Skapanin í Ebenezer og Norðurlandahúsinum21. november 2009 kl 19:00

Leygardagin 21. november kl 19:00 og sunnudagin 22. november 2009 kl 16:00 skipa Havnarkórið, Tórshavnar Kamarkór og Føroya Symfoniorkestur fyri konsert við Skapanini eftir Joseph Haydn (1732-1809). Leygardagin verður konsertin í Ebenezer og sunnudagin í Norðurlandahúsinum.

Tað er fyrstu ferð, at Symfoniorkestrið og kórsangararnir, ið telja 90, royna Ebenezer, sum er í miðbýnum í Havn. 100 ára haldið hjá Tórshavnar kommunu stuðlar tiltakinum.

Saman við stóra kórinum, syngja eisini sangarar úr Ebenezerkórinum. Solistar eru Rebecca van den Berg, sopran, Alex Ashworth, bass og Eyjólfur Eyjólfsson, tenor. Dirigentur verður Bernhardur Wilkinson. Konsertin í Ebenezer er ókeypis, meðan konsertin í Norðurlandahúsinum kostar 200 kr.

Í ár eru 200 ár liðin, síðani Haydn doyði.

Haydn, ið verður róptur faðir at symfoniini, var vinmaður Mozarts og lærari hjá Beethoven. Skapanin, ella Die Schöpfung á týskum, er eitt oratorium, ið byggir á fyrstu Mósebók. Skapanin (1796-1798) verður mett sum høvuðsverk Haydns.

Solistar:

Rebecca van den Berg, soprano

Rebecca, sum er úr Sussex í Ongland, lesur Opera Course á Guildhall School of Music and Drama, haðani hon longu hevur tvey framúrskarandi masterprógv í sangi við John Evans sum lærara. Hon hevur vunnið fleiri virðislønir í Bretlandi, men eisini úti í heimi. Umframt operu hevur hin unga Rebecca drúgvar royndir at syngja oratorio og er ikki ókend við Skapanina innan hon nú kemur til Føroya. Í 2007 framførdi hon Skapanina við Cirencester Choral Society og aftur í ár saman við Minehead and Taunton Choral Society. Longu í 2006 sang hon í Carmina Burana og fyrr í ár hevur Rebecca sungið Messias og leiklutin sum drotningin av Sába í Sálomon, bæði eftir Händel. Henda seinna framførslan var við Solomon Choir & Orchestra, St. James, Piccadilly. Rebecca, sum syngur í Alethia Ensamble undir bretsku skipanini Live Music Now, stjórnar The Nightingale Trio og undirvísir á Forest School í Essex.

Alex Ashworth, bass
Alex sang fyrst í kóri í Tewkesbury Abbey og fór haðani í St John’s College í Cambridge bæði í kórskúla og bókligt nám. Síðan fekk hann pláss á Royal Academy of Music við Mark Wildman, Clara Taylor og Julius Drake sum lærarum. Eftir hetta hevur Alex sungið á kendum bretsk pallum, so sum Glydenbourne Festival Opera, Scottish Opera og Welsh National Opera. Millum lutir hansara eru Don Giovanni, Falstaff, Wozzeck, Barberurin í Sevilia og Eugene Onegin. Umframt operu syngur Alex eisini oratorio á kendum støðum sum the Royal Albert Hall, the Royal Festival Hall og the Barbican. Hann hevur sungið Jósef í L’Enfant du Christ í Cadogan Hall við Sir Colin Davis, Requiem hjá Duruflé og á Listastevnuni í Halle í Týsklandi sang hann Aeneas í Dido og Aeneas. Nýliga hevur Alex vitjað í Palestina, har hann sang Marcello í La Bohéme og hevur síðani verið á rundferð í Evropa við Israel in Egypt undir leiðslu av John Eliot Gardiner. Rundferðin førdi hann til Íslendsku Operuna og nú til Føroya. Fyri framman hevur Alex ætlanir at syngja Messias í Eysturríki og fyri fyrstu ferð at syngja í Concertbebouw í Amsterdam, tá Fantasia on Christmas Carols er á skránni.

Eyjólfur Eyjólfsson, tenor
Eyjólfur er úr Reykjavík og leyk á vári 2002 prógv frá Tónlistarskóla Hafnarfjarðar sum floytuleikari og sangari. Eftir framhaldsnám á Opera Course fekk hann masterprógv og Potsgraduate Diploma frá Guildhall School of Music and Drama í London. Eyjólfur var tenorur í fyrstu føroysku operu Í Óðamansgarði 2006 og aftur, tá íslendska Tjóðleikhúsið setti operuna hjá Sunleivi Rasmussen á pall í vár. Eyjólfur hevur eisini sungið við kendum orkestrum og klaverleikarum í Íslandi og úti í heimi, eitt nú Symfoniorkestri Íslands og Kongaliga Symfoniorkestrinum í Sevilla, har hann á operahúsinum Maestranza sang tenorlutin í Messias eftir Händel. Undir leiðslu av Christopher Robinson hevur hann sungið Messe Solennelle eftir Berlioz saman við Guildhall Symphony Orchestra í King’s College í Cambridge. Eyjólfur hevur eisini sungið saman við mongum kórum og bólkum, so sum Studentakórinum í Flensburg, Hljómeyki, Schola Cantorum og vokalbólkinum Gríma.

Dirigentur: Bernhardur Wilkinson
Bernhardur byrjaði tónleikaútbúgvingina sum kórsangari í Westminster Abbey í London. Hann lærdi á Royal Northern College of Music við floytu sum ljóðføri. Í 1999 gjørdist hann hjálpardirigentur í Íslendska Symfoniorkestrinum. Bernhardur stjórnaði fyrstu framførslu av 1. symfoni eftir Atla Heimir Sveinsson og í 2000 stjórnaði hann 1. symfoni Oceanic Days eftir Sunleif Rasmussen, sum í 2002 vann Norðurlendsku Tónleikavirðislønina. Síðani stjórnaði hann Akademiorkestinum í Sankta Pætursborg og Filharmoniska Orkestrinum í sama býi. Í Bulgaria hevur Bernhardur eisini stjórnað Filharmoniska Orkestrinum í Sofia. Í 2003 kom Bernhardur til Føroya og hevur síðan 2004 stjórnað Føroya Symfoniorkestri. Fløgan Nordic Spell (2005), har Bernharður stjórnar floytukonsert eftir Hauk Tómasson við Sharon Bezaly, vann Midem heiðursløn í Cannes. Bernhardur stjórnaði fyrstu føroysku operu Í Óðamansgarði 2006. Eftir frumframførsluna í Norðurlandahúsinum skrivaði The Times: ”The mastermind of the evening was the conductor Bernhardur Wilkinson, who held this complex music-drama together with precision and enthusiastic commitment.”

Fagnaðarkvøða - 9. januar 2010 kl 19:30
Simme og tey fáa heiðursskjal - 10. desember 2009
Tey av Kamarinum fáa heiðursskjal - 10. desember 2009
Havnar søga fram til 1909 - 10. desember 2009 kl 17:00
Adventshugni í Kollafirði - 6. desember 2009 kl 16:00
Jóla- og familjukonsert - 6. desember 2009 kl 14:00+17:00
Sporini vaksa úr orðum - 3. desember 2009 kl 20:00
Ingálvur í nýggjum perspektivi - 27. november 2009 kl 17:00
Kastellið, sum fór í luftina - 27. november 2009
Havnar Fimleikafelag 100 - 13. november 2009
Traðkaðu fólkinum slóð - 12. november 2009 kl 16:00
Nólsoyar søga løgd fram - 12. november 2009 kl 15:00
Einleikarafelag Føroya - 7. november 2009 kl 16:00
Frelsunarherurin 85 ár - 25. oktober 2009 kl 16:00
Eitt undur á Tjóðpallinum - 24. oktober 2009 kl 19:00
Oh-hoy! Børn seta mentan á dagsskrá - 17. oktober 2009
Býráðslimir í Tórshavn síðan 1909 - 9. oktober 2009 kl 16:00
Móttøka fyri Havnar Bóltfelag - 3. oktober 2009 kl 18:30
Renning í Havn - 2. oktober 2009 kl 14:00
Heystkonsert - 27. september 2009 kl 16:00
Gentan, ið spældi við eld - 18. september 2009
Smábátar á Vestaruvág - 17. september 2009 kl 14:00
Morgan 100 í Havn - 14. september 2009 kl 12:00
Ættarbandið - 12. september 2009 kl 16:00
4.48 Psykosis - 12. september 2009
Tannlæknastovan 50 ár sum kommunalur stovnur - 11. september 2009 15:00-17:00
Havnin á YouTube - 10. september 2009 kl 14:00
LIST Í 3. - 1.-18. september 2009
Tórshavnar Marathon 2009 - 6. september 2009
Eg vil hava trøllini fram aftur! - 27. august 2009
20 ára samstarv við Nashville - 29. august 2009
Tónleikavinnudagur í Sjónleikarhúsinum - 27. august 2009
Matarlist í miðbýnum - 22. august 2009
Tórshavnar Matfestivalur - 22. august 2009 kl 14:00
Klæði, ið skapa føroyingin - 21. august 2009
Klæði, ið skapa føroyingin - 21. august 2009
Móti og mentan í Müllers pakkhúsi - 21.august 2009 kl 16:00
Nólsoyarmálarin - 15.-16. august 2009
Gluggaglæma - 13.-16. august 2009
Í bát at síggja land... - 16. august 2009 kl 08:00-19:00
Postkort úr Havn - 28. juli 2009 kl 20:00
Oggi í Snarskivuni - 16. juli-24. august 2009
Lívsins Landslag - 19. juli-16. august 2009
Bananlemonada - 23. juli-5. august 2009
Ingálvur í Degnshúsi - 28. juli 2009 kl 14:00
Ókendu Føroyar - 27. juli 2009 kl 15:00
Westward Ho til Nólsoyar - 9. august 2009 kl 14:00 + 16:00
Havnin – heimið – heimurin í 100 ár - 28. juli 2009 kl 17:00
Listavirðisløn í mentanargøtuni - 29. juli 2009 kl 14:00
Ólavsøkukantatan 2009 - 29. juli 2009 kl 12:00
Jógvan Arge setur ólavsøkuna - 28. juli 2009 kl 14:00
Futt í býin - 27. juli 2009 kl 20:00
Ólavsøkurenning 2009 - 27. juli 2009 18:00-19:30
Kasta breyð títt út á vatnið... - 26. juli 2009 kl 22:00
Havnarløg - 26. juli 2009 kl 16:00
Pietá - 25. juli-1. august 2009
Koloni Box - 3.-21. juli 2009
við Múrin - 16.-18. juli 2009
Íslendska Kristjana syngur jazz á Reinsarínum - 15. juli 2009 kl 20:00
Sangskeið og konsert við Kristjanu Stefánsdóttir - 11.-12. juli 2009
Meldurtíð við Una Arge - 10. juli 2009 kl 16:00
Asfalt í býnum! - 3.- 4. juli 2009
Tíðarbil - 5. juni 2009 kl. 22:00
Ingun Hansen í Snarskivuni - 4. juni 2009 kl 16:00
Ein gongutúrur í Havn - 27. juni 2009 kl 12:30
Býarløg - 5. juni 2009 kl 19:00
Summarsólstøður - 20. juni 2009 kl 21:00
100 ár við prædikum - 20. juni 2009 kl 20:30-21:00
Dollin í Tórsfagnaði - 20. juni 2009 kl 19:00-20:00
Ókeypis landsdystur - 20. juni 2009 kl 18:00
Atlantic Rhapsody. Ein dagur í Havn fyri 20 árum síðani - 20. juni 2009 kl 15:30 og 17:15
Tórgarð í Tórsfagnaði - 20. juni 2009 kl 15:15-16:15
Ragnar í Tórsfagnaði - 20. juni 2009 kl 13:00-14:00
FAROE5 í Tórsfagnaði - 20. juni 2009 kl 13:00-14:00
Hundrað metrar av kaku - 10:30-15:00
Kyrra - 19. juni 2009
Tilhaldið á Tórsbreyt - 16-17. juni 2009
Havnarsøgur á dvd - 16. juni 2009
Grafiskur verkstaður í 10 ár - 13. juni 2009 kl 16:00
Karius og Baktus í Grasagarði - 5. juni 2009 kl 14:00-17:00
Gamla Reinsarí í nýggjum hami - 5. juni 2009 kl. 10:00-17:00+20:30-24:00
Túnabóltur á Vaglinum - 5. juni 2009 kl 10:00 + 18:00
Súkklurnar fram - 5. juni 2009 kl 13:00
Jens Marius Poulsen setur mentanarnáttina - 5. juni 2009 kl 18:00
Riddarakrossur frá 200 - 5. juni 2009 kl 18:30
Millum menn og kvinnur í Havn - 5. juni 2009 kl 16:00-22:00
Livandi list - 5. juni 2009 kl 20:00
100 ár – 1000 sár - 5. juni 2009 kl 24:00
Undirbeat á mentanarnáttini - 6. juni kl 01:00-04:00
Funky Orka! - 4. mai 2009 kl 14:00
Heimstónar - 29. mai 2009 kl. 19:00
Djóradagar í Havnardali - 23.-24. mai 2009
Bjór til Havnar - 12. mai 2009 kl 15:00-16:00
The Sky is Opening - 12. mai 2009 kl 15:00-16:00
Hanne-Vibeke Holst - 11. mai 2009 kl 19:30
ORKA og Eivør - 9. mai 2009 kl 21:00
Várkonsert við Havnarkórinum - 3. mai 2009 kl 16:00
Flaggdagsrenning - 25. apríl 2009 kl 16:00
Vársól - Filmsstevna í Havn - 20.-26. apríl 2009
Magnus Musikus vitjar symfoniorkestrið - 23. april 2009 kl 10:00-11:00
Sløkkið ljósið og síggið stjørnurnar - 28. mars 2009 kl 20:00-21:30
Latið ei søguna doyggja... - 20. mars 2009 kl 13:00
Menn, ið hata kvinnur - 27. februar 2009 kl 19:00
Føroyar og Firenze - 27. februar 2009
The Wall til Havnar - 21. februar 2009 kl. 16:00
Unglingar telva NM í Havn - 12.-14. februar 2009
Geronimo 100 - 14. februar 2009 kl. 13:45
Vetrarjazzur - 30.-31. januar 2009
Ein havnarmaður skrivar dagbók - 29. januar 2009 kl 16:00
Mastra-skari í regni - 10. januar 2009 kl. 20:00
Jólakonsert við Føroya Symfoniorkesturi og 150 børnum - 7. desember 2008 kl. 16:00-18:00
Bókadagar á Reinsarínum í Tórsgøtu - 4. desember 2008 kl. 20:00-23:00
Búmerkið avdúkað - 27. november 2008
Hava vit tað ikki gott? - 27. november 2008
Fólkavald kommuna í 100 ár - 27. november 2008
Um búmerkið
Búmerkið er talið 100, ið er aldurin, sum fólkavalda Tórshavnar kommuna kann hátíðarhalda í 2009. Les meira
Søguligt baksýni
Við danskari ríkisdagslóg frá 1866 gjørdist Havnin fyrsta kommunan í Føroyum. Millum teir seks stýrislimirnar var fútin, ið hevði fastan sess. Les meira