Hanne-Vibeke Holst11. mai 2009 kl 19:30

Hanne-Vibeke Holst verður at hoyra í Norðurlandahúsinum mánakvøldið 11. mai 2009 klokkan 19:30.

Tað eru Javnstøðunevndin og Demokratia, ið skipa fyri donsku rithøvundavitjanini.

100 ára haldið hjá Tórshavnar kommunu er stuðul, eftir sum 100 ár eru liðin síðani kvinnur í kommununi fyrstu ferð nýttu rættin at velja og vit fyrstu ferð kundu tosa um eina fólkavalda kommunu. Tað var á kommunuvalinum 27. november 1908. Valda býráðið, allir menn, tók við 1. januar 1909. Hetta er støðið undir 100 ára haldinum hjá Tórshavnar kommunu. 

Í tíðindaskrivi ynskja Javnstøðunevndin og Demokratia at skapa breiðan áhuga fyri javnstøðu og fyri týdninginum av javnstøðu í politikki og í samfelagnum.

Tiltakið hjá Javnstøðunevndini og Demokratia byrjar við, at Hanne-Vibeke Holst hevur framløgu um sítt skaldverk. Síðani verður sofaprát, har Brynhild Thomsen, blaðstjóri á Dimmalætting, hevur samrøðu við Hanne-Vibeke Holst.  Eisini verður høvi at hoyra eina kvinnurtrio KATA og kvinnukórið Cantabile syngja undir leiðslu av Unn Paturson.

Atgongumerkini kosta 100 kr. og kunnu keypast á heimasíðuni hjá Norðurlandahúsinum, www.nlh.fo, í Norðurlandahúsinum og á kunningarstovuni.

Umframt Tórshavnar kommunu og Eysturkommunu stuðla Norðurlandahúsið og Fuglafjarðar kommuna eisini tiltakinum.

Hanne-Vibeke Holst er fødd í 1959. Hon er útbúgvin journalistur og hevur seinastu mongu árini virkað sum skribentur, kjakari og rithøvundi til bøkur, filmar og sjónvarp. Hon er nevndarlimur í fleiri nevndum og í donsku UNESCO-kommissiónini. Eisini er hon Goodwill Ambassador fyri ST-fólkatalsgrunnin UNFPA. Hon tekur javnan lut í almenna kjakinum í Danmark, og leiklutur hennara sum rithøvundi og kjakari hevur ført til eina langa røð av prísum

Hon gav út fyrstu ungdómsbókina í 1980, og síðan komu fleiri. Mest kend er hon fyri verkið í trimum pørtum "Kronprinsessen" (2002), "Kongemordet" (2005) og "Dronningeofret" (2009). Her setir Holst fokus á vald, bæði sum politiskt hugtak og í viðurskiftunum millum kynini, í familjuni, á arbeiðsplássinum og annars.

Hetta verk hevur fingið sera góð ummæli, og nakrar av bókunum eru eisini gjørdar til film og sjónvarpsrøðir. Fleiri av bókunum eru umsettar til onnur mál, m.a. týskt og hollendskt.

Virðislønir:
De gyldne Laurbær 2008
Edvard Pedersens Biblioteksfonds Forfatterpris 2008
Hadsten Højskole-prísin 2007
Bog & Idé's lesaraprísin 2006
Dansk Kvindesamfunds Mathilde-prísin 2006
Årets Aktive Kvinde í 2004 av Lanndsforeningen Aktive Kvinder i Danmark
Søren Gyldendal Prísin 2003
Egholtprísin 1997
Kristian Dahls Minnisdelegat 1986
BMF barnabókaheiðursløn 1985

Bókaútgávur:
Dronningeofret (2009)
Kongemordet (2005)
Da jeg blev vred (2004)
Kronprinsessen (2002)
Nordjylland i McWorld - udvikling eller afvikling (2001)
Ned til kvinderne - da Per blev til Pia (2000)
Min moster migræne - Eller hvordan jeg blev kvinde (1999)
En lykkelig kvinde (1998)
Det virkelige liv (1994)
Thereses tilstand (1992)
Hjertets renhed (1990)
Nattens kys (1986)
Mor er løbet hjemmefra (1986)
Ud af røret, Majsa (1981)
Til sommer (1985)
Hejsa, Majsa! (1980)

Rasmus Flindt, Altinget tók myndina av Hanne-Vibeke Holst.

Fagnaðarkvøða - 9. januar 2010 kl 19:30
Simme og tey fáa heiðursskjal - 10. desember 2009
Tey av Kamarinum fáa heiðursskjal - 10. desember 2009
Havnar søga fram til 1909 - 10. desember 2009 kl 17:00
Adventshugni í Kollafirði - 6. desember 2009 kl 16:00
Jóla- og familjukonsert - 6. desember 2009 kl 14:00+17:00
Sporini vaksa úr orðum - 3. desember 2009 kl 20:00
Ingálvur í nýggjum perspektivi - 27. november 2009 kl 17:00
Kastellið, sum fór í luftina - 27. november 2009
Skapanin í Ebenezer og Norðurlandahúsinum - 21. november 2009 kl 19:00
Havnar Fimleikafelag 100 - 13. november 2009
Traðkaðu fólkinum slóð - 12. november 2009 kl 16:00
Nólsoyar søga løgd fram - 12. november 2009 kl 15:00
Einleikarafelag Føroya - 7. november 2009 kl 16:00
Frelsunarherurin 85 ár - 25. oktober 2009 kl 16:00
Eitt undur á Tjóðpallinum - 24. oktober 2009 kl 19:00
Oh-hoy! Børn seta mentan á dagsskrá - 17. oktober 2009
Býráðslimir í Tórshavn síðan 1909 - 9. oktober 2009 kl 16:00
Móttøka fyri Havnar Bóltfelag - 3. oktober 2009 kl 18:30
Renning í Havn - 2. oktober 2009 kl 14:00
Heystkonsert - 27. september 2009 kl 16:00
Gentan, ið spældi við eld - 18. september 2009
Smábátar á Vestaruvág - 17. september 2009 kl 14:00
Morgan 100 í Havn - 14. september 2009 kl 12:00
Ættarbandið - 12. september 2009 kl 16:00
4.48 Psykosis - 12. september 2009
Tannlæknastovan 50 ár sum kommunalur stovnur - 11. september 2009 15:00-17:00
Havnin á YouTube - 10. september 2009 kl 14:00
LIST Í 3. - 1.-18. september 2009
Tórshavnar Marathon 2009 - 6. september 2009
Eg vil hava trøllini fram aftur! - 27. august 2009
20 ára samstarv við Nashville - 29. august 2009
Tónleikavinnudagur í Sjónleikarhúsinum - 27. august 2009
Matarlist í miðbýnum - 22. august 2009
Tórshavnar Matfestivalur - 22. august 2009 kl 14:00
Klæði, ið skapa føroyingin - 21. august 2009
Klæði, ið skapa føroyingin - 21. august 2009
Móti og mentan í Müllers pakkhúsi - 21.august 2009 kl 16:00
Nólsoyarmálarin - 15.-16. august 2009
Gluggaglæma - 13.-16. august 2009
Í bát at síggja land... - 16. august 2009 kl 08:00-19:00
Postkort úr Havn - 28. juli 2009 kl 20:00
Oggi í Snarskivuni - 16. juli-24. august 2009
Lívsins Landslag - 19. juli-16. august 2009
Bananlemonada - 23. juli-5. august 2009
Ingálvur í Degnshúsi - 28. juli 2009 kl 14:00
Ókendu Føroyar - 27. juli 2009 kl 15:00
Westward Ho til Nólsoyar - 9. august 2009 kl 14:00 + 16:00
Havnin – heimið – heimurin í 100 ár - 28. juli 2009 kl 17:00
Listavirðisløn í mentanargøtuni - 29. juli 2009 kl 14:00
Ólavsøkukantatan 2009 - 29. juli 2009 kl 12:00
Jógvan Arge setur ólavsøkuna - 28. juli 2009 kl 14:00
Futt í býin - 27. juli 2009 kl 20:00
Ólavsøkurenning 2009 - 27. juli 2009 18:00-19:30
Kasta breyð títt út á vatnið... - 26. juli 2009 kl 22:00
Havnarløg - 26. juli 2009 kl 16:00
Pietá - 25. juli-1. august 2009
Koloni Box - 3.-21. juli 2009
við Múrin - 16.-18. juli 2009
Íslendska Kristjana syngur jazz á Reinsarínum - 15. juli 2009 kl 20:00
Sangskeið og konsert við Kristjanu Stefánsdóttir - 11.-12. juli 2009
Meldurtíð við Una Arge - 10. juli 2009 kl 16:00
Asfalt í býnum! - 3.- 4. juli 2009
Tíðarbil - 5. juni 2009 kl. 22:00
Ingun Hansen í Snarskivuni - 4. juni 2009 kl 16:00
Ein gongutúrur í Havn - 27. juni 2009 kl 12:30
Býarløg - 5. juni 2009 kl 19:00
Summarsólstøður - 20. juni 2009 kl 21:00
100 ár við prædikum - 20. juni 2009 kl 20:30-21:00
Dollin í Tórsfagnaði - 20. juni 2009 kl 19:00-20:00
Ókeypis landsdystur - 20. juni 2009 kl 18:00
Atlantic Rhapsody. Ein dagur í Havn fyri 20 árum síðani - 20. juni 2009 kl 15:30 og 17:15
Tórgarð í Tórsfagnaði - 20. juni 2009 kl 15:15-16:15
Ragnar í Tórsfagnaði - 20. juni 2009 kl 13:00-14:00
FAROE5 í Tórsfagnaði - 20. juni 2009 kl 13:00-14:00
Hundrað metrar av kaku - 10:30-15:00
Kyrra - 19. juni 2009
Tilhaldið á Tórsbreyt - 16-17. juni 2009
Havnarsøgur á dvd - 16. juni 2009
Grafiskur verkstaður í 10 ár - 13. juni 2009 kl 16:00
Karius og Baktus í Grasagarði - 5. juni 2009 kl 14:00-17:00
Gamla Reinsarí í nýggjum hami - 5. juni 2009 kl. 10:00-17:00+20:30-24:00
Túnabóltur á Vaglinum - 5. juni 2009 kl 10:00 + 18:00
Súkklurnar fram - 5. juni 2009 kl 13:00
Jens Marius Poulsen setur mentanarnáttina - 5. juni 2009 kl 18:00
Riddarakrossur frá 200 - 5. juni 2009 kl 18:30
Millum menn og kvinnur í Havn - 5. juni 2009 kl 16:00-22:00
Livandi list - 5. juni 2009 kl 20:00
100 ár – 1000 sár - 5. juni 2009 kl 24:00
Undirbeat á mentanarnáttini - 6. juni kl 01:00-04:00
Funky Orka! - 4. mai 2009 kl 14:00
Heimstónar - 29. mai 2009 kl. 19:00
Djóradagar í Havnardali - 23.-24. mai 2009
Bjór til Havnar - 12. mai 2009 kl 15:00-16:00
The Sky is Opening - 12. mai 2009 kl 15:00-16:00
ORKA og Eivør - 9. mai 2009 kl 21:00
Várkonsert við Havnarkórinum - 3. mai 2009 kl 16:00
Flaggdagsrenning - 25. apríl 2009 kl 16:00
Vársól - Filmsstevna í Havn - 20.-26. apríl 2009
Magnus Musikus vitjar symfoniorkestrið - 23. april 2009 kl 10:00-11:00
Sløkkið ljósið og síggið stjørnurnar - 28. mars 2009 kl 20:00-21:30
Latið ei søguna doyggja... - 20. mars 2009 kl 13:00
Menn, ið hata kvinnur - 27. februar 2009 kl 19:00
Føroyar og Firenze - 27. februar 2009
The Wall til Havnar - 21. februar 2009 kl. 16:00
Unglingar telva NM í Havn - 12.-14. februar 2009
Geronimo 100 - 14. februar 2009 kl. 13:45
Vetrarjazzur - 30.-31. januar 2009
Ein havnarmaður skrivar dagbók - 29. januar 2009 kl 16:00
Mastra-skari í regni - 10. januar 2009 kl. 20:00
Jólakonsert við Føroya Symfoniorkesturi og 150 børnum - 7. desember 2008 kl. 16:00-18:00
Bókadagar á Reinsarínum í Tórsgøtu - 4. desember 2008 kl. 20:00-23:00
Búmerkið avdúkað - 27. november 2008
Hava vit tað ikki gott? - 27. november 2008
Fólkavald kommuna í 100 ár - 27. november 2008
Um búmerkið
Búmerkið er talið 100, ið er aldurin, sum fólkavalda Tórshavnar kommuna kann hátíðarhalda í 2009. Les meira
Søguligt baksýni
Við danskari ríkisdagslóg frá 1866 gjørdist Havnin fyrsta kommunan í Føroyum. Millum teir seks stýrislimirnar var fútin, ið hevði fastan sess. Les meira