Jens Marius Poulsen setur mentanarnáttina5. juni 2009 kl 18:00

Mentanarnáttin 2009 verður sett á Vaglinum fríggjadagin 5. juni kl 18:00. Setanarrøðuna heldur Jens Marius Poulsen kommunustóri í Tórshavnar kommunu.

Eftir setanina framførir dansibólkur Hóps 'Let it Rock'.

Jens Marius hevur boðað frá at hann leggur frá sær í summar, nú hann verður 67 og hevur starvast í kommununi í 30 ár.

Tað var 1. juni í 1979 at Jens Marius tók við starvinum sum leiðari fyri líkningardeildini hjá Tórshavnar kommunu. Seks ár seinni gjørdist hann skrivstovustjóri hjá býráðnum og var virkandi býráðsskrivari í eitt ár, til Høgni Mohr tók við starvinum í 1987. Tá Høgni gavst í 1992, tók Jens Marius við sum býráðsskrivari, og tað starvið hevur hann røkt síðani. Fyri fimm árum síðani var heitið broytt til kommunustjóri.

Mentanarnáttin 2009 verður hildin í Havn fríggjadagin 5. juni. Hóast tiltøkini byrja longu kl. 10:00 verður Mentanarnáttin 2009 sett í Gamla Kommunuskúlagarði, tað er millum býráðssalin og fyrisitingina hjá Tórshavnar kommunu, kl. 18:00. Í ár er tað Jens Marius Poulsen, fráfarandi kommunustjóri, ið heldur setanarrøðuna. Í sambandi við setanina spælir Havnar Hornorkestur, og dansibólkurin Hóps framførir.

10:00-14:00 Túnabóltur í Gamla Kommunuskúlagarði
næmingar úr 6. og 7. flokki spæla

10:00-17:00 Føroya Landsbókasavn
Framsýning: 100 ár síðani V.U.Hammershaimb doyði

10:00-19:00 SMS Fimm Klakvíkskvinnur hava listaframsýning á torginum í SMS
Tær fimm eru: Dagny Tróndheim, Astrid Mouritsen, Sigga Petersen, Gull-Britt Hansen og Lydia Petersen.

10:00-21:00 Føroya Fornminnissavn og Útisavnið hava opið í Hoyvík

10:00-22:00 Føroya Náttúrugripasavn, V.U.Hammershaimbsgøta er opið

10.00-24:00 Gamla Reinsaríið í nýggjum hami:
10:00-12:00 Kaffisøla og okkurt til matna
12:00-13:00 Ponyríðing við ríðiskúlanum hjá Hera
13:00-15:00 Andlitsmáling til børn
17:00-18:00 Mótasýning
18:00-20:30 Steðgur
20:30-21:00 Skemt við Riu Tórgarð og Súsonnu Tórgarð
21:00-22:00 Mótasýning: Sirri, Siri, Klivin, Niels L. Arge og Royal
22:00-01:00 Steðgur
01:00-04:00 Undirbeat

11:00-21:00 Listaskálin, Oman Viðarlund,
Vilmantas – samleiki og fasta framsýningin eru opnar

11:00-23:00 Linsan, Áarvegur
Annette Bredstrup sýnir fram vovnar myndir av fiski

13:00-14:00 Súkklurnar fram!
Komið og súkklið frá Ítróttarhøllin á Hálsi gjøgnum miðbýin, út til Tekniska skúla í Smiðjugerði, har frukt og drekka fæst. Hetta er sami teinur, sum SIC framførir í tónleiki á Tjóðpallinum á midnátt

14:00-17:00 Karius og Baktus í Grasagarði
Barnatannrøktin, sum verður 50 ár, skipar fyri tiltakinum

14:00-17:00 Hin góði matpakkin í Grasagarði
Við plakat, faldara og mateskju, ið øll fáa sum gávu, kunnar Fyribyrgingarráðið um hin góða matpakkan 

14:00-01:00 Loppumarknaður við Gongugøtuna

15:00 Barnakór í Grasagarði
Eldra kór musikkskúlans, sum eru børn úr 3.-7. flokki, ið syngja undir leiðslu av Joannu Johansen og Sunleivi Rasmussen, koma í Grasagarð at syngja

15:00-18:00 Opið hús á Lágargarði, Stoffalág 84
Harmoniku- og klavertónleikur kl. 16.00 við næmingum úr Tórshavnar musikkskúla

15:30 Lágargarður, Stoffalág 84
Dupultkvartettin syngur

16:00 Lágargarður, Stoffalág 84
Harmoniku- og klavertónleikur við næmingum úr Tórshavnar musikkskúla

16:00 Hoyvíkar kirkja
Føroya Klarinettorkestur spælir

16:00-22:00 Listagluggin, Niels Finsens gøta 25
Millum menn og kvinnur í Havn - myndlistaframsýning Tórbjørn Olsen og Zacharias Heinesen

16:00-23:00 Leirlist í Varðagøtu 1
Verkstaður og skulpturgarðurin er opin

16:00-23:00 Smiðjan í Lítluvík, Skálatrøð
Rannvá Holm Mortensen hevur myndlistaframsýning ´

17:00 Lágargarður, Stoffalág 84
Albert Isfeldt greiðir frá um húsið

17:00 Óli Jacobsen vísir runt og sigur frá í Gamla Kirkjugarði
Óli hevur higartil skrivað 100 greinar úr Gamla Kirkjugarði. Rundferðin byrjar við høvuðsportrið

17:00-20:00 Tilhaldið í Tórsgøtu
Drekkamuður við heimabakaðum í kjallaranum í Tilhaldinum, inngongd frá Grasagarði

17:00-23:00 Gallerí Stephansons Hús
Listaframsýning hjá Janusi á Húsagarði

17:00-23:00 Kunningarstovan,
Vaglið 4
Felagið Tórshavn og Kunningarstovan eru 25 ár. Opið hús við kaffi og køkum

17:00-23:00 Bojsensgarður
Gamli urtagarðurin aftan fyri H.N Jacobsens bókahandil er opin

18:00 Setan í Gamla Kommunuskúlagarði
Havnar Hornorkestur spælir
Jens Marius Poulsen kommunustjóri setur Mentanarnáttina
Dansibólkurin Hóps framførir ‘Let it rock’ eftir setanina

18:00 Havnar Kirkja
Kirkjan er opin. Tónleikaframførslur verða kl 21:00 og 23:00

18:00-20:00 Ráðhúsið
Ráhúsið á Vaglinum er opið

18:00-20:00 Gongini, Heima í Havn
Eirikur Lindenskov
vísir runt og sigur frá í egnum húsum

18:00-22:00 Ríkisumboðið, Laðabrekka
Amtmansgarðurin er opin. Kl 20:00 syngur kórið Dropar

18:00-22:00 Westward Ho
, Lágakai
Opið skip

18:00-22:00 M/S Thorshavn, Lágakai
Opið skip og framsýning umborð

18:30 Túnabóltur í Gamla Kommunuskúlagarði
fyri FM- og steypavinnarar úr øllum landinum

18:30 Riddarakrossur frá 200
Grundlógardag 2009 handar rokkbólkurin 200 fyrsta almenna riddarakrossin við áskriftini 'Stokkholmssyndromið'. Handanin er við hornblástri í Vágsbotni.

18:30 TUTL
, Glade Hjørn
Dreingjakórið undir Brúnni syngur

18:30-22:00 Snarskivan, Gamli Kommunuskúlagarður
Ingun Hansen hevur myndlistaframsýning

18:30-23:00 Bursatangi
Tórshavnar Sløkkilið
er á Bursatanga

18:45 Havnar Bio
Filmssýning: Nátt á Fornminnissavninum (Nat på museet)

19:00 Snarskivan, Gamli Kommunuskúlagarður
Føroya Klarinettorkestur spælir

19:00 Føroya Ferðaleiðarafelag
Gongutúrur út á Reynið og Tinganes. Byrjað verður við Kunningarstovuna.

19:00 Handlarnir í SMS lata aftur

19:00-21:00 Tryggingarfelag Føroya
, Kongabrúgvin
Opið hús, skipað rundferð hvønn hálva tíma at síggja bygning og myndlist

19:00-21:00 Hoyvíkar Kirkja, Kirkjustræti, Hoyvík
Kirkjan er opin

19:00-22.00 Tórshavnar Móttøkuhús og Myndasavn, Tróndargøta
Høvi at síggja listasavnið hjá Tórshavnar kommunu

19:00-23:00 Müllers Pakkhús
Býarløg
- myndlistaframsýning, Inger Smærup Sørensen er kurator og setur framsýningina
Listafólkini eru Hanni Bjartalíð, Hansina Iversen og Anker Mortensen
Eftir setanina lesur Oddfríður Marni Rasmussen yrkingar

19:15 Felagið Tórshavn, gongubólkurin
Gongutúr oman eftir Varðagøtu við frásøgufólki. Byrjað verður á krossinum á gamla Oyggjarvegi

19:30 TUTL, Glade Hjørn
Havnar Dansifelag kvøður

Kl 20:00 Ríkisumboðið, Laðabrekka
Kórið Dropar syngur í Amtmansgarðinum

20:00 Havnar Bio
Filmssýning: Einglar og illir Andar (Engle og Dæmoner)

20:00 Beinta Vilhelmsen Niels Finsensgøta 38, við Havnará
Mótasýning við Beintu Vilhelmsen, Cosmeto og Salong Shair
Beinta Vilhelmsen, skraddari hevur opið til kl. 23:00

20:00 og 21:00 Landstýrið, Tinganes
Rundvísing í Skansapakkhúsinum, Vektar- og Sjóbúðini

20:00 og 21:30 M/S Thorshavn
, Lágakai
Stuttur sightseeing túrur út um Havnina, tilmelding umborð

20:00-21:00 Tilhaldið í Tórsgøtu
Felagssangur á veghæddini við Simma & kompaní

20:00-21:00 H.N.Jacobsens Bókahandil
Vaglið 2
Kom og heilsa uppá Oddvør Skarðhamar og fá eina smakkkiroynd úr køku- og dessertdreymabókini 

20:00-23:00 Miðlahúsið
Opið hús við kaffi og køku. Kl 21:00 spælir Bárður Johannesen lættan tónleik

20:00-23:00 Altjóðaskrivstovan, J.C.Svaboes gøta 14
Opið hús, øll kunnu koma at práta um framhaldandi lestur uttanlands

20:30 TUTL, Glade Hjørn
Bólkurin Marius spælir

21:00 Havnar Kirkja
Hugnaligur kafélíkur tónleikur og sangur í ymiskum stíli við Sigrid Sivertsen, sangur, Raymund Nielsen, guitar, Annette Nielsen, violin

21:00 Føroya Ferðaleiðarafelag
Kongavitjanin 1874. Byrjað verður við Kongaminnið

21:00 Tinghúsgarðurin
Konsert við Havnar Hornorkestri

21:00 Ebenezer, Niels Finsens gøta
Opið hús við sangløtu í stórasali, har Sangkórið í Ebenezer luttekur

21:00 Miðlahúsið
Bárður Johannesen spælir lættan tónleik

21:00 Havnar Bio
Filmssýning: Terminator Salvation

21:00-22:00 Reinsaríið í Tórsgøtu
Mótasýning: Sirri, Siri, Klivin, Niels L. Arge og Royal

21:30 TUTL, Glade Hjørn
Fløguaktuelli bólkurin 200 spælir

22:00 Havnar Kirkja
Tónleikaløta við Føroya Klarinettorkestri

22:00 Guðrið Hansdóttir í Mess
Almenn útgávureseptión fyri nýggju fløguna hjá Guðrið, The Sky is Opening. Guðrið spælir nøkur løg og signerar fløgur. Atgongumerki til útgávukonsertina hjá henni, sum er vikuskiftið aftaná, vera eisini til sølu. Mess skrivstovan er opin til midnátt.

22:00 Norðurlandahúsið, Norðari Ringvegur
Tíðarbil - myndlistaframsýning við Inga Joensen og Janusi Kamban, sála, har Havnin er í fokus. Framsýningin, ið fyri mesta partin er fotolist hjá Inga Joensen, hevur tíð og broytingar sum tema. Framsýningin Tíðarbil fevnir um alt húsið uttan Høllina og fleiri sløg av listagreinum. 
Undan framsýningini framførir Jóna K. Thomsen 'Eitt minni', sum er rørslubrot úr modernaðu dansiframsýningini 'Kyrra', ið verður frumframførd í Norðurlandahúsinum 19. juni 2009. Heðin Mortensen borgarstjóri setir framsýningina.

22:30 Ebenezer, Niels Finsens gøta
Ungdómskonsert á parkeringsøkinum norðan fyri Ebenezer

22:30 TUTL, Glade Hjørn
Fløguaktuelli Petur Pólson framførir

23:00 Havnar Kirkja
Svenskur og bulgarskur fólkatónleikur.
Anna Katrina Petersen, sangur, Angelika Nielsen, violin, Mikael Blak, kontrabas

23:00 Handlarnir í miðbýnum lata aftur

23:00 Vaglið
Tónleikur við Screaming Lobster Service

23:00 Havnar Bio
Filmssýning: State of Play

23:00 Telebúðin í miðbýnum
Framsýning: teletøkni gjøgnum tíðirnar

23:30 Vaglið
Happening
undir opnum himni mitt á Vaglinum

23:30 Havnar Bio
Filmssýning: Terminator Salvation

24:00-01:00 Tjóðpallurin
100 ár - 1000 sár
, rokkbólkurin SIC framførir bílagt tónleikaverk, ið er ein biltúrur gjøgnum miðbýin aftur við filmi hjá Landsverkfrøðinginum frá 1977. Teinurin er hin sami, sum verður súkklaður kl 13:00 sama dag. Konsertin við SIC er almenn og ókeypis

01:00-04:00 La Terrasse í Tórsgøtu
La Terrasse skipar fyri undirhaldi við plátuvendara og samstundis skipar Rio Bravo fyri grill-party
 
01:00-04:00 Reinsaríið í Tórsgøtu
Undirbeat í mentanargøtuni

nnnn

Fagnaðarkvøða - 9. januar 2010 kl 19:30
Simme og tey fáa heiðursskjal - 10. desember 2009
Tey av Kamarinum fáa heiðursskjal - 10. desember 2009
Havnar søga fram til 1909 - 10. desember 2009 kl 17:00
Adventshugni í Kollafirði - 6. desember 2009 kl 16:00
Jóla- og familjukonsert - 6. desember 2009 kl 14:00+17:00
Sporini vaksa úr orðum - 3. desember 2009 kl 20:00
Ingálvur í nýggjum perspektivi - 27. november 2009 kl 17:00
Kastellið, sum fór í luftina - 27. november 2009
Skapanin í Ebenezer og Norðurlandahúsinum - 21. november 2009 kl 19:00
Havnar Fimleikafelag 100 - 13. november 2009
Traðkaðu fólkinum slóð - 12. november 2009 kl 16:00
Nólsoyar søga løgd fram - 12. november 2009 kl 15:00
Einleikarafelag Føroya - 7. november 2009 kl 16:00
Frelsunarherurin 85 ár - 25. oktober 2009 kl 16:00
Eitt undur á Tjóðpallinum - 24. oktober 2009 kl 19:00
Oh-hoy! Børn seta mentan á dagsskrá - 17. oktober 2009
Býráðslimir í Tórshavn síðan 1909 - 9. oktober 2009 kl 16:00
Móttøka fyri Havnar Bóltfelag - 3. oktober 2009 kl 18:30
Renning í Havn - 2. oktober 2009 kl 14:00
Heystkonsert - 27. september 2009 kl 16:00
Gentan, ið spældi við eld - 18. september 2009
Smábátar á Vestaruvág - 17. september 2009 kl 14:00
Morgan 100 í Havn - 14. september 2009 kl 12:00
Ættarbandið - 12. september 2009 kl 16:00
4.48 Psykosis - 12. september 2009
Tannlæknastovan 50 ár sum kommunalur stovnur - 11. september 2009 15:00-17:00
Havnin á YouTube - 10. september 2009 kl 14:00
LIST Í 3. - 1.-18. september 2009
Tórshavnar Marathon 2009 - 6. september 2009
Eg vil hava trøllini fram aftur! - 27. august 2009
20 ára samstarv við Nashville - 29. august 2009
Tónleikavinnudagur í Sjónleikarhúsinum - 27. august 2009
Matarlist í miðbýnum - 22. august 2009
Tórshavnar Matfestivalur - 22. august 2009 kl 14:00
Klæði, ið skapa føroyingin - 21. august 2009
Klæði, ið skapa føroyingin - 21. august 2009
Móti og mentan í Müllers pakkhúsi - 21.august 2009 kl 16:00
Nólsoyarmálarin - 15.-16. august 2009
Gluggaglæma - 13.-16. august 2009
Í bát at síggja land... - 16. august 2009 kl 08:00-19:00
Postkort úr Havn - 28. juli 2009 kl 20:00
Oggi í Snarskivuni - 16. juli-24. august 2009
Lívsins Landslag - 19. juli-16. august 2009
Bananlemonada - 23. juli-5. august 2009
Ingálvur í Degnshúsi - 28. juli 2009 kl 14:00
Ókendu Føroyar - 27. juli 2009 kl 15:00
Westward Ho til Nólsoyar - 9. august 2009 kl 14:00 + 16:00
Havnin – heimið – heimurin í 100 ár - 28. juli 2009 kl 17:00
Listavirðisløn í mentanargøtuni - 29. juli 2009 kl 14:00
Ólavsøkukantatan 2009 - 29. juli 2009 kl 12:00
Jógvan Arge setur ólavsøkuna - 28. juli 2009 kl 14:00
Futt í býin - 27. juli 2009 kl 20:00
Ólavsøkurenning 2009 - 27. juli 2009 18:00-19:30
Kasta breyð títt út á vatnið... - 26. juli 2009 kl 22:00
Havnarløg - 26. juli 2009 kl 16:00
Pietá - 25. juli-1. august 2009
Koloni Box - 3.-21. juli 2009
við Múrin - 16.-18. juli 2009
Íslendska Kristjana syngur jazz á Reinsarínum - 15. juli 2009 kl 20:00
Sangskeið og konsert við Kristjanu Stefánsdóttir - 11.-12. juli 2009
Meldurtíð við Una Arge - 10. juli 2009 kl 16:00
Asfalt í býnum! - 3.- 4. juli 2009
Tíðarbil - 5. juni 2009 kl. 22:00
Ingun Hansen í Snarskivuni - 4. juni 2009 kl 16:00
Ein gongutúrur í Havn - 27. juni 2009 kl 12:30
Býarløg - 5. juni 2009 kl 19:00
Summarsólstøður - 20. juni 2009 kl 21:00
100 ár við prædikum - 20. juni 2009 kl 20:30-21:00
Dollin í Tórsfagnaði - 20. juni 2009 kl 19:00-20:00
Ókeypis landsdystur - 20. juni 2009 kl 18:00
Atlantic Rhapsody. Ein dagur í Havn fyri 20 árum síðani - 20. juni 2009 kl 15:30 og 17:15
Tórgarð í Tórsfagnaði - 20. juni 2009 kl 15:15-16:15
Ragnar í Tórsfagnaði - 20. juni 2009 kl 13:00-14:00
FAROE5 í Tórsfagnaði - 20. juni 2009 kl 13:00-14:00
Hundrað metrar av kaku - 10:30-15:00
Kyrra - 19. juni 2009
Tilhaldið á Tórsbreyt - 16-17. juni 2009
Havnarsøgur á dvd - 16. juni 2009
Grafiskur verkstaður í 10 ár - 13. juni 2009 kl 16:00
Karius og Baktus í Grasagarði - 5. juni 2009 kl 14:00-17:00
Gamla Reinsarí í nýggjum hami - 5. juni 2009 kl. 10:00-17:00+20:30-24:00
Túnabóltur á Vaglinum - 5. juni 2009 kl 10:00 + 18:00
Súkklurnar fram - 5. juni 2009 kl 13:00
Riddarakrossur frá 200 - 5. juni 2009 kl 18:30
Millum menn og kvinnur í Havn - 5. juni 2009 kl 16:00-22:00
Livandi list - 5. juni 2009 kl 20:00
100 ár – 1000 sár - 5. juni 2009 kl 24:00
Undirbeat á mentanarnáttini - 6. juni kl 01:00-04:00
Funky Orka! - 4. mai 2009 kl 14:00
Heimstónar - 29. mai 2009 kl. 19:00
Djóradagar í Havnardali - 23.-24. mai 2009
Bjór til Havnar - 12. mai 2009 kl 15:00-16:00
The Sky is Opening - 12. mai 2009 kl 15:00-16:00
Hanne-Vibeke Holst - 11. mai 2009 kl 19:30
ORKA og Eivør - 9. mai 2009 kl 21:00
Várkonsert við Havnarkórinum - 3. mai 2009 kl 16:00
Flaggdagsrenning - 25. apríl 2009 kl 16:00
Vársól - Filmsstevna í Havn - 20.-26. apríl 2009
Magnus Musikus vitjar symfoniorkestrið - 23. april 2009 kl 10:00-11:00
Sløkkið ljósið og síggið stjørnurnar - 28. mars 2009 kl 20:00-21:30
Latið ei søguna doyggja... - 20. mars 2009 kl 13:00
Menn, ið hata kvinnur - 27. februar 2009 kl 19:00
Føroyar og Firenze - 27. februar 2009
The Wall til Havnar - 21. februar 2009 kl. 16:00
Unglingar telva NM í Havn - 12.-14. februar 2009
Geronimo 100 - 14. februar 2009 kl. 13:45
Vetrarjazzur - 30.-31. januar 2009
Ein havnarmaður skrivar dagbók - 29. januar 2009 kl 16:00
Mastra-skari í regni - 10. januar 2009 kl. 20:00
Jólakonsert við Føroya Symfoniorkesturi og 150 børnum - 7. desember 2008 kl. 16:00-18:00
Bókadagar á Reinsarínum í Tórsgøtu - 4. desember 2008 kl. 20:00-23:00
Búmerkið avdúkað - 27. november 2008
Hava vit tað ikki gott? - 27. november 2008
Fólkavald kommuna í 100 ár - 27. november 2008
Um búmerkið
Búmerkið er talið 100, ið er aldurin, sum fólkavalda Tórshavnar kommuna kann hátíðarhalda í 2009. Les meira
Søguligt baksýni
Við danskari ríkisdagslóg frá 1866 gjørdist Havnin fyrsta kommunan í Føroyum. Millum teir seks stýrislimirnar var fútin, ið hevði fastan sess. Les meira