Námsfrøðingur til Býlingshúsið vesturi á Flat
Søkt verður eftir námsfrøðingi at arbeiða 30 tímar um vikuna í vøggustovu. Starvið verður sett skjóstast tilber, ella eftir nærri avtalu.

Um námsfrøðingur ikki søkir, verður hjálparfólk sett í tíðaravmarkað starv.

VIT BJÓÐA
Vit bjóða eitt áhugavert starv í nærumhvørvi, har náttúran hevur stóran leiklut í gerandisdegnum. Dentur verður lagdur á, at børnini fáa avbjóðingar bæði innan- og uttandura, og at tú megnar at skapa ein tryggan gerandisdag við virðing og umsorgan fyri tí einstaka barninum, foreldrunum og starvsfeløgunum

VIT VÆNTA:
• 
at tær dámar at vera úti


at tú gevur títt íkast at brúka okkara náttúru og mentan sum
námsfrøðiligt amboð


at tú hevur hug og evni at menna námsfrøðiliga arbeiðið á
stovninum

at tú kann arbeiða sjálvstøðugt og taka ábyrgd

at tú leggur dent á samstarv og trivna fyri øll

SETANARVIÐURSKIFTI
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.

MEIRA FÆST AT VITA
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Turið Horn, stovnsleiðara, tlf. 275100.

UMSÓKN
Umsókn saman við viðmælum og upplýsingum um útbúgving og royndir skal sendast til torshavn@torshavn.fo

Umsóknarfreistin er 26. februar 2020.





Øll størv
trýst her