Námsfrøðingur til Býlingshúsið á Ternuryggi
Hevur tú hug at gerast partur av einum góðum starvsfólkahópi, har vit saman skapa ein tryggan og mennandi dag fyri børn okkara? Vit á Ternuryggi søkja eftir starvsfólkum til stovn okkara ið telur 15 starvsfólk og 50 børn.

VIT SÓKNAST EFTIR:
Einum námsfrøðingi at arbeiða í barnagarðsstovu 35 tímar um vikuna. Talan er um eitt tíðaravmarkað starv fram til 10. juli 2020. Starvsbyrjan er 1. februar, ella eftir avtalu. Um námsfrøðingur ikki søkir, kann hjálparfólk verða sett í starv.

Somuleiðis verður søkt eftir avloysarum at byrja skjótast.

SOLEIÐIS ARBEIÐA VIT
Vit leggja dent á at børn okkara verða sædd, hoyrd og fáa mennandi avbjóðingar. Vit leggja dent á foreldrasamstarv, og síggja hettar sum ein týðandi part av tryggleikanum og menningini hjá barninum. Hartil leggja vit dent á fakliga menning, eitt stuttligt arbeiðsumhvørvi sum við virðing hvør fyri øðrum rúmar ymisleika.

HVØRJU ERU VIT
Vit eru ein starvsfólkahópur, sum á hvør sín serliga hátt eru ágrýtin, dugnalig og fakliga væl fyri. Vit eru til staðar, áhugað í tær og teimum børnum vit ansa. Vit kjakast, kveikja og stuðla hvørjum øðrum. Tú fært røttu upplæring við starvsbyrjan, har vit eisini syrgja fyri tínum trivnaði á okkara stovni.

SETANARVIÐURSKIFTI
Løn sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

UMSÓKN
Umsókn, prógv og møgulig viðmæli, skal sendast til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi sunnudagin 26. januar 2020.

VILT TÚ VITA MEIRA
Meira fæst at vita um starvið og stovnin við at venda sær til Árnmar Mellemgaard, stovnsleiðara, á telefon 513269.





Øll størv
trýst her