Námsfrøðingur til Dagstovnin á Hamrinum
Vit leita eftir tær, sum vilt hava ein stuttligan arbeiðsdag. Vit eru 24 starvsfólk, ið gleða okkum at arbeiða saman við tær.

Okkara arbeiði snýr seg um 80 børn á fimm stovum. Í einum hjartaligum samstarvi gera vit alt fyri at teirra gerandisdagar skulu vera so góðir og gevandi sum til ber.

Vit eru ein dagstovnur, sum liggur sera væl fyri. Vit hava bæði náttúruna og býin beint uttan fyri dyrnar. Og hetta litar okkara gerandisdag, tí vit við hesum kringumstøðum kunnu gera dagarnar hjá børnunum ríkar og fjølbroyttar.

Ert tú námsfrøðingur og hevur tú hug til gevandi og stuttligar arbeiðsdagar, set teg so í samband við okkum á torshavn@torshavn.fo innan 23. januar 2020.

STARVIÐ ER:
Námsfrøðingur til vøggustovu í farloyvisstarv, 30 tímar, frá 1. mars 2020 til 28. februar 2021.

Um námsfrøðingur ikki søkir, kann hjálparfólk verða sett í starv.

Løn sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og KAF.

Vilt tú vita meir, kanst tú ringja til Anniku Wenningsted Jacobsen, leiðara, 225784, ella Sóley Samuelsen, varaleiðara, 519909. Til ber eisini at hyggja inn á okkara heimasíðu www.dag-ham.fo



Øll størv
trýst her