Býarløg 5. juni 2009 kl 19:00

Býarløg er ein framsýning í tíð og rúmi, har Anker Mortensen, Hansina Iversen og Hanni Bjartalíð sýna fram í Müllers Pakkhúsi

Mentanarnáttina 5. juni er Inger Smærup Sørensen kurator tá trý listafólk, við ymiskum arbeiðshátti og hvør sínum estetiskum sjónarhorni, leggja eitt felags rúm undir seg eina avmarkaða tíð.

Eftir at Inger Smærup Sørensen hevur latið framsýningina upp, fer Oddfríður Marni Rasmussen at lesa yrkingar.

Framsýningin Býarløg er opin til og við 20. juni 2009.

Anker Mortensen, Hansina Iversen og Hanni Bjartalíð leggja Müllers Pakkhús undir seg og í 14 dagar fara teirra verk at knýta seg til rúmið fyri at kanna møguleikarnar fyri nýskaptum støðum, nýggjum fyribrigdum og nýggjum formum.

Saman fara verkini í samrøðu við tað múrgyrda sosiala rúmið og býin uttanfyri gluggarnar, og tey skulu royna at svara spurninginum: Hvat merkir tað at vera á einum ávísum staði í einum ávísum rúmi til eina ávísa tíð.

100 ára haldið hjá Tórshavnar Kommunu er fegið um at bjóða til framsýningina “Býarløg – ein framsýning í tíð og rúmi” við verkum eftir Anker Mortensen, Hansinu Iversen og Hanna Bjartalíð. Framsýningin letur upp 5. juni klokkan 19.

Ofta verður sagt, at myndlist er púra leys frá sosiala og politiska veruleikanum. Listin er tann ideella og metafysiska miðjan og listin er “hugskotsins sansaliga skyn”. Í listini er tað andborna sættast við hondina, sansanin við skilið, skynsemið við kensluna, kroppurin við sálina, fyrimyndin við veruleikan, natúran við andan, tað óendaliga við tað endaliga og tað einstaka við felagsskapin. Listin hevur snøgt sagt nokk við seg sjálva. Soleiðis er eisini við verkunum hjá Anker Mortensen, Hansinu Iversen og Hanna Bjartalíð. Hvørt í sínum lagi eru verkini hjá hesum trimum listabólkum tað stórbæra og fulkomna núið. Verkini ryngja seg saman um seg sjálvi – leggja seg bert eftir tí reint listarliga og at fáa til vega sína egnu eind. Men á framsýningini “Býarløg – ein framsýning í tíð og rúmi” eru verkini eisini til staðar í einum býi, einum rúmi og eini tíð. Tí vilja tey saman virka í og spenna seg út í mótum sínum umhvørvin. Tey vilja lata seg upp fyri rúminum, tíðini, býnum og lívinum.

Verkin hjá teimum trimum listafólkunum skulu eina tíð finna ein felags hátt at liva undir í framsýningarhølinum í Müllers Pakkhúsi. Eini vøkur, men eisini avbjóðandi høli, sum geva listaverkunum gott viðrák og hart mótspæl. Tjúkku og tungu grótveggirnir í pakkhúsinum bera boð um nakað verandi, men verkini hjá Anker, Hansinu og Hanna búgva bara í rúminum eitt stutt bil. Tað er nevnliga ikki tað, at verkini eru til staðar í rúminum, men broytingin, inntrivið, burturbeiningin og órógvið, sum skal lova verkunum at skapa óendaliga nógv intensiv spenningsøki við hvørt annað. Hesin mátin at flætta seg saman við einum rúmi, ger tað samstundis gjørligt at venda upp og niður á tað verandi, skipa tað vanliga av nýggjum og hyggja við nýggjum eygum eftir tí vælkenda. Hvørt í sínum lagi vilja verkini fylla rúmið á sín egna hátt og velja síni egnu estetisku og ideologisku sjónarmið. Og saman vilja tey samskifta við hvørt annað, gera nýggjar samanhangir og ímyndir, sum dvølja í rúminum eitt bil, áðrenn verkini leggja leiðina til onnur framsýningarrúm, til onnur skap og onnur høpi..

Tá verkini hjá teimum trimum listafólkunum eina tíð leggja pakkhúsið undir seg, fyri at granska í rúmi og tíð í listini, lata tey seg eisini upp fyri øðrum rúmum, øðrum tíðum og øðrum støðum, og tey knýta seg til nýggj umhvørvi, nýggjar heimar, nýggjar samanhangir og nýggjar týdningar.

Sum áskoðari kunnu vit uppliva, at rúmið letur seg upp fyri okkum. Vit kunnu taka lut í, vísa frá okkum ella bara staðfesta teir nýggju samanhangir, nýggju týdningar og nýggja samskifti, sum verkini einsamøll ella saman skapa. Kanska gevur tað meining eina tíð.

 

Fagnaðarkvøða - 9. januar 2010 kl 19:30
Simme og tey fáa heiðursskjal - 10. desember 2009
Tey av Kamarinum fáa heiðursskjal - 10. desember 2009
Havnar søga fram til 1909 - 10. desember 2009 kl 17:00
Adventshugni í Kollafirði - 6. desember 2009 kl 16:00
Jóla- og familjukonsert - 6. desember 2009 kl 14:00+17:00
Sporini vaksa úr orðum - 3. desember 2009 kl 20:00
Ingálvur í nýggjum perspektivi - 27. november 2009 kl 17:00
Kastellið, sum fór í luftina - 27. november 2009
Skapanin í Ebenezer og Norðurlandahúsinum - 21. november 2009 kl 19:00
Havnar Fimleikafelag 100 - 13. november 2009
Traðkaðu fólkinum slóð - 12. november 2009 kl 16:00
Nólsoyar søga løgd fram - 12. november 2009 kl 15:00
Einleikarafelag Føroya - 7. november 2009 kl 16:00
Frelsunarherurin 85 ár - 25. oktober 2009 kl 16:00
Eitt undur á Tjóðpallinum - 24. oktober 2009 kl 19:00
Oh-hoy! Børn seta mentan á dagsskrá - 17. oktober 2009
Býráðslimir í Tórshavn síðan 1909 - 9. oktober 2009 kl 16:00
Móttøka fyri Havnar Bóltfelag - 3. oktober 2009 kl 18:30
Renning í Havn - 2. oktober 2009 kl 14:00
Heystkonsert - 27. september 2009 kl 16:00
Gentan, ið spældi við eld - 18. september 2009
Smábátar á Vestaruvág - 17. september 2009 kl 14:00
Morgan 100 í Havn - 14. september 2009 kl 12:00
Ættarbandið - 12. september 2009 kl 16:00
4.48 Psykosis - 12. september 2009
Tannlæknastovan 50 ár sum kommunalur stovnur - 11. september 2009 15:00-17:00
Havnin á YouTube - 10. september 2009 kl 14:00
LIST Í 3. - 1.-18. september 2009
Tórshavnar Marathon 2009 - 6. september 2009
Eg vil hava trøllini fram aftur! - 27. august 2009
20 ára samstarv við Nashville - 29. august 2009
Tónleikavinnudagur í Sjónleikarhúsinum - 27. august 2009
Matarlist í miðbýnum - 22. august 2009
Tórshavnar Matfestivalur - 22. august 2009 kl 14:00
Klæði, ið skapa føroyingin - 21. august 2009
Klæði, ið skapa føroyingin - 21. august 2009
Móti og mentan í Müllers pakkhúsi - 21.august 2009 kl 16:00
Nólsoyarmálarin - 15.-16. august 2009
Gluggaglæma - 13.-16. august 2009
Í bát at síggja land... - 16. august 2009 kl 08:00-19:00
Postkort úr Havn - 28. juli 2009 kl 20:00
Oggi í Snarskivuni - 16. juli-24. august 2009
Lívsins Landslag - 19. juli-16. august 2009
Bananlemonada - 23. juli-5. august 2009
Ingálvur í Degnshúsi - 28. juli 2009 kl 14:00
Ókendu Føroyar - 27. juli 2009 kl 15:00
Westward Ho til Nólsoyar - 9. august 2009 kl 14:00 + 16:00
Havnin – heimið – heimurin í 100 ár - 28. juli 2009 kl 17:00
Listavirðisløn í mentanargøtuni - 29. juli 2009 kl 14:00
Ólavsøkukantatan 2009 - 29. juli 2009 kl 12:00
Jógvan Arge setur ólavsøkuna - 28. juli 2009 kl 14:00
Futt í býin - 27. juli 2009 kl 20:00
Ólavsøkurenning 2009 - 27. juli 2009 18:00-19:30
Kasta breyð títt út á vatnið... - 26. juli 2009 kl 22:00
Havnarløg - 26. juli 2009 kl 16:00
Pietá - 25. juli-1. august 2009
Koloni Box - 3.-21. juli 2009
við Múrin - 16.-18. juli 2009
Íslendska Kristjana syngur jazz á Reinsarínum - 15. juli 2009 kl 20:00
Sangskeið og konsert við Kristjanu Stefánsdóttir - 11.-12. juli 2009
Meldurtíð við Una Arge - 10. juli 2009 kl 16:00
Asfalt í býnum! - 3.- 4. juli 2009
Tíðarbil - 5. juni 2009 kl. 22:00
Ingun Hansen í Snarskivuni - 4. juni 2009 kl 16:00
Ein gongutúrur í Havn - 27. juni 2009 kl 12:30
Summarsólstøður - 20. juni 2009 kl 21:00
100 ár við prædikum - 20. juni 2009 kl 20:30-21:00
Dollin í Tórsfagnaði - 20. juni 2009 kl 19:00-20:00
Ókeypis landsdystur - 20. juni 2009 kl 18:00
Atlantic Rhapsody. Ein dagur í Havn fyri 20 árum síðani - 20. juni 2009 kl 15:30 og 17:15
Tórgarð í Tórsfagnaði - 20. juni 2009 kl 15:15-16:15
Ragnar í Tórsfagnaði - 20. juni 2009 kl 13:00-14:00
FAROE5 í Tórsfagnaði - 20. juni 2009 kl 13:00-14:00
Hundrað metrar av kaku - 10:30-15:00
Kyrra - 19. juni 2009
Tilhaldið á Tórsbreyt - 16-17. juni 2009
Havnarsøgur á dvd - 16. juni 2009
Grafiskur verkstaður í 10 ár - 13. juni 2009 kl 16:00
Karius og Baktus í Grasagarði - 5. juni 2009 kl 14:00-17:00
Gamla Reinsarí í nýggjum hami - 5. juni 2009 kl. 10:00-17:00+20:30-24:00
Túnabóltur á Vaglinum - 5. juni 2009 kl 10:00 + 18:00
Súkklurnar fram - 5. juni 2009 kl 13:00
Jens Marius Poulsen setur mentanarnáttina - 5. juni 2009 kl 18:00
Riddarakrossur frá 200 - 5. juni 2009 kl 18:30
Millum menn og kvinnur í Havn - 5. juni 2009 kl 16:00-22:00
Livandi list - 5. juni 2009 kl 20:00
100 ár – 1000 sár - 5. juni 2009 kl 24:00
Undirbeat á mentanarnáttini - 6. juni kl 01:00-04:00
Funky Orka! - 4. mai 2009 kl 14:00
Heimstónar - 29. mai 2009 kl. 19:00
Djóradagar í Havnardali - 23.-24. mai 2009
Bjór til Havnar - 12. mai 2009 kl 15:00-16:00
The Sky is Opening - 12. mai 2009 kl 15:00-16:00
Hanne-Vibeke Holst - 11. mai 2009 kl 19:30
ORKA og Eivør - 9. mai 2009 kl 21:00
Várkonsert við Havnarkórinum - 3. mai 2009 kl 16:00
Flaggdagsrenning - 25. apríl 2009 kl 16:00
Vársól - Filmsstevna í Havn - 20.-26. apríl 2009
Magnus Musikus vitjar symfoniorkestrið - 23. april 2009 kl 10:00-11:00
Sløkkið ljósið og síggið stjørnurnar - 28. mars 2009 kl 20:00-21:30
Latið ei søguna doyggja... - 20. mars 2009 kl 13:00
Menn, ið hata kvinnur - 27. februar 2009 kl 19:00
Føroyar og Firenze - 27. februar 2009
The Wall til Havnar - 21. februar 2009 kl. 16:00
Unglingar telva NM í Havn - 12.-14. februar 2009
Geronimo 100 - 14. februar 2009 kl. 13:45
Vetrarjazzur - 30.-31. januar 2009
Ein havnarmaður skrivar dagbók - 29. januar 2009 kl 16:00
Mastra-skari í regni - 10. januar 2009 kl. 20:00
Jólakonsert við Føroya Symfoniorkesturi og 150 børnum - 7. desember 2008 kl. 16:00-18:00
Bókadagar á Reinsarínum í Tórsgøtu - 4. desember 2008 kl. 20:00-23:00
Búmerkið avdúkað - 27. november 2008
Hava vit tað ikki gott? - 27. november 2008
Fólkavald kommuna í 100 ár - 27. november 2008
Um búmerkið
Búmerkið er talið 100, ið er aldurin, sum fólkavalda Tórshavnar kommuna kann hátíðarhalda í 2009. Les meira
Søguligt baksýni
Við danskari ríkisdagslóg frá 1866 gjørdist Havnin fyrsta kommunan í Føroyum. Millum teir seks stýrislimirnar var fútin, ið hevði fastan sess. Les meira