Arbeiðsfólk til kirkjugarðin við Velbastaðvegin
Søkt verður eftir arbeiðsfólki til kirkjugarðin við Velbastaðvegin og í Hoyvík.

Í starvinum skalt tú luttaka í øllum arbeiðum, sum toymi arbeiðir við, við tilvísing til gravaran, sum stendur fyri dagligu leiðsluni.

Til arbeiðið krevst ábyrgdarkensla og tignarligur atburður.

ARBEIÐIÐ FEVNIR UM M.A.
• 
grava gravir

koyra líkbil

vegleiða avvarðandi við grøvina

rudda

gera reint

annað fyrifallandi

FØRLEIKAKRØV
Tú skalt fyrst og fremst hava góðan ans fyri tí serliga starvi, sum talan er um.
Krav er at tú hevur vanligt koyrikort, og at tú hevur førleika til trygt at føra gravimaskinu við atliti at tí serliga arbeiði, ið talan er um.

SETANARVIÐURSKIFTI
Møtistaðið er í kirkjugarðinum við Velbastaðvegin.

Starvið er fast, tímalønt fulltíðarstarv, lønt sambært sáttmálanum millum Havnar Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag.

Arbeiðstíðin er í høvuðsheitum frá klokkan 8.00 til 16.00 vanligar gerandisdagar.
Tó skal roknast við úrtíðararbeiði 28-30 vikuskifti árliga, umframt høgtíðsdagar, eftirsum jarðarferðir eru so at siga allar dagar í árinum.

Ynskiligt er, at tú kanst byrja í starvinum sum skjótast.

VILT TÚ VITA MEIRA
Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til Gravaran, Hans Petur Joensen, á telefon +298 210570.

UMSÓKN
Umsókn saman við møguligum upplýsingum um viðkomandi royndir og møgulig viðmæli verða at senda til torshavn@torshavn.fo. Merkið umsóknina „Kirkjugarðar“.

Freistin at søkja starvið er 7. apríl 2020.






Øll størv
trýst her