Vaskifólk til Býlingshúsið Inni á Gøtu
Tórshavnar kommuna søkir vegna dagstovnin Býlingshúsið Inni á Gøtu eftir einum vaskifólki.

STARVIÐ
• 
Eitt starv sum vaskifólk 25 tímar um vikuna aðru hvørja viku

STOVNURIN
Býlingshúsið Inni á Gøtu liggur í býlinginum Inni á Gøtu í Hoyvík. Vit hava útsýni inn yvir Eysturoynna og Hoyvíkshagin er okkara nærmasti granni og verður størsti býarpartur í býnum. Stovnurin er ljósur og sera rúmligur og pláss er at røra seg bæði inni og úti.

Stovnurin er skipaður við tveimum vøggustovum við børnum í aldrinum 1/2 til 3 ár, og við tveimum barnagarðsstovum við børnum í aldrinum 3 til 6 ár. Í stovninum starvast í løtuni 17 starvsfólk.

VIT VÆNTA AT:
• 
tú ert røkin og nærløgd

tú ert stabil og møtir væl upp

tú kann arbeiða sjálvstøðugt

SETANARVIÐURSKIFTI
Vaskistarvið verður sett sambært sáttmála millum Arbeiðarafelagið og KAF
Talan er um eitt starv fast við starvsbyrjan 1. mars 2020 ella eftir nærri avtalu.

MEIRA FÆST AT VITA
Hevur tú spurningar til starvið, kanst tú venda tær til Rikke Bak, stovnsleiðara, á telefon 595533.

UMSÓKN
Umsókn saman við upplýsingum um útbúgving, viðmælum og royndum verður at senda til Tórshavnar kommunu á torshavn@torshavn.fo

Umsóknarfreistin er sunnudagin 23. februar 2020.






Øll størv
trýst her