Skrivstovufólk til Tórshavnar Musikkskúla
Starvið sum skrivstovufólk í Tórshavnar Musikkskúla er leyst at søkja við starvsbyrjan 3. februar 2020, ella eftir nærri avtalu.

UM TÓRSHAVNAR MUSIKKSKÚLA
Tórshavnar Musikkskúli er týdningarmikil liður í mentanarlívinum í høvuðsstaðnum, og bjóðar tónleikaundirvísing til børn og ung á høgum fakligum stigi í eini røð av ljóðførum og sangi. Harumframt er Tórshavnar Musikkskúli virkin kveikjari og samstarvspartur í eini røð av verkætlanum og tiltøkum á føroyska mentanarpallinum.

Umframt at vera ein blómandi skúli, er Musikkskúlin eisini vakstrarhús hjá børnum og ungum, sum í framtíðini fara at mynda tónleikalívið í høvuðsstaðnum. Tórshavnar Musikkskúli stendur fyri serstakari miðnámsútbúgving, hvørs endamál m.a. er at geva framkomnum næmingum eitt skipað undirvísingartilboð á miðnámsstigi, og at fyrireika
evnaríkar næmingar til framhaldslestur á lærdum tónlistaskúla.

Tórshavnar Musikkskúli húsast í nýggjum hølum á Landavegnum í Havn.

INNIHALD
Søkt verður eftir skrivstovufólki til Tórshavnar Musikkskúla, sum hevur hug og hegni at røkja skiftandi uppgávur fyri Tórshavnar Musikkskúla, sum m.a. fevna um:

• 
samskifti í skrift og talu við starvsfólk og viðskiftafólk skúlans

at skriva til fundir og journalisera

samskipa innkeyp til skrivstovuna og skúlan annars

leggja tilfar út á heimasíðuna og netmiðlar

fyrifallandi uppgávir

Í sambandi við tiltøk í skúlanum, kunnu uppgávur eisini vera at samskipa og rigga til.

Stórt virksemi er í skúlanum allan sólarringin, bæði gerandisdagar, í vikuskiftum og tá høgtíðir eru.

Tí er neyðugt at viðkomandi, sum settur verður, er smidligur í mun til bæði arbeiðsuppgávur og arbeiðstíð, er sjálvstøðug/ur, og dugir at leggja arbeiðið til rættis sjálv/ur.

Tað er ein fyrimunur, at tann sum sett/ur verður, hevur innlit í, og royndir við musikkskúlavirksemi og konsertvirksemi annars.

VIT VÆNTA AT TÚ:
• 
hevur útbúgving innan skrivstovu ella líknandi


hevur góðan telduførleika, og lætt við at seta seg inn í nýggjar
KT skipanir


hevur góðan málsligan førleika, og dugir føroyskt, norðulendskt
og enskt mál í skrift og talu


leggur dent á góða tænastu, og hevur góðar eginleikar at
samstarva og samskifta

ert álítandi og ábyrgdarfullur persónur

ert fyrikomandi, smidlig/ur og arbeiðsom/samur

kanst arbeiða skiftandi arbeiðstíðir, og ert lagalig/ur í so máta

STARVIÐ
Starvsbrøkurin er 0,8, og verður starvið lønt smb sáttmála millum Starvsmannafelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

KUNNING
Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til:

Andreu Heindriksdóttir, leiðara, tlf. 513312, andrea@torshavn.fo ella Ólav Olsen, varaleiðara, tlf. 504740, olavuro@torshavn.fo

UMSÓKN
Umsóknir til starvið skulu saman við avriti av prógvum og yrkisleið merkjast „Skrivstovufólk TM“ og sendast til torshavn@torshavn.fo

Umsóknarfreistin er 24. januar 2020 kl. 12.00






Øll størv
trýst her