Asfalt í býnum!3.- 4. juli 2009
- Hvat er tað, sum er 173 km2 stórt, hevur 258 km av vegi, 61 hýruvognar, 51 sparkivøllir, 76 spælipláss, 14 sportshallir, 34 kirkjur og samkomuhús, 10 kirkjugarðar, yvir 20 matstovur og náttklubbar, viðalundir, universitet, kostar eina hálva milliard árliga at reka - og hevur fleiri enn 1000 sólskinstímar um árið?

Tað er sjálvandi høvuðstaður Føroya, Tórshavnar kommuna. Í hesum heksaketlinum búgva eisini 20.000 fólk og býurin er um at bresta av mentanartilboðum av øllum slagi.

Havnin er tað tættasta Føroyar koma einum rættum metropoli. Uttan at taka munnin ov fullan kunnu vit gott loyva okkum at kalla Havnina ein kókandi, altjóða mini-metropol!

Og tað er júst mini-metropolinum Havnini vit fagna við einari stórfingnari ASFALT-veitslu í tvey samfull døgn – 3. og 4. juli í ár. Her fer Havnin at vísa seg frá síni bestu síðu, vinsæl býður hon ungum og gomlum at fagna sær og øllum tí spruttandi kreativitetinum, sum mini-metropolurin hevur at bjóða.

Sum altíð er tónleikurin heilt sentralur á ársins ASFALT-veitslu. Longu nú hava hálvt-hundrað føroyskir publikumsfavorittar boðið sær til at seta tónar til veitsluna – við øllum frá gamlamannadansi til DJ’s, punk, popp, vísur, klassiskan tónleik, jass - og forvitnisliga tiltakið aftankvirru í Dómkirkjuni. Nevnast kunnu ein ørgrynni av favorittum sum PállFinnurPáll, Tinganest, Crawling Blue, Guðrið Hansdóttir, Spaðar 5, Petur Pólsson, Katrina Petersen, 3st, Tjant, Martin Joensen, Marius, Lív Næs, Niels Midjord, Símun úr Konoy, Uni Arge, Rókur Jákupsson, Deiggj, Líggjas Olsen, Anna Háberg og sangkvartettin Kata. Eisini verður høvi at læra seg at spæla guitar ”the Stanley-way” í workshop við júst Stanley Samuelsen. Og hettar er bara byrjanin. Fleiri koma afturat; tað er bara at fylgja við í bløðunum!

Tiltakið ”Føroyski Mótaheimurin 2009” á ársins ASFALT er annað og meiri enn eitt vanligt mótashow. Umframt róman av føroyskum sniðgevarum, sum Guðrun og Guðrun, Katrinu í Geil, Svanhild Strøm, Jóhonnu av Steinum, Beintu og Fridu Poulsen, Ann Højgaard og Elisu Heinesen, verða eisini accessories, sum hárboylar fra Elviru Thomsen og taskur frá Onnu Kristin Bæk, at síggja. Harafturat verða filmsillustratiónir hjá Marionnu Mørkøre, performances og tónleikur eftir Brynjólf á Heygum. Pallsnið og stíling: Ann-Rósa á Rógvu og Tóra Højgaard Joensen.

Ætlanin er eisini at fáa grafitti-listafólk at koma at seta dám á báðar dagarnar, Ingi Sørensen vísir okkum undirsjóvar-Føroyar í Posthúskjallaranum – og har verða eisini verk hjá Torbirni Olsen og Marionnu Bjørgheim. Carl Jóhan Jensen og Oddfríður Marni Rasmussen lesa upp og ASFALT bjóðar enntá uppá sjónleik og dansishow. Eitt av Føroya størstu tónaskøldum Sunleif Rasmussen fer, saman við strúkikvartettini Doriu, at læra frá sær. Harumframt verður høvi hjá føroyskum tónleikarum at hittast og læra at fáa pengar frá Koda.

Vit tora at lova, at ASFALT verður eitt tað størsta og mest fjølbroytta mentanartiltakið í Føroyum í ár. Og í hesum sparitíðum lova vit eisini, at her fært nú nógv, nógv mest fyri pengarnar. Atgongumerki kosta einans kr. 350,- fyri tað allarbesta Føroyar hava at bjóða uppá í ár innan tónleik, sjónleik, málningalist og móta. Og so fer alt fram í Føroya einasta mini-metropoli, sum eisini kann bjóða bestu matstovurnar, náttklubbarnar og shopping-møguleikarnar í landinum!

Tað er felagið hjá føroyskum tónleikarum, FUTT, sum skipar fyri ASFALT 3. og 4. juli í ár.  

SKRÀ FYRI ASFALT 2009:

2. juli
Musikskúlin á Frúutrøð
Kl 18 Skeið: Sunleif Rasmussen og Doria-kvartettin – Lær at leggja til rættis fyri strúkikvartett

3. juli
Posthúskjallarin
Myndaframsýning (Kl 18 – 23)
Ingi Sørensen
Malan Zachariassen
Torbjørn Olsen
Anker Eli Petersen
Scrub Art
Eyðun Muller Thomsen
Marianna Bjørgheim

Miðlahúsið
Kl 19 Lív Næs og Niels Midjord
Kl 20 Carl Johan Jensen
Kl 21 Petur Háberg trio
Kl 22 Martin Joensen

Havnar Kirkja
Aftankvirra:
Kl 20 Kvirra
Kl 21 Kata
Kl 21:30 Theodor Olsen
Kl 21:50 Kata

Reinsaríið
Kl 19:30 Yggdrasil
Kl 20:30 Petur Pólson
Kl 21:30 Oddfríður og innalvini
Kl 22:30 Tjant
Kl 23:30 Guðrið Hansdóttir

Tjóðpallurin
Kl 23 Spírar (Show við fø. sniðgeving og fø. uppruna tónl.)
Kl 00 Synarchy

DJ-Futt (á pallinum frammanfyri Margarin Fabrikkina)
Kl 00 FRAU
Kl 01 B.A.B.Y.
Kl 02 Katrine Ring

Futt-teltið
Kl 22 Símum úr Konoy
Kl 23:30 Deiggj
Kl 00:30 Atlantic Airways burturlutar ein flogferðaseðil aftur og fram (lutakast verður millum seldu atgongumerkini)
Kl 01 Showmenn

4. juli
Havnar Kirkja
Kl 11:30 Doria-kvartettin

Miðlahúsið
Kl 14 Skeið: Guitar-tunings við Stanley Samuelsen
Kl 15 47 konsertir í 60 dagar - Sic greiða frá royndunum teir hava gjørt, nú teir hava verið á stórari konsertferð.
Kl 16:30 Sangskrivaraskeið, hvat fekk eg burturúr? Petur Háberg greiðir frá
Kl 18 Person
Kl 19 Heri Olsen
Kl 20 Jensina Olsen og Janus Kampmann
Kl 21 Stanley Samuelsen
Kl 22 Marius

Tutl (á Káta horninum)
Kl 17 Skeið: Lær at nýta ”Mit Koda”

Reinsaríið
Kl 18 The jumanji experiment
Kl 18:45 Euthanasia
Kl 19:30 Plastic Hero 
Kl 20:15 Rebekka Petersen & co
Kl 21 Ársins songrødd: Birita Poulsen
Kl 21:30 3-st
Kl 22:30 Onion Tree
Kl 23:30 Jóan Petur

Tjóðpallurin
Kl 18:30 Katrina Petersen
Kl 19:30 Uni Arge
Kl 20:30 Reverb
Kl 21:30 Anna Háberg
Kl 22:30 Kaj Klein - gestur Tóroddur Poulsen
Kl 23:30-Sic
Kl 00:30 Steso

DJ-Futt (á pallinum frammanfyri Margarin Fabrikkina)
Kl 00 FRAU
Kl 01 Katrine Ring
Kl 03 B. A. B. Y

Futt-teltið
Kl 21 Hóps
Kl 22 Hanus
Kl 23 Páll Finnur Páll
Kl 00 Tinganest
Kl 01 Spaðar 5

Posthúskjallarin
Myndaframsýning (Kl 18 – 23)
Marianna Bjørgheim
Ingi Sørensen
Malan Zachariassen
Anker Eli Petersen
Eyðun Muller Thomsen
Scrub Art
Torbjørn Olsen

Fagnaðarkvøða - 9. januar 2010 kl 19:30
Simme og tey fáa heiðursskjal - 10. desember 2009
Tey av Kamarinum fáa heiðursskjal - 10. desember 2009
Havnar søga fram til 1909 - 10. desember 2009 kl 17:00
Adventshugni í Kollafirði - 6. desember 2009 kl 16:00
Jóla- og familjukonsert - 6. desember 2009 kl 14:00+17:00
Sporini vaksa úr orðum - 3. desember 2009 kl 20:00
Ingálvur í nýggjum perspektivi - 27. november 2009 kl 17:00
Kastellið, sum fór í luftina - 27. november 2009
Skapanin í Ebenezer og Norðurlandahúsinum - 21. november 2009 kl 19:00
Havnar Fimleikafelag 100 - 13. november 2009
Traðkaðu fólkinum slóð - 12. november 2009 kl 16:00
Nólsoyar søga løgd fram - 12. november 2009 kl 15:00
Einleikarafelag Føroya - 7. november 2009 kl 16:00
Frelsunarherurin 85 ár - 25. oktober 2009 kl 16:00
Eitt undur á Tjóðpallinum - 24. oktober 2009 kl 19:00
Oh-hoy! Børn seta mentan á dagsskrá - 17. oktober 2009
Býráðslimir í Tórshavn síðan 1909 - 9. oktober 2009 kl 16:00
Móttøka fyri Havnar Bóltfelag - 3. oktober 2009 kl 18:30
Renning í Havn - 2. oktober 2009 kl 14:00
Heystkonsert - 27. september 2009 kl 16:00
Gentan, ið spældi við eld - 18. september 2009
Smábátar á Vestaruvág - 17. september 2009 kl 14:00
Morgan 100 í Havn - 14. september 2009 kl 12:00
Ættarbandið - 12. september 2009 kl 16:00
4.48 Psykosis - 12. september 2009
Tannlæknastovan 50 ár sum kommunalur stovnur - 11. september 2009 15:00-17:00
Havnin á YouTube - 10. september 2009 kl 14:00
LIST Í 3. - 1.-18. september 2009
Tórshavnar Marathon 2009 - 6. september 2009
Eg vil hava trøllini fram aftur! - 27. august 2009
20 ára samstarv við Nashville - 29. august 2009
Tónleikavinnudagur í Sjónleikarhúsinum - 27. august 2009
Matarlist í miðbýnum - 22. august 2009
Tórshavnar Matfestivalur - 22. august 2009 kl 14:00
Klæði, ið skapa føroyingin - 21. august 2009
Klæði, ið skapa føroyingin - 21. august 2009
Móti og mentan í Müllers pakkhúsi - 21.august 2009 kl 16:00
Nólsoyarmálarin - 15.-16. august 2009
Gluggaglæma - 13.-16. august 2009
Í bát at síggja land... - 16. august 2009 kl 08:00-19:00
Postkort úr Havn - 28. juli 2009 kl 20:00
Oggi í Snarskivuni - 16. juli-24. august 2009
Lívsins Landslag - 19. juli-16. august 2009
Bananlemonada - 23. juli-5. august 2009
Ingálvur í Degnshúsi - 28. juli 2009 kl 14:00
Ókendu Føroyar - 27. juli 2009 kl 15:00
Westward Ho til Nólsoyar - 9. august 2009 kl 14:00 + 16:00
Havnin – heimið – heimurin í 100 ár - 28. juli 2009 kl 17:00
Listavirðisløn í mentanargøtuni - 29. juli 2009 kl 14:00
Ólavsøkukantatan 2009 - 29. juli 2009 kl 12:00
Jógvan Arge setur ólavsøkuna - 28. juli 2009 kl 14:00
Futt í býin - 27. juli 2009 kl 20:00
Ólavsøkurenning 2009 - 27. juli 2009 18:00-19:30
Kasta breyð títt út á vatnið... - 26. juli 2009 kl 22:00
Havnarløg - 26. juli 2009 kl 16:00
Pietá - 25. juli-1. august 2009
Koloni Box - 3.-21. juli 2009
við Múrin - 16.-18. juli 2009
Íslendska Kristjana syngur jazz á Reinsarínum - 15. juli 2009 kl 20:00
Sangskeið og konsert við Kristjanu Stefánsdóttir - 11.-12. juli 2009
Meldurtíð við Una Arge - 10. juli 2009 kl 16:00
Tíðarbil - 5. juni 2009 kl. 22:00
Ingun Hansen í Snarskivuni - 4. juni 2009 kl 16:00
Ein gongutúrur í Havn - 27. juni 2009 kl 12:30
Býarløg - 5. juni 2009 kl 19:00
Summarsólstøður - 20. juni 2009 kl 21:00
100 ár við prædikum - 20. juni 2009 kl 20:30-21:00
Dollin í Tórsfagnaði - 20. juni 2009 kl 19:00-20:00
Ókeypis landsdystur - 20. juni 2009 kl 18:00
Atlantic Rhapsody. Ein dagur í Havn fyri 20 árum síðani - 20. juni 2009 kl 15:30 og 17:15
Tórgarð í Tórsfagnaði - 20. juni 2009 kl 15:15-16:15
Ragnar í Tórsfagnaði - 20. juni 2009 kl 13:00-14:00
FAROE5 í Tórsfagnaði - 20. juni 2009 kl 13:00-14:00
Hundrað metrar av kaku - 10:30-15:00
Kyrra - 19. juni 2009
Tilhaldið á Tórsbreyt - 16-17. juni 2009
Havnarsøgur á dvd - 16. juni 2009
Grafiskur verkstaður í 10 ár - 13. juni 2009 kl 16:00
Karius og Baktus í Grasagarði - 5. juni 2009 kl 14:00-17:00
Gamla Reinsarí í nýggjum hami - 5. juni 2009 kl. 10:00-17:00+20:30-24:00
Túnabóltur á Vaglinum - 5. juni 2009 kl 10:00 + 18:00
Súkklurnar fram - 5. juni 2009 kl 13:00
Jens Marius Poulsen setur mentanarnáttina - 5. juni 2009 kl 18:00
Riddarakrossur frá 200 - 5. juni 2009 kl 18:30
Millum menn og kvinnur í Havn - 5. juni 2009 kl 16:00-22:00
Livandi list - 5. juni 2009 kl 20:00
100 ár – 1000 sár - 5. juni 2009 kl 24:00
Undirbeat á mentanarnáttini - 6. juni kl 01:00-04:00
Funky Orka! - 4. mai 2009 kl 14:00
Heimstónar - 29. mai 2009 kl. 19:00
Djóradagar í Havnardali - 23.-24. mai 2009
Bjór til Havnar - 12. mai 2009 kl 15:00-16:00
The Sky is Opening - 12. mai 2009 kl 15:00-16:00
Hanne-Vibeke Holst - 11. mai 2009 kl 19:30
ORKA og Eivør - 9. mai 2009 kl 21:00
Várkonsert við Havnarkórinum - 3. mai 2009 kl 16:00
Flaggdagsrenning - 25. apríl 2009 kl 16:00
Vársól - Filmsstevna í Havn - 20.-26. apríl 2009
Magnus Musikus vitjar symfoniorkestrið - 23. april 2009 kl 10:00-11:00
Sløkkið ljósið og síggið stjørnurnar - 28. mars 2009 kl 20:00-21:30
Latið ei søguna doyggja... - 20. mars 2009 kl 13:00
Menn, ið hata kvinnur - 27. februar 2009 kl 19:00
Føroyar og Firenze - 27. februar 2009
The Wall til Havnar - 21. februar 2009 kl. 16:00
Unglingar telva NM í Havn - 12.-14. februar 2009
Geronimo 100 - 14. februar 2009 kl. 13:45
Vetrarjazzur - 30.-31. januar 2009
Ein havnarmaður skrivar dagbók - 29. januar 2009 kl 16:00
Mastra-skari í regni - 10. januar 2009 kl. 20:00
Jólakonsert við Føroya Symfoniorkesturi og 150 børnum - 7. desember 2008 kl. 16:00-18:00
Bókadagar á Reinsarínum í Tórsgøtu - 4. desember 2008 kl. 20:00-23:00
Búmerkið avdúkað - 27. november 2008
Hava vit tað ikki gott? - 27. november 2008
Fólkavald kommuna í 100 ár - 27. november 2008
Um búmerkið
Búmerkið er talið 100, ið er aldurin, sum fólkavalda Tórshavnar kommuna kann hátíðarhalda í 2009. Les meira
Søguligt baksýni
Við danskari ríkisdagslóg frá 1866 gjørdist Havnin fyrsta kommunan í Føroyum. Millum teir seks stýrislimirnar var fútin, ið hevði fastan sess. Les meira