Námsfrøðingur til Býlingshúsið í Maritugøtu
Tórshavnar kommuna søkir vegna Býlingshúsið í Maritugøtu eftir einum námsfrøðingi til vøggustovu at arbeiða 25-30 tímar um vikuna. Starvið er til setan í mars 2020 ella eftir nærri avtalu.

SETANARVIÐURSKIFTI
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.

VIT VÆNTA, AT:
• 


tú hevur hug at skapa ein fjølbroyttan, mennandi og tryggan
gerandisdag, við virðing fyri tí einstaka barninum og foreldrum
teirra

tú vilt samstarva og arbeiða eftir okkara virðum og námsætlan

tú tekur ábyrgd, kanst taka avgerðir og arbeiða sjálvstøðugt

tú ert ágrýtin, tolin og nærverandi


tær dámar væl at vera úti og brúka rørslu og náttúruna sum
námsfrøðiligt amboð

VIT BJÓÐA TÆR:
• 
eitt týdningarmikið og fjølbroytt starv við nógvum avbjóðingum

eitt starv, sum tú hevur møguleika at seta tín dám á



eitt starv, har viðurkenning og relationsarbeiði hevur stóran
týdning í okkara arbeiði fyri at skapa tryggleika, trivna og
menning


at gerast partur av einum dugnaligum starvsfólkatoymi, har
trivnaður og faklig menning er høgt raðfest

UMSÓKN
Umsókn saman við prógvi, møguligum viðmælum og upplýsing um royndir, verður at senda til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi fríggjadagin 21. februar 2020.

MEIRA FÆST AT VITA
Meiri fæst at vita um okkum og starvið við at venda sær til Valborg Heradóttir Hammer, stovnsleiðara, á tlf. 285330 / 302400 ella við at vitja heimasíðu okkara www.maritugota.fo





Øll størv
trýst her