga

Vit kunnu bjóða

• eitt mennandi, spennandi og avbjóðandi starv

• felags innleiðslu í Heilsu- og umsorganartænastuni

• fakliga kompetentar og virknar starvsfelagar

Kennir tú teg aftur í hesum, drála so ikki við at senda okkum tína umsókn!

LØN- OG SETANARTREYTIR
Talan er um eitt starv á starvsbrøki 1,0, sum verður lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið/KAF og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.

Nærri fæst at vita um starvið við at venda tær til Ingun Eidesgaard, eindarleiðara, telefon 302000, ella á teldupost: ingune@torshavn.fo

Umsókn við prógvi, lívsrensli (CV) og øðrum viðkomandi skjølum, skal sendast til: torshavn@torshavn.fo. Merkið umsóknina „Deildarleiðari Demensdepilin”.

Umsóknarfreistin er 11. oktober 2020.




Øll størv
trýst her