Føroyar og Firenze27. februar 2009
Í fyrilesturi í sambandi við 100 ára haldið hjá Tórshavnar kommunu í Havnar Bio fríggjadagin 27. februar 2009 samanbar Jógvan Isaksen Føroyar í dag og Firenze í rennesansuni.

- Fyri hundrað árum síðani var føroyska samfelagið enn minni, og tá komu gitnir høvundar sum William Heinesen og Jørgen-Frantz Jacobsen undan kavi. Nakað javngamal er Sámal Joensen Mikines, sum telist millum fremstu málarar yvirhøvur.

- Líta vit at Firenze í 1490’unum, undir renesansuni, og hvørjir menn hildu til har tá, so koma nøvn sum Michelangelo og Leonardo da Vinci undan kavi. Fremstu málarar, myndahøggarar og filosofar, sum nakrantíð hava livað á fold. Líta vit nú at, hvussu nógv fólk búði í Firenze um hetta mundi, so er talið 50 túsund. Nakað tað sama sum í Føroyum í dag.

- Í staðin fyri altíð at tosa um, at tann avmarkaða støddin er ein forðing, so kundu vit brúkt teir fyrimunir, hon eisini hevur í sær. T.d. at tað er stutt ímillum topp og botn, at tað er lætt at koma á tal við fólk, at tað átti at verið lætt at sett nakað í gongd.

- Vit skulu vera errin av, at hvør av okkum bara er ein av 50 túsund, sum rópa seg føroyingar.

Fyrilesturin varð hildin í Havnar Bio fríggjakvøldið 27. februar 2009, tá filmurin ’Menn, ið hata kvinnur’ varð frumsýndur, sum partur av 100 ára haldinum hjá Tórshavnar kommunu. Hesin filmur byggir á mest læntu bókina á Býrabókasavninum hjá Tórshavnar kommunu, sum 1. apríl hevur virkað í 40 ár.

Allur fyrilesturin hjá Jógvan Isaksen kann lesast her:

Krimifilmar, Firenze og Stieg Larsson
Fyrilestur í Havnar Bio 27/2 2009

Eg skal siga nøkur orð um krimifilm í heila tikið, og so ætli eg mær at gera ein stuttan samanburð millum Føroyar og Firenze í renesansuni. At enda eitt sindur um Stieg Larsson og ta aktuellu søguna.

Mær hevur altíð dámt krimifilmar ómetaliga væl, og nakrir av hesum filmum hava fest seg í huganum. Í veruleikanum eru tað rættiliga nógvir, men eg kann taka tríggjar, sum eg minnist serliga væl, fram.

Tað stendur enn týðiliga fyri mær, tá ið eg sá ”The Ipcress File” við Michael Caine á fyrsta sinni. Tað var her í Havnar Bio miðskeiðis í 60’unum, og eg var fullkomiliga burturi í filminum. Fyri meg var tað næstan ein opinbering, hvussu snildisliga søgan var sett saman, og hvussu ótrúliga góður sjónleikari Michael Caine var og er. Tann eingilski høvundurin Len Deighton hevði skrivað skaldsøguna, sum filmurin bygdi á, og eg fór beint út og keypti tær bøkur eftir hendan høvund, sum vóru at fáa hendur á. Síðani man eg hava lisið tað mesta eftir sama Len Deighton og sæð teir flestu filmar við Michael Caine.

Tann næsti krimifilmurin, sum hevði eina næstan líka stóra ávirkan á meg var ”Three Days of the Condor”, sum eg sá í Århus miðskeiðis í 70’unum. Aftur hesaferð var tað fyri meg ein stórhending, og eg haldi, at eg sá filmin einar tvær tríggjar ferðir innan eina viku. Tað havi eg mangan gjørt við film yvirhøvur – og bøkur eisini – at eg ikki haldi meg hava sæð filmin ordiliga, um eg ikki havi sæð hann í hvussu er tvær reisir og ofta mangar ferðir tað. Tað skal skoytast uppí, at filmurin ”Three Days of the Condor” er bygdur á spenningssøgu eftir amerikanaran James Grady.

Eitt heystið í fyrru helvt av 80’unum var eg heima og arbeiddi og legðist við onkrari hálsasjúku, haldi eg. Foreldrini høvdu eina videomaskinu og høvdu tikið ensku sjónvarpsrøðina ”Smiley’s People” upp. Har lá eg so í songini og sá teir umleið seks tímarnar við Alec Guinness í høvuðsleiklutinum. Bøkurnar hjá John LeCarré eru ikki tær mest hendingaríku, kortini er tann nevnda sjónvarpsrøðin einastandandi spennandi, og eg gloymi hana aldrin.

Men sjálvandi hava nógvir aðrir krimifilmar fest seg í huganum: The Third Man, Chinatown, The Pelican Brief, L.A. Confidential og mangir, mangir aðrir. Hetta bara fyri at gera vart við, hvussu væl mær dámar krimifilm.

Krimifilmur hevur verið til líka so leingi sum films¬listin, men eftir mínum tykki kemur av álvara dik á í 1930’unum og 1940’unum. Týskarar eru frammarlaga í tretivunum við t.d. ”Das Testamente des Dr. Mabuse” eftir Fritz Lang í 1933. Sami Fritz Lang var annars hann, sum gjørdi film av Sjúrðarkvæðunum, ella kanska beinari sagt, av sama tilfari: ”Die Niebelungen” í 1924. Men tá ið nazistarnir av álvara fingu valdi, máttu menn sum Fritz Lang rýma av landinum, og í mongum føri gekk leiðin til USA, har teir fingu stóra ávirkan í Hollywood.

Tað slagi av filmi, sum nú av álvara ger vart við seg í USA er ”film noir”, sum var í hæddini frá umleið 1940 til seinast í 1950’unum. Hugtakið ”film noir” stavar frá franska ummælaranum Nino Frank, sum setti heitið á hetta slagið av amerikanskum filmi í 1946. Tá ið meginparturin av filmunum blivu gjørdir, var hugtakið sostatt ikki kent. Men hvat fevnir hugtakið ”film noir” yvir? Tað er nevniliga eitt hugtag, sum verður brúkt rættiliga fitt eisini nú á døgum.

Íblásturin til hetta slagi av krimifilmi er lutvíst gangstaratíðin í USA frá 1919 til 1933 – tað var tá brennivínsbann var - men blandað við europeiskari ekspressionismu. Sum til dømis Fritz Lang. Filmirnir siga frá eini tíð uttan illusiónir, persónarnir kenna seg vónsviknar, einki er at líta á, einki er at trúgva á. Í samfelagnum er kaos, húsagangur og hóttafall. Um ein bøn bleiv biðin millum fólk í hesum tíðarskeiði, so var hon: ”Bara eg ikki verði tikin, uppdagaður og settur í gegli”. Tín einasti møguleiki var desperatar gerðir, og samstundis var niðurstøðan, at tilveran er høpisleys. Tað finst eingin ætlan við hesum lívi, og hvussu leikur fer, er næstan fullkomiliga tilvildarligt.

Gitnir film noir-titlar eru t.d. ”The Maltese Falcon” 1941 eftir skaldsøgu hjá Dashiell Hammet og við John Houston sum leikstjóra og Humphrey Bogart sum høvuðsleikara. Sam Spade eitur høvuðspersónurin og tann einasti moralur hann kennir til er persónligur, og honum fylgir hann, um hann so skal lata gentuna hjá sær til bøðilin. Humphrey Bogart er aftur høvuðsleikari í ”The Big Sleep” 1946, sum er leikstjórnaður av Howard Hawks. Í hesum føri er upprunaskaldsøgan skrivað av Raymond Chandler, sum um høvuðspersón¬in segði, at hann hevði ikki meira sosiala samvitsku enn ein hestur. Hann hevði eina persónliga samvitsku, og tað var nakað heilt annað.

Í 1950’unum ger tað nýggja rákið (la nouvelle vague) innan filmslist av álvara vart við seg í Frankaríkið, og hvaðani kemur íblásturin? Svarið er frá amerikanskum krimifilmi. Leikstjórar sum Jean-Luc Godard og François Truffaut gjørdu filmir, sum bygdu á amerikanskar gangstarasøgur. Og ein av grundunum til, at tann amerikanski film noir fall í so góða jørð í Europa var nettup, at nógvir af leikstjórunum í Hollywood vóru europearar.

Tað vit síggja her er, at heimsins fremstu leikstjórar gera film eftir skaldsøgur, sum næstan eingi hampafólk vildu vera við, at tey lósu. Meðan krimiskaldsøgur næstan altíð hava verið lítilsmettar og eru tað fyri ein part enn, so hevur krimifilmurin havt eina væl hægri stjørnu. Hví tað er so, veit eg ikki reiðiliga, men kanska hava mentafólk tá á døgum ikki gingið í biograf? Ella er tað hesin forbidni protestantiski moralurin, sum ríður mongum av okkum í Norðurlondum sum ein marra. Er nakað stuttligt ella undirhaldandi, so má tað vera synd og tískil skeivt! Loksins verður enn roynt at uppdraga upp á fólk á hesum øki og fortelja teimum, hvat ið tey skulu dáma og ikki.

Tað gongur bara ikki altíð so væl við hesum. Danski høvundurin Carsten Jensen var í Føroyum fyri jól og segði í samrøðu í útvarpinum, at í einum donskum høpi verða skrivaðar turrar bøkur, sum forløg geva út, og sum ummælarar rósa, men lesararnir leggja ikki í tær, tær verða ikki keyptar. Altso: tú kanst ikki noyða tilfar, sum tey ikki vilja hava, niður í fólk.

Á sama hátt, sum eg ikki haldi, at tað er nakar munur á krimibókum og øðrum bókmentum sum so. At munurin er millum góðar bøkur og vánaligar bøkur, og at bøkur av báðum sløgum finnast allastaðni. Upp á sama máta meini eg ikki, at tað er nakar grundleggjandi munur ímillum krimifilm og annan film, alt er treytað av dygdini, ikki av slagnum.

Áðrenn vit fara undir Stieg Larsson, so kundi eg hugsa mær at sagt nøkur orð um Føroyar í hesum samanhangi. Vi hava ikki gjørt stórar skreytir á filmsøkinum. Tað er at kalla bara Katrin Óttarsdóttir, sum av føroyingum hevur gjørt film, og hennara treytir hava ikki verið mjúkar. Tað kostar nevniliga eina rúgvu av pengum at taka upp film, og Føroyar eru eitt lítið samfelag, og her steðgar so tað mesta upp. Men tað var kanska ikki neyðugt. Fyri hundrað árum síðani var føroyska samfelagið enn minni, og tá komu gitnir høvundar sum William Heinesen og Jørgen-Frantz Jacobsen undan kavi. Høvundar, sum hava gjørt hol í sjógv ikki bara í Norðurlondum, men um alt Europa og longur. Nakað javngamal er Sámal Joensen Mikines, sum telist millum fremstu málarar yvirhøvur.

Tú kanst sjálvandi siga, at til at skriva skaldskap og mála málningar krevst ikki tað stóra av pengum, men bara góðar gávur. Tað er rætt, men tað eru akkurát gávurnar og hegni, sum gera munin ikki pengarnir, hóast teir eisini skulu til.

Líta vit at Firenze í 1490’unum, undir renesansuni, og hvørjir menn hildu til har tá, so koma nøvn sum hesi undan kavi: Michelangelo, Botticelli, Machiavelli, Ficino, Pico della Mirandola, Lorenzo il Magnifico, Leonardo da Vinci. Hetta eru millum teir fremstu málarar, myndahøggarar og filosofar, sum nakrantíð hava livað á fold. Líta vit nú at, hvussu nógv fólk búði í Firenze um hetta mundi, so er talið 50 túsund. Nakað tað sama sum í Føroyum.

Í staðin fyri altíð at tosa um, at tann avmarkaða støddin er ein forðing, so kundu vit kanska roynt at brúkt teir fyrimunir, hon eisini hevur í sær. T.d. at tað er stutt ímillum topp og botn, at tað er lætt at koma á tal við fólk, at tað átti at verið lætt at sett nakað í gongd. Hygg at tónleikalívinum, sum blómar og fyri langari tíð síðani er farið út í heim. Somuleiðis myndlistin. Hví ikki royna at fáa bókmentirnar hjá okkum út um landoddarnar, og hví ikki gera film her á landi? Sjálvandi er tað kostnaðarmikið, men tað finst ein rúgva av norðurlendskum og altjóða grunnum at troyta. Og akkurát støddin ger okkum áhugaverd.

Vit skulu kanska vera errin av, at hvør av okkum bara er ein av 50 túsund, sum rópa seg føroyingar. Alt í lagi, taka vit føroyingar í útlondum við so kanska 75 túsund, men alsamt eitt stak lítið fólk.

Seinastu páskini var eg í Cortina d’Ampezzo í Italia á skíðum. Einaferð kom eg at sita í eini lyftu við einum stak prátingarsamum argentinara, sum spurdi meg hvaðani eg kom. Eg segði, at eg var føroyingur. Han helt seg ørminnast at hava hoyrt um The Faroe Islands, men visti ikki, hvar hesar oyggjur vóru. Eg segði honum, at tær lógu millum Skotland og Ísland. So spurdi hann, hvussu nógv fólk búði á hesum oyggjum. Eg segði umleið 50 túsund. Nú fór argentinarin upp at rópa og veipa og tók í hondina á mær. Hann helt tað vera einastandandi at hitta ein mann úr einum landi við bara 50 túsund íbúgvum. Tá ið vit fóru úr lyftini rópti hann á vinmennirnar, meðan hann peikaði á meg: Hesin maðurin er úr einum landi, har tað bara búgva 50 túsund fólk. Er tað ikki einastandandi!

Fundurin við argentinaran fekk meg at hugsa eitt sindur øðrvísi um tað at vera føroyingur, og eg gjørdist enn meiri errin av at vera tað, enn eg var frammandundan. Lat okkum tí brúka støddina og tær nógvu gávurnar, sum finnast her á landi og fara út í heim við teimum. Og um onkur spyr tykkum, hvussu nógv fólk býr í tínum landi, kanst tú errin svara: Nakað tað sama sum í Firenze undir renesansuni!

Tað finnast fínir norðurlendskir krimifilmar og krimibøkur við, kanska einahelst av svenskum uppruna. Tað, sum eyðkennir nógv av svenskari krimiskriving er, at persónarnir stúra fyri, hvussu tað fer at ganga ikki bara við teimum sjálvum, men eisini við samfelagnum. Her vóru Sjöwahl og Wahlöö oddafiskar við teirra krimirøð um Martin Beck og hansara samstarvsfelagar. Og tað er nett her, at svensk krimi er nýskapandi, og tað eru ikki fáir høvundar, sum er komnir teimum báðum Sjöwahl og Wahlöö á baki. Eg kann t.d. nevna Henning Mankell og Arne Dahl, sum eins og nevnda parið geva samfelagnum meginpartin av skyldini fyri tí sum hendir.

Tað er úr hesum berginum, at bøkurnar hjá Stieg Larsson eru brotnar – og tó. Annar av høvuðspersónunum í bókunum, nevndur Kalle Blomkvist, hevur fitt av sosialari samvitsku, tað er hansara drívkraft. Hin høvuðspersónurin, Lisbeth Salander, hevur at kalla onga samvitsku, men bara hevndarhug. Tað er samspælið ímillum hesi bæði, sum ger bøkurnar einastandandi. Kalle Blomkvist er fittur og fyrikomandi og hevur gott handarlag við konufólki. Lisbeth Salander er lítil og klæntraslig, men er ein ræðandi fíggindi, um tú gert henni nakað.

Eg skal ikki koma nærri inn á bøkurnar, sum tey flestu her ivaleyst hava lisið, ella filmin, sum vit nú skulu síggja. Men bara gera vart við, at Kalle Blomkvist er høvuðspersónur í fleiri barnabókum hjá Astrid Lindgren, har hann roynir seg sum detektivur. Lisbeth Salander er hinvegin ein vaksin Pippi Langsokkur og við teimum óhugnaligu avleiðingum tað hevur. Pippi í barnabókunum ger, sum tað hóvar henni og kennir eingi mørk. Tað ger Lisbeth Salander heldur ikki.

Tann filmur, sum tit nú skulu síggja, er fyri ein part úr heiminum hjá Astrid Lindgren og vísir – kanska – hvussu Pippi hevði verið, um hon var vaksin.

Jógvan Isaksen

Fagnaðarkvøða - 9. januar 2010 kl 19:30
Simme og tey fáa heiðursskjal - 10. desember 2009
Tey av Kamarinum fáa heiðursskjal - 10. desember 2009
Havnar søga fram til 1909 - 10. desember 2009 kl 17:00
Adventshugni í Kollafirði - 6. desember 2009 kl 16:00
Jóla- og familjukonsert - 6. desember 2009 kl 14:00+17:00
Sporini vaksa úr orðum - 3. desember 2009 kl 20:00
Ingálvur í nýggjum perspektivi - 27. november 2009 kl 17:00
Kastellið, sum fór í luftina - 27. november 2009
Skapanin í Ebenezer og Norðurlandahúsinum - 21. november 2009 kl 19:00
Havnar Fimleikafelag 100 - 13. november 2009
Traðkaðu fólkinum slóð - 12. november 2009 kl 16:00
Nólsoyar søga løgd fram - 12. november 2009 kl 15:00
Einleikarafelag Føroya - 7. november 2009 kl 16:00
Frelsunarherurin 85 ár - 25. oktober 2009 kl 16:00
Eitt undur á Tjóðpallinum - 24. oktober 2009 kl 19:00
Oh-hoy! Børn seta mentan á dagsskrá - 17. oktober 2009
Býráðslimir í Tórshavn síðan 1909 - 9. oktober 2009 kl 16:00
Móttøka fyri Havnar Bóltfelag - 3. oktober 2009 kl 18:30
Renning í Havn - 2. oktober 2009 kl 14:00
Heystkonsert - 27. september 2009 kl 16:00
Gentan, ið spældi við eld - 18. september 2009
Smábátar á Vestaruvág - 17. september 2009 kl 14:00
Morgan 100 í Havn - 14. september 2009 kl 12:00
Ættarbandið - 12. september 2009 kl 16:00
4.48 Psykosis - 12. september 2009
Tannlæknastovan 50 ár sum kommunalur stovnur - 11. september 2009 15:00-17:00
Havnin á YouTube - 10. september 2009 kl 14:00
LIST Í 3. - 1.-18. september 2009
Tórshavnar Marathon 2009 - 6. september 2009
Eg vil hava trøllini fram aftur! - 27. august 2009
20 ára samstarv við Nashville - 29. august 2009
Tónleikavinnudagur í Sjónleikarhúsinum - 27. august 2009
Matarlist í miðbýnum - 22. august 2009
Tórshavnar Matfestivalur - 22. august 2009 kl 14:00
Klæði, ið skapa føroyingin - 21. august 2009
Klæði, ið skapa føroyingin - 21. august 2009
Móti og mentan í Müllers pakkhúsi - 21.august 2009 kl 16:00
Nólsoyarmálarin - 15.-16. august 2009
Gluggaglæma - 13.-16. august 2009
Í bát at síggja land... - 16. august 2009 kl 08:00-19:00
Postkort úr Havn - 28. juli 2009 kl 20:00
Oggi í Snarskivuni - 16. juli-24. august 2009
Lívsins Landslag - 19. juli-16. august 2009
Bananlemonada - 23. juli-5. august 2009
Ingálvur í Degnshúsi - 28. juli 2009 kl 14:00
Ókendu Føroyar - 27. juli 2009 kl 15:00
Westward Ho til Nólsoyar - 9. august 2009 kl 14:00 + 16:00
Havnin – heimið – heimurin í 100 ár - 28. juli 2009 kl 17:00
Listavirðisløn í mentanargøtuni - 29. juli 2009 kl 14:00
Ólavsøkukantatan 2009 - 29. juli 2009 kl 12:00
Jógvan Arge setur ólavsøkuna - 28. juli 2009 kl 14:00
Futt í býin - 27. juli 2009 kl 20:00
Ólavsøkurenning 2009 - 27. juli 2009 18:00-19:30
Kasta breyð títt út á vatnið... - 26. juli 2009 kl 22:00
Havnarløg - 26. juli 2009 kl 16:00
Pietá - 25. juli-1. august 2009
Koloni Box - 3.-21. juli 2009
við Múrin - 16.-18. juli 2009
Íslendska Kristjana syngur jazz á Reinsarínum - 15. juli 2009 kl 20:00
Sangskeið og konsert við Kristjanu Stefánsdóttir - 11.-12. juli 2009
Meldurtíð við Una Arge - 10. juli 2009 kl 16:00
Asfalt í býnum! - 3.- 4. juli 2009
Tíðarbil - 5. juni 2009 kl. 22:00
Ingun Hansen í Snarskivuni - 4. juni 2009 kl 16:00
Ein gongutúrur í Havn - 27. juni 2009 kl 12:30
Býarløg - 5. juni 2009 kl 19:00
Summarsólstøður - 20. juni 2009 kl 21:00
100 ár við prædikum - 20. juni 2009 kl 20:30-21:00
Dollin í Tórsfagnaði - 20. juni 2009 kl 19:00-20:00
Ókeypis landsdystur - 20. juni 2009 kl 18:00
Atlantic Rhapsody. Ein dagur í Havn fyri 20 árum síðani - 20. juni 2009 kl 15:30 og 17:15
Tórgarð í Tórsfagnaði - 20. juni 2009 kl 15:15-16:15
Ragnar í Tórsfagnaði - 20. juni 2009 kl 13:00-14:00
FAROE5 í Tórsfagnaði - 20. juni 2009 kl 13:00-14:00
Hundrað metrar av kaku - 10:30-15:00
Kyrra - 19. juni 2009
Tilhaldið á Tórsbreyt - 16-17. juni 2009
Havnarsøgur á dvd - 16. juni 2009
Grafiskur verkstaður í 10 ár - 13. juni 2009 kl 16:00
Karius og Baktus í Grasagarði - 5. juni 2009 kl 14:00-17:00
Gamla Reinsarí í nýggjum hami - 5. juni 2009 kl. 10:00-17:00+20:30-24:00
Túnabóltur á Vaglinum - 5. juni 2009 kl 10:00 + 18:00
Súkklurnar fram - 5. juni 2009 kl 13:00
Jens Marius Poulsen setur mentanarnáttina - 5. juni 2009 kl 18:00
Riddarakrossur frá 200 - 5. juni 2009 kl 18:30
Millum menn og kvinnur í Havn - 5. juni 2009 kl 16:00-22:00
Livandi list - 5. juni 2009 kl 20:00
100 ár – 1000 sár - 5. juni 2009 kl 24:00
Undirbeat á mentanarnáttini - 6. juni kl 01:00-04:00
Funky Orka! - 4. mai 2009 kl 14:00
Heimstónar - 29. mai 2009 kl. 19:00
Djóradagar í Havnardali - 23.-24. mai 2009
Bjór til Havnar - 12. mai 2009 kl 15:00-16:00
The Sky is Opening - 12. mai 2009 kl 15:00-16:00
Hanne-Vibeke Holst - 11. mai 2009 kl 19:30
ORKA og Eivør - 9. mai 2009 kl 21:00
Várkonsert við Havnarkórinum - 3. mai 2009 kl 16:00
Flaggdagsrenning - 25. apríl 2009 kl 16:00
Vársól - Filmsstevna í Havn - 20.-26. apríl 2009
Magnus Musikus vitjar symfoniorkestrið - 23. april 2009 kl 10:00-11:00
Sløkkið ljósið og síggið stjørnurnar - 28. mars 2009 kl 20:00-21:30
Latið ei søguna doyggja... - 20. mars 2009 kl 13:00
Menn, ið hata kvinnur - 27. februar 2009 kl 19:00
The Wall til Havnar - 21. februar 2009 kl. 16:00
Unglingar telva NM í Havn - 12.-14. februar 2009
Geronimo 100 - 14. februar 2009 kl. 13:45
Vetrarjazzur - 30.-31. januar 2009
Ein havnarmaður skrivar dagbók - 29. januar 2009 kl 16:00
Mastra-skari í regni - 10. januar 2009 kl. 20:00
Jólakonsert við Føroya Symfoniorkesturi og 150 børnum - 7. desember 2008 kl. 16:00-18:00
Bókadagar á Reinsarínum í Tórsgøtu - 4. desember 2008 kl. 20:00-23:00
Búmerkið avdúkað - 27. november 2008
Hava vit tað ikki gott? - 27. november 2008
Fólkavald kommuna í 100 ár - 27. november 2008
Um búmerkið
Búmerkið er talið 100, ið er aldurin, sum fólkavalda Tórshavnar kommuna kann hátíðarhalda í 2009. Les meira
Søguligt baksýni
Við danskari ríkisdagslóg frá 1866 gjørdist Havnin fyrsta kommunan í Føroyum. Millum teir seks stýrislimirnar var fútin, ið hevði fastan sess. Les meira