Ragnar í Tórsfagnaði 20. juni 2009 kl 13:00-14:00
Ragnar Finnson er ungi havnardrongurin, sum við punk í hárinum rokkaði seg inn í hvørt hjartað í sjónvarpssendingini Talent 2008.

Heima í Havn hevur Ragnar egið orkestur, sum á Tórsfagnaðinum fer at spæla heimagjørt tilfar.

Tórsfagnaður, sum við ókeypis uttanduratiløkum vendir sær til børn og vaksin, verður á Skálatrøð 20. juni 2009 kl 10:00-15:00.

Orkestrið hjá Ragnari, sum fyrr nevndist A-55, kallar seg nú Stewies Loveranch.

Enn sum áður spælir unga og lívliga orkestrið hjá Ragnari kontantan og svingandi
rokk við eini greiðari heilsan unvegis Green Day til punk í sjeytiárunum, men eisini aftur til gittarspælið hjá Pete Townshend í sekstiárunum.

Stewies Loveranch eru: Ragnar, gittar og sang, Árni, gittar og kór, Josva, trummur og Jóan Pauli, bass. Bólkurin hevur verið til í eitt ár og teir spæla heimagjørd løg.

Skráin fyri Tórsfagnaðin á Skálatrøð og býnum annars leygardagin 20. juni 2009 er henda:

09:00-10:00 Havnar Kirkja, barnaløta við sangi, Anna D. Hansen prestur sigur børnunum eina søgu
09:00-10:00 Bahá’i Samfelagið, bønarløta og 100 ára hátíðarhald fyri kommununi í Ovaragøtu 16, Hoyvík
09:00-10:00 Kirkju- og missiónshúsið á Argjum, stutt andakt við morgunmati og morgunsangi
09:00-09:45 Ebenezer, barnamøti við sangi, sangkóri og einari søgu

09:45-10:00 G.H.M. spælir við inngongdina í Vágsbotni
10:00-10:15 Havnar Hornorkestur spælir á pallinum
10:15-10:30 Setan, Heðin Mortensen borgarstjóri
10:35-10:50 Havnarkórið syngur
10:55-11:15 Knarkar úr Havnar Harmonikufelag spæla

10:30-15:00 100 metur long køka frá Mylnuni verður skorin

10:00-15:00 Túnabóltur fyri øll, hoppiborg, karusell, fiskakør, brandbilar, Westward Ho, Norðlýsið, Thorshavn, andlitsmáling, sápubløðrur og mangt annað úti, og ókeypis fyri øll á allari Skálatrøð

11:30-20:00 Smiðjuni í Lítluvík: Kári Svensson letur upp framsýningina Nýtt úr Havn, sum er skitsur, akvarell, pastell og oljumálningar, har Havnin er støðið, inspirasjónin og sjálvt myndaevnið. Framsýningin er opin til og við týsdegnum 23. juni.

11:30-11:40 Estetiskur fimleikur, gentur
11:40-12:00 Meyla og dansigenturnar
12:00-12:15 Veðurballón verður send upp
12:20-12:30 Flenniskeið
12:35-12:50 Gyklarin Rógvi Dam

13:00-13:10 Hóps dansa
13:15-13:35 FAROE5
13:40-13:50 Hóps dansa
13:55-14:15 Ragnar og Stewies Loveranch

14:15-14:35 Havnarkórið syngur
14:35-14:45 Kommunan takkar
14:45-15:00 Tveir felagssangir um Havnina

15:15-16:15 Gunnar Hoydal rundferð i miðbýnum at síggja hús, sum H.C.W. Tórgarð hevur teknað. Vit byrja í Nonnuskúlagarðinum, haðani ganga vit til Sjónleikarhúsið, Realskúlan, Mitens Hús, Gamla Meiaríið, Sjómansheimið, Amtslæknahúsini og húsini hjá Valdemari Lützen

15:00-18:00 Opið hús og framsýning í Grafiska Verkstaði Føroya v/Jan Anderson. Rundvísing í Bollafabrikkin hjá Öström

15:30-16:45 Atlantic Rhapsody, filmur eftir Katrina Ottarsdóttir frá 1989, í Havnar Bio
17:15-18:30 Atlantic Rhapsody, filmur eftir Katrina Ottarsdóttir frá 1989, í Havnar Bio

16:00 Handlarnir í miðbýnum lata aftur

18:00-20:00 Hondbóltslandsdystur Føroyar-Bosnia í Ítróttar- og samkomuhøllini á Hálsi

19:00-20:00 Óli Jacobsen, rundvísing í Gamla Kirkjugarði við høvuðsdenti á ’Dollan’, ið var trúboðari í Kongo fyri 100 árum síðani

20:30-21:00 100 ár síðani fyrstu føroysku prædiku. Carl Jóhan Jensen heldur fyrilestur um tjóðskap og fríkirkjur í Føroya Fólkaháskúla í Hornabø, sum eisini fyllir 100

21:00-24:00 Miðsummarbál í Sandágerði við miðsummartalu, ponyríðing, bollum, kakao, tónleiki og føroyskum dansi. Bárður Johannesen spælir keyboard; Guðrið Hansdóttir syngur og Tøkum Lætt og Dansifelagið kvøða

Smærri broytingar í tíðunum fyri tiltøkini kunnu koma fyri

Fagnaðarkvøða - 9. januar 2010 kl 19:30
Simme og tey fáa heiðursskjal - 10. desember 2009
Tey av Kamarinum fáa heiðursskjal - 10. desember 2009
Havnar søga fram til 1909 - 10. desember 2009 kl 17:00
Adventshugni í Kollafirði - 6. desember 2009 kl 16:00
Jóla- og familjukonsert - 6. desember 2009 kl 14:00+17:00
Sporini vaksa úr orðum - 3. desember 2009 kl 20:00
Ingálvur í nýggjum perspektivi - 27. november 2009 kl 17:00
Kastellið, sum fór í luftina - 27. november 2009
Skapanin í Ebenezer og Norðurlandahúsinum - 21. november 2009 kl 19:00
Havnar Fimleikafelag 100 - 13. november 2009
Traðkaðu fólkinum slóð - 12. november 2009 kl 16:00
Nólsoyar søga løgd fram - 12. november 2009 kl 15:00
Einleikarafelag Føroya - 7. november 2009 kl 16:00
Frelsunarherurin 85 ár - 25. oktober 2009 kl 16:00
Eitt undur á Tjóðpallinum - 24. oktober 2009 kl 19:00
Oh-hoy! Børn seta mentan á dagsskrá - 17. oktober 2009
Býráðslimir í Tórshavn síðan 1909 - 9. oktober 2009 kl 16:00
Móttøka fyri Havnar Bóltfelag - 3. oktober 2009 kl 18:30
Renning í Havn - 2. oktober 2009 kl 14:00
Heystkonsert - 27. september 2009 kl 16:00
Gentan, ið spældi við eld - 18. september 2009
Smábátar á Vestaruvág - 17. september 2009 kl 14:00
Morgan 100 í Havn - 14. september 2009 kl 12:00
Ættarbandið - 12. september 2009 kl 16:00
4.48 Psykosis - 12. september 2009
Tannlæknastovan 50 ár sum kommunalur stovnur - 11. september 2009 15:00-17:00
Havnin á YouTube - 10. september 2009 kl 14:00
LIST Í 3. - 1.-18. september 2009
Tórshavnar Marathon 2009 - 6. september 2009
Eg vil hava trøllini fram aftur! - 27. august 2009
20 ára samstarv við Nashville - 29. august 2009
Tónleikavinnudagur í Sjónleikarhúsinum - 27. august 2009
Matarlist í miðbýnum - 22. august 2009
Tórshavnar Matfestivalur - 22. august 2009 kl 14:00
Klæði, ið skapa føroyingin - 21. august 2009
Klæði, ið skapa føroyingin - 21. august 2009
Móti og mentan í Müllers pakkhúsi - 21.august 2009 kl 16:00
Nólsoyarmálarin - 15.-16. august 2009
Gluggaglæma - 13.-16. august 2009
Í bát at síggja land... - 16. august 2009 kl 08:00-19:00
Postkort úr Havn - 28. juli 2009 kl 20:00
Oggi í Snarskivuni - 16. juli-24. august 2009
Lívsins Landslag - 19. juli-16. august 2009
Bananlemonada - 23. juli-5. august 2009
Ingálvur í Degnshúsi - 28. juli 2009 kl 14:00
Ókendu Føroyar - 27. juli 2009 kl 15:00
Westward Ho til Nólsoyar - 9. august 2009 kl 14:00 + 16:00
Havnin – heimið – heimurin í 100 ár - 28. juli 2009 kl 17:00
Listavirðisløn í mentanargøtuni - 29. juli 2009 kl 14:00
Ólavsøkukantatan 2009 - 29. juli 2009 kl 12:00
Jógvan Arge setur ólavsøkuna - 28. juli 2009 kl 14:00
Futt í býin - 27. juli 2009 kl 20:00
Ólavsøkurenning 2009 - 27. juli 2009 18:00-19:30
Kasta breyð títt út á vatnið... - 26. juli 2009 kl 22:00
Havnarløg - 26. juli 2009 kl 16:00
Pietá - 25. juli-1. august 2009
Koloni Box - 3.-21. juli 2009
við Múrin - 16.-18. juli 2009
Íslendska Kristjana syngur jazz á Reinsarínum - 15. juli 2009 kl 20:00
Sangskeið og konsert við Kristjanu Stefánsdóttir - 11.-12. juli 2009
Meldurtíð við Una Arge - 10. juli 2009 kl 16:00
Asfalt í býnum! - 3.- 4. juli 2009
Tíðarbil - 5. juni 2009 kl. 22:00
Ingun Hansen í Snarskivuni - 4. juni 2009 kl 16:00
Ein gongutúrur í Havn - 27. juni 2009 kl 12:30
Býarløg - 5. juni 2009 kl 19:00
Summarsólstøður - 20. juni 2009 kl 21:00
100 ár við prædikum - 20. juni 2009 kl 20:30-21:00
Dollin í Tórsfagnaði - 20. juni 2009 kl 19:00-20:00
Ókeypis landsdystur - 20. juni 2009 kl 18:00
Atlantic Rhapsody. Ein dagur í Havn fyri 20 árum síðani - 20. juni 2009 kl 15:30 og 17:15
Tórgarð í Tórsfagnaði - 20. juni 2009 kl 15:15-16:15
FAROE5 í Tórsfagnaði - 20. juni 2009 kl 13:00-14:00
Hundrað metrar av kaku - 10:30-15:00
Kyrra - 19. juni 2009
Tilhaldið á Tórsbreyt - 16-17. juni 2009
Havnarsøgur á dvd - 16. juni 2009
Grafiskur verkstaður í 10 ár - 13. juni 2009 kl 16:00
Karius og Baktus í Grasagarði - 5. juni 2009 kl 14:00-17:00
Gamla Reinsarí í nýggjum hami - 5. juni 2009 kl. 10:00-17:00+20:30-24:00
Túnabóltur á Vaglinum - 5. juni 2009 kl 10:00 + 18:00
Súkklurnar fram - 5. juni 2009 kl 13:00
Jens Marius Poulsen setur mentanarnáttina - 5. juni 2009 kl 18:00
Riddarakrossur frá 200 - 5. juni 2009 kl 18:30
Millum menn og kvinnur í Havn - 5. juni 2009 kl 16:00-22:00
Livandi list - 5. juni 2009 kl 20:00
100 ár – 1000 sár - 5. juni 2009 kl 24:00
Undirbeat á mentanarnáttini - 6. juni kl 01:00-04:00
Funky Orka! - 4. mai 2009 kl 14:00
Heimstónar - 29. mai 2009 kl. 19:00
Djóradagar í Havnardali - 23.-24. mai 2009
Bjór til Havnar - 12. mai 2009 kl 15:00-16:00
The Sky is Opening - 12. mai 2009 kl 15:00-16:00
Hanne-Vibeke Holst - 11. mai 2009 kl 19:30
ORKA og Eivør - 9. mai 2009 kl 21:00
Várkonsert við Havnarkórinum - 3. mai 2009 kl 16:00
Flaggdagsrenning - 25. apríl 2009 kl 16:00
Vársól - Filmsstevna í Havn - 20.-26. apríl 2009
Magnus Musikus vitjar symfoniorkestrið - 23. april 2009 kl 10:00-11:00
Sløkkið ljósið og síggið stjørnurnar - 28. mars 2009 kl 20:00-21:30
Latið ei søguna doyggja... - 20. mars 2009 kl 13:00
Menn, ið hata kvinnur - 27. februar 2009 kl 19:00
Føroyar og Firenze - 27. februar 2009
The Wall til Havnar - 21. februar 2009 kl. 16:00
Unglingar telva NM í Havn - 12.-14. februar 2009
Geronimo 100 - 14. februar 2009 kl. 13:45
Vetrarjazzur - 30.-31. januar 2009
Ein havnarmaður skrivar dagbók - 29. januar 2009 kl 16:00
Mastra-skari í regni - 10. januar 2009 kl. 20:00
Jólakonsert við Føroya Symfoniorkesturi og 150 børnum - 7. desember 2008 kl. 16:00-18:00
Bókadagar á Reinsarínum í Tórsgøtu - 4. desember 2008 kl. 20:00-23:00
Búmerkið avdúkað - 27. november 2008
Hava vit tað ikki gott? - 27. november 2008
Fólkavald kommuna í 100 ár - 27. november 2008
Um búmerkið
Búmerkið er talið 100, ið er aldurin, sum fólkavalda Tórshavnar kommuna kann hátíðarhalda í 2009. Les meira
Søguligt baksýni
Við danskari ríkisdagslóg frá 1866 gjørdist Havnin fyrsta kommunan í Føroyum. Millum teir seks stýrislimirnar var fútin, ið hevði fastan sess. Les meira