Námsfrøðingar til Býlingshúsið millum Gilja
Tórshavnar Kommuna søkir vegna Býlingshúsið millum Gilja eftir:

• 
einum námsfrøðingi at arbeiða 35 tímar í vøggustovu, og

einum námsfrøðingi at arbeiða 15 tímar í vøggustovu

Størvini eru til setan 2. mars 2020 ella eftir nærri avtalu.

SETANARVIÐURSKIFTI
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.

UM STOVNIN
Í Reiðrinum ganga 12 børn í aldrinum 0-3 ár. Vit leggja dent á rúmligheit, viðurkenning, umsorgan og sjálvbjargni. Vit leita tískil eftir námsfrøðingum, ið megna at menna námsfrøðiliga arbeiðið út frá hesum hugtøkum.

VIT VÆNTA, AT:
• 
tú ert tolin og umsorganarfull/-ur

tú megnar at arbeiða sjálvstøðugt og kanst taka avgerðir


tær dámar at vera úti í náttúruni og brúka rørslu sum
námsfrøðiligt amboð

VIT BJÓÐA TÆR:
• 

eitt starv, har trivnaður, faklig menning og sparring verður
høgt raðfest


ein fjølbroyttan gerandisdag, har tú hevur møguleika at
seta tín dám á arbeiðið


eitt starv, har relatiónir og jaligt samskifti við starvsfelagar,
foreldur og børn, hevur stóran týdning

UMSÓKN
Umsókn saman við prógvi, møguligum viðmælum og upplýsing um royndir, verður at senda til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi týsdagin 25. februar 2020.

MEIRA FÆST AT VITA
Meira fæst at vita um okkum og starvið við at venda sær til Katrin Helgadóttir, stovnsleiðara, á telefon 217496.






Øll størv
trýst her