Ingálvur í nýggjum perspektivi27. november 2009 kl 17:00
27. november 2009 kl 17:00 letur Listasavn Føroya upp eina framsýning við verkum hjá kendasta listamanninum úr Havn – Ingálvi av Reyni (1920-2005).

Framsýningin, ið er partur av 100 ára haldinum hjá Tórshavnar kommunu, er opin til 28. februar 2010.

Listasøgufrøðingurin Mikael Wivel velur listaverkini og leggur samstundis fram eina bók, har hann setur listina hjá Ingálvi í nýtt, altjóða perspektiv. Bókin, ið verður trímælt, føroysk, donsk og ensk, telur 300 blaðsíður. Í vavi verður bókin átøk henni um Ruth Smith, sum Listasavn Føroya gav út í 2007.

Mikael Wivel er kendur danskur ummælari og høvundur. Í fjør lat hann úr hondum risastóru bókina ’Dansk kunst i det 20. århundrede’.

Mikael Wivel er avmyndaður frammanfyri signaturinum hjá Ingálvi í fundarhølunum hjá Tórshavnar kommunu á Vaglinum í Havn.

Tá Ingálvur av Reyni í 1999 var evni á frímerkjum hjá Postverki Føroya, varð skrivað soleiðis um list hansara:

Ingálvur av Reyni er føddur 1920 í Tórshavn og hevur í síni ekspressionismu gjørt uppreistur ímóti tí episka innihaldinum í listini, sum føroysku undangongumenn hansara stóðu fyri, og hevur leitt myndlistina inn á nýggjar leiðir. Ein greiður koloristiskur franskur dámur ræður í hansara list - røtur aftur til Cézanne og Matisse.

Tann føroyska náttúran er aðalevnið, men uppfatað á ein annan hátt, sum heild og felagsnevnari fyri vond, klangi, brotum av einum kosmos. Lutirnir í náttúruni savnast í greiðar formar, vøtnini skiljast og myndagerðin snýr seg um at temja formar og rørslur, ljós, litir og rýtmu. Náttúrumyndin gevur hugskot til alsamt meira abstraherandi málingarlag.

Í ljósfyltum og litføgrum landsløgum, innihvørvum og figurmyndum frá 1940-50-árunum er einfaldingin við teimum greiðu formunum eyðkend. Linjurnar og formarnir úr náttúruni ganga inn í ella geva seg undir ta strongu komposisjónina, frítt frá øllum óviðkomandi lutum, og listaverkið verður ein mynd av øðrum innari og ytri veruleika. Støðugt sterkari mótsetningslitir verða settir hvør upp ímóti øðrum, til hetta í endanum á 1950-árunum kemur í hæddina við ógvisligum komplementerlita mótspæli.

Tann stóra broytingin hjá Ingálvi kom við serframsýning hansara í gamla kommunuskúlanum í Havn í 1961. Her sóu føroyingar á fyrsta sinni eina beinleiðis abstrakta fatan av náttúruni. Myndirnar høvdu heiti sum Kurpali og Sjón í fuglaeyga. Hendan framsýning týddi ikki, at tann nonfigurativa listin nú var komin fyri at vera - Ingálvur av Reyni kom í 1960-árunum og nakað inn í 1970-árini alsamt at mála landsløg sum ongantíð áður, umenn meira abstraherað, serstakliga myndaevnið bygdina við havið. Litalagið skiftir frá sterkum logandi litum yvir ein skæran gráligan, men alt annað enn turran tónastiga til tað djúpa svarta registrið.

Ein røð av verkum frá 1970-árunum eru abstraksjónir yvir figurbólkar og bera heiti sum Genta og Menniskju við havið - millum annað ein triptykon frá 1979 (Listasavn Føroya). Í 1980-90-árunum hevur Ingálvur av Reyni yvirhøvur verið abstraktur málari, um hetta hugtakið kann brúkast um nonfigurativa list, ið byggir á náttúrunar egnu formar, vond og klangir. Í hansara fýrisliga málaðu, stóru og avgjørdu komposisjónum brýtur listaverkið sær leið innanífrá. Heitir jarðlitir glógva frá teimum djúpastu løgunum, sjóða, tá ið teir koma í samband við kaldar gráar litflatar og festa í aðrar. Dramað er stríðið ímillum litirnar ella litbrigdini og tær hugbráðu rørslurnar hjá pensilsstrokunum. Rýtman verður stundum enn meira undirstrikað av skøvum frá pensilsskaftinum í ta tjúkku fernisskínandi litflánna. Hetta er konkret málningalist.

Ingálvur av Reyni var tikin úr leikum sum teknari. Býurin við húsunum um havnina, - skipini og bátarnir og tey menniskju, ið ferðast um tún og stræti - serliga tey gomlu havnarfólkini - eru avhildin myndevni. Andlitsdrøg verða fangað í knøppum tryggum strikum. Á mongu ferðum sínum til listarinnar klassisku evropeisku miðdeplar hevur hann teknað ein martýriligan hóp av fólkum og bólkum úr mannamúgvum, innihvørvi og gøtumyndir. Tekningarnar vísa ein artistiskan ans fyri neyvt at lýsa eyðkenni. Men hóast tekningarnar sostatt eru meira figurativar og frásøgukendar enn málningarnir, er myndaevnið undirgivið strikunnar egna lív og neyva skilmarkaða form. Í mongum førum hevur hann eisini gjørt nonfigurativar tekningar. 
Fagnaðarkvøða - 9. januar 2010 kl 19:30
Simme og tey fáa heiðursskjal - 10. desember 2009
Tey av Kamarinum fáa heiðursskjal - 10. desember 2009
Havnar søga fram til 1909 - 10. desember 2009 kl 17:00
Adventshugni í Kollafirði - 6. desember 2009 kl 16:00
Jóla- og familjukonsert - 6. desember 2009 kl 14:00+17:00
Sporini vaksa úr orðum - 3. desember 2009 kl 20:00
Kastellið, sum fór í luftina - 27. november 2009
Skapanin í Ebenezer og Norðurlandahúsinum - 21. november 2009 kl 19:00
Havnar Fimleikafelag 100 - 13. november 2009
Traðkaðu fólkinum slóð - 12. november 2009 kl 16:00
Nólsoyar søga løgd fram - 12. november 2009 kl 15:00
Einleikarafelag Føroya - 7. november 2009 kl 16:00
Frelsunarherurin 85 ár - 25. oktober 2009 kl 16:00
Eitt undur á Tjóðpallinum - 24. oktober 2009 kl 19:00
Oh-hoy! Børn seta mentan á dagsskrá - 17. oktober 2009
Býráðslimir í Tórshavn síðan 1909 - 9. oktober 2009 kl 16:00
Móttøka fyri Havnar Bóltfelag - 3. oktober 2009 kl 18:30
Renning í Havn - 2. oktober 2009 kl 14:00
Heystkonsert - 27. september 2009 kl 16:00
Gentan, ið spældi við eld - 18. september 2009
Smábátar á Vestaruvág - 17. september 2009 kl 14:00
Morgan 100 í Havn - 14. september 2009 kl 12:00
Ættarbandið - 12. september 2009 kl 16:00
4.48 Psykosis - 12. september 2009
Tannlæknastovan 50 ár sum kommunalur stovnur - 11. september 2009 15:00-17:00
Havnin á YouTube - 10. september 2009 kl 14:00
LIST Í 3. - 1.-18. september 2009
Tórshavnar Marathon 2009 - 6. september 2009
Eg vil hava trøllini fram aftur! - 27. august 2009
20 ára samstarv við Nashville - 29. august 2009
Tónleikavinnudagur í Sjónleikarhúsinum - 27. august 2009
Matarlist í miðbýnum - 22. august 2009
Tórshavnar Matfestivalur - 22. august 2009 kl 14:00
Klæði, ið skapa føroyingin - 21. august 2009
Klæði, ið skapa føroyingin - 21. august 2009
Móti og mentan í Müllers pakkhúsi - 21.august 2009 kl 16:00
Nólsoyarmálarin - 15.-16. august 2009
Gluggaglæma - 13.-16. august 2009
Í bát at síggja land... - 16. august 2009 kl 08:00-19:00
Postkort úr Havn - 28. juli 2009 kl 20:00
Oggi í Snarskivuni - 16. juli-24. august 2009
Lívsins Landslag - 19. juli-16. august 2009
Bananlemonada - 23. juli-5. august 2009
Ingálvur í Degnshúsi - 28. juli 2009 kl 14:00
Ókendu Føroyar - 27. juli 2009 kl 15:00
Westward Ho til Nólsoyar - 9. august 2009 kl 14:00 + 16:00
Havnin – heimið – heimurin í 100 ár - 28. juli 2009 kl 17:00
Listavirðisløn í mentanargøtuni - 29. juli 2009 kl 14:00
Ólavsøkukantatan 2009 - 29. juli 2009 kl 12:00
Jógvan Arge setur ólavsøkuna - 28. juli 2009 kl 14:00
Futt í býin - 27. juli 2009 kl 20:00
Ólavsøkurenning 2009 - 27. juli 2009 18:00-19:30
Kasta breyð títt út á vatnið... - 26. juli 2009 kl 22:00
Havnarløg - 26. juli 2009 kl 16:00
Pietá - 25. juli-1. august 2009
Koloni Box - 3.-21. juli 2009
við Múrin - 16.-18. juli 2009
Íslendska Kristjana syngur jazz á Reinsarínum - 15. juli 2009 kl 20:00
Sangskeið og konsert við Kristjanu Stefánsdóttir - 11.-12. juli 2009
Meldurtíð við Una Arge - 10. juli 2009 kl 16:00
Asfalt í býnum! - 3.- 4. juli 2009
Tíðarbil - 5. juni 2009 kl. 22:00
Ingun Hansen í Snarskivuni - 4. juni 2009 kl 16:00
Ein gongutúrur í Havn - 27. juni 2009 kl 12:30
Býarløg - 5. juni 2009 kl 19:00
Summarsólstøður - 20. juni 2009 kl 21:00
100 ár við prædikum - 20. juni 2009 kl 20:30-21:00
Dollin í Tórsfagnaði - 20. juni 2009 kl 19:00-20:00
Ókeypis landsdystur - 20. juni 2009 kl 18:00
Atlantic Rhapsody. Ein dagur í Havn fyri 20 árum síðani - 20. juni 2009 kl 15:30 og 17:15
Tórgarð í Tórsfagnaði - 20. juni 2009 kl 15:15-16:15
Ragnar í Tórsfagnaði - 20. juni 2009 kl 13:00-14:00
FAROE5 í Tórsfagnaði - 20. juni 2009 kl 13:00-14:00
Hundrað metrar av kaku - 10:30-15:00
Kyrra - 19. juni 2009
Tilhaldið á Tórsbreyt - 16-17. juni 2009
Havnarsøgur á dvd - 16. juni 2009
Grafiskur verkstaður í 10 ár - 13. juni 2009 kl 16:00
Karius og Baktus í Grasagarði - 5. juni 2009 kl 14:00-17:00
Gamla Reinsarí í nýggjum hami - 5. juni 2009 kl. 10:00-17:00+20:30-24:00
Túnabóltur á Vaglinum - 5. juni 2009 kl 10:00 + 18:00
Súkklurnar fram - 5. juni 2009 kl 13:00
Jens Marius Poulsen setur mentanarnáttina - 5. juni 2009 kl 18:00
Riddarakrossur frá 200 - 5. juni 2009 kl 18:30
Millum menn og kvinnur í Havn - 5. juni 2009 kl 16:00-22:00
Livandi list - 5. juni 2009 kl 20:00
100 ár – 1000 sár - 5. juni 2009 kl 24:00
Undirbeat á mentanarnáttini - 6. juni kl 01:00-04:00
Funky Orka! - 4. mai 2009 kl 14:00
Heimstónar - 29. mai 2009 kl. 19:00
Djóradagar í Havnardali - 23.-24. mai 2009
Bjór til Havnar - 12. mai 2009 kl 15:00-16:00
The Sky is Opening - 12. mai 2009 kl 15:00-16:00
Hanne-Vibeke Holst - 11. mai 2009 kl 19:30
ORKA og Eivør - 9. mai 2009 kl 21:00
Várkonsert við Havnarkórinum - 3. mai 2009 kl 16:00
Flaggdagsrenning - 25. apríl 2009 kl 16:00
Vársól - Filmsstevna í Havn - 20.-26. apríl 2009
Magnus Musikus vitjar symfoniorkestrið - 23. april 2009 kl 10:00-11:00
Sløkkið ljósið og síggið stjørnurnar - 28. mars 2009 kl 20:00-21:30
Latið ei søguna doyggja... - 20. mars 2009 kl 13:00
Menn, ið hata kvinnur - 27. februar 2009 kl 19:00
Føroyar og Firenze - 27. februar 2009
The Wall til Havnar - 21. februar 2009 kl. 16:00
Unglingar telva NM í Havn - 12.-14. februar 2009
Geronimo 100 - 14. februar 2009 kl. 13:45
Vetrarjazzur - 30.-31. januar 2009
Ein havnarmaður skrivar dagbók - 29. januar 2009 kl 16:00
Mastra-skari í regni - 10. januar 2009 kl. 20:00
Jólakonsert við Føroya Symfoniorkesturi og 150 børnum - 7. desember 2008 kl. 16:00-18:00
Bókadagar á Reinsarínum í Tórsgøtu - 4. desember 2008 kl. 20:00-23:00
Búmerkið avdúkað - 27. november 2008
Hava vit tað ikki gott? - 27. november 2008
Fólkavald kommuna í 100 ár - 27. november 2008
Um búmerkið
Búmerkið er talið 100, ið er aldurin, sum fólkavalda Tórshavnar kommuna kann hátíðarhalda í 2009. Les meira
Søguligt baksýni
Við danskari ríkisdagslóg frá 1866 gjørdist Havnin fyrsta kommunan í Føroyum. Millum teir seks stýrislimirnar var fútin, ið hevði fastan sess. Les meira