Oh-hoy! Børn seta mentan á dagsskrá17. oktober 2009
Leygardagin 17. oktober bjóða børnini á Margarinfabrikkini og 100 ára haldið hjá Tórshavnar kommunu til serligan evnisdag, har uppvaksandi ættarliðið viðger hugtakið mentan. Mentanardagurin hjá børnunum eitur ’Oh-hoy’.

Miðbýurin í Tórshavnar kommunu verður karmur um dagin, sum m.a. fevnir um barnakonsert í Perluni og skattaveiðu á Skansanum.

Børn og vaksin fáa høvi at vera virkin í ymsum pørtum av mentanarlívinum leygardagin 17. oktober 2009. Tá fara børn í Havn at seta mentan á dagsskránna á serligum evnisdegi.

Dagurin liggur í hondunum á børnunum. Men listafólk í býnum og starvsfólkini á Margarinfabrikkini fara eisini at stuðla upp undir og syrgja fyri, at karmarnir eru í lagi hjá børnunum at halda mentanardag í Havn.

Hvat er mentan?

Spurningurin, hvat er mentan, hevur mangan verið havdur á lofti á dagsstovnum í Tórshavnar kommunu, sum í ár fyllir 100. Tað kann vera trupult hjá børnum at greina, hvørt mentan bert er nakað, ein hyggur at, og ikki sleppur at nema við, ella um mentan er við í øllum.

Saman við børnunum í býnum vilja vit vísa á, at vit liva øll í mentanini, sum vit øll eru við til at skapa hvønn dag. Tað er grundað á hesa sannroynd, at børnini á mentanardegnum skulu hava møguleikan at fáa eina greiðari mynd av hugtakinum mentan, sum øll tosa um, men sum kann vera so trupult at skilmarka.

Á mentanardegnum fáa børn og vaksin høvi at uppliva mentan við at nema, hoyra, smakka, síggja og at røra seg. Eisini fara børnini á Margarinfabrikkini at vísa fram tað, sum tey dagliga venja.

Spennandi tiltøk

Eitt av teimum stóru tiltøkunum hendan dagin, er skattaveiða við sjórænarum úti á Skansanum. Skansin skuldi í síni tíð vera vernd ímóti sjórænarum. Á mentanardegnum skrúva vit tíðina aftur og leita eftir einum fjaldum sjórænaraskatti.

Miðbýurin er annars karmur um dagin. Í nýggju Perluni í Tórsgøtu fer Jensina Olsen at finna upp á søgur saman við børnunum. Hon fer eisini sjálv at siga egnar søgur, syngja og biður børnini taka sína góðu bamsu við. Nýggja Perlan verður harumframt karmur um tónleik og rørslu, tá Sanne Storm, musikterapeutur, fer at undirvísa børnum og vaksnum í øðrvísi dansi og sangspølum.

Í Margarinfabrikkini fara Katrina Jacobsen og Siri Davidsen á ymsar hættir at siga frá søgum undir spennandi og hugnaligum umstøðum.

Føroyskur dansur verður í Margarinfabrikkini, har børnini læra at dansa og kvøða saman við foreldrum og øðrum.

Á Reinsarínum verður høvi at royna grafiskan verkstað, sum listanámsfrøðingurin Oggi Lamhauge skipar fyri.

Í Posthúskjallaranum verður matverkstaður, har børn gera mat saman við ’Barnakokkinum’. Har ber til at royna fjølbroyttan og áhugaverdan kost. Posthúskjallarin verður eisini karmur um framførslur hjá børnunum, sum í Margarinfabrikkini hava vant sang, dans og sjónleik til mentanardagin ’Oh-hoy’.

Í Havnar Bio verður høvið at síggja nýggja teknifilmin frá Disney/Pixar, sum eitir 'Up'. Filmurin, sum vendir sær til børn frá 7 ára alduri, verður sýndur í upprunaligu amerikansku útgávuni og á donskum.

Postkort til øll

Á einum postkorti, sum Janus á Húsagarði hevur teknað, er skráin prenta á baksíðuna. Postkortið verður borið í hvørt hús í Tórshavnar kommunu. Øll tiltøk eru almenn og ókeypis, har annað ikki er nevnt.

Skráin fyri Oh-hoy:  

kl 12 og kl 16 Matverkstaður fyri børn í Posthúskjallaranum, har børnini fara at gera føroyskan mat. Maks. 20 børn í senn. Varir 3 tímar.

kl 13 og kl 16 Grafiskur verkstaður fyri børn á Reinsarínum, har børnini fáa høvi at gera sítt egna prent. Maks. 20 børn í senn. Varir 2 tímar.

Kl 12 og kl 15 Dansispøl fyri børn og vaksin í Perluni, har øll sleppa at royna ymisk sang- og dansispøl. Varir 1 tíma.

Kl 13 og kl 16 Søgusigarar (børn) á Margarinfabrikkin, har Siri Davidsen og Katrina Jacobsen siga frá søgum. Varir 1 tíma.

Kl 15 Sjónleikur í Posthúskjallaranum, har børn frá Margarinfabrikkini framføra. Varir hálvan tíma.

Kl 14 og kl 17 Dramakonsert í Perluni, har Jensina Olsen syngur og spælir. Tak tína góðu bamsu við! Kostnaður 50 kr fyri børn - vaksin ókeypis. Varir 1 tíma.

Kl 13 og kl 16 Skattaveiða á Skansanum fyri børn og vaksin. Sjórænararnir Skalla og Skøltur fara saman við børnunum at leita eftir niðurgrivna skattinum úti á Skansanum. Varir 1 tíma.

Kl 13:30 og kl 16:30 Fiskitúrar fyri børn og vaksin úr Vágsbotni, har Norðlýsið ger 2 tíma langar fiskitúrar. Kostnaður 50 kr. Varir 2 tímar.

Kl 15 og kl 17 Føroyskur dansur fyri øll børn í Margarinfabrikkin. Børnini sleppa at royna at kvøða og at dansa føroyskan dans. Varir 1 tíma.

kl 16 (US) kl 16:30 (DK) kl 18:15 (DK) UP í Havnar Bio. Hetta er filmssýning við nýggja Disney/Pixar stórfilminum “Up”. Filmurin verður sýndur við enskari talu og danskari talu.
Varir 1 1/2 tíma.

Kl 10-18 Hattakapping á Býarbókasavninum: Kappingin ‘Hvør eigur hattin?’ - í barnabókum!

Fagnaðarkvøða - 9. januar 2010 kl 19:30
Simme og tey fáa heiðursskjal - 10. desember 2009
Tey av Kamarinum fáa heiðursskjal - 10. desember 2009
Havnar søga fram til 1909 - 10. desember 2009 kl 17:00
Adventshugni í Kollafirði - 6. desember 2009 kl 16:00
Jóla- og familjukonsert - 6. desember 2009 kl 14:00+17:00
Sporini vaksa úr orðum - 3. desember 2009 kl 20:00
Ingálvur í nýggjum perspektivi - 27. november 2009 kl 17:00
Kastellið, sum fór í luftina - 27. november 2009
Skapanin í Ebenezer og Norðurlandahúsinum - 21. november 2009 kl 19:00
Havnar Fimleikafelag 100 - 13. november 2009
Traðkaðu fólkinum slóð - 12. november 2009 kl 16:00
Nólsoyar søga løgd fram - 12. november 2009 kl 15:00
Einleikarafelag Føroya - 7. november 2009 kl 16:00
Frelsunarherurin 85 ár - 25. oktober 2009 kl 16:00
Eitt undur á Tjóðpallinum - 24. oktober 2009 kl 19:00
Býráðslimir í Tórshavn síðan 1909 - 9. oktober 2009 kl 16:00
Móttøka fyri Havnar Bóltfelag - 3. oktober 2009 kl 18:30
Renning í Havn - 2. oktober 2009 kl 14:00
Heystkonsert - 27. september 2009 kl 16:00
Gentan, ið spældi við eld - 18. september 2009
Smábátar á Vestaruvág - 17. september 2009 kl 14:00
Morgan 100 í Havn - 14. september 2009 kl 12:00
Ættarbandið - 12. september 2009 kl 16:00
4.48 Psykosis - 12. september 2009
Tannlæknastovan 50 ár sum kommunalur stovnur - 11. september 2009 15:00-17:00
Havnin á YouTube - 10. september 2009 kl 14:00
LIST Í 3. - 1.-18. september 2009
Tórshavnar Marathon 2009 - 6. september 2009
Eg vil hava trøllini fram aftur! - 27. august 2009
20 ára samstarv við Nashville - 29. august 2009
Tónleikavinnudagur í Sjónleikarhúsinum - 27. august 2009
Matarlist í miðbýnum - 22. august 2009
Tórshavnar Matfestivalur - 22. august 2009 kl 14:00
Klæði, ið skapa føroyingin - 21. august 2009
Klæði, ið skapa føroyingin - 21. august 2009
Móti og mentan í Müllers pakkhúsi - 21.august 2009 kl 16:00
Nólsoyarmálarin - 15.-16. august 2009
Gluggaglæma - 13.-16. august 2009
Í bát at síggja land... - 16. august 2009 kl 08:00-19:00
Postkort úr Havn - 28. juli 2009 kl 20:00
Oggi í Snarskivuni - 16. juli-24. august 2009
Lívsins Landslag - 19. juli-16. august 2009
Bananlemonada - 23. juli-5. august 2009
Ingálvur í Degnshúsi - 28. juli 2009 kl 14:00
Ókendu Føroyar - 27. juli 2009 kl 15:00
Westward Ho til Nólsoyar - 9. august 2009 kl 14:00 + 16:00
Havnin – heimið – heimurin í 100 ár - 28. juli 2009 kl 17:00
Listavirðisløn í mentanargøtuni - 29. juli 2009 kl 14:00
Ólavsøkukantatan 2009 - 29. juli 2009 kl 12:00
Jógvan Arge setur ólavsøkuna - 28. juli 2009 kl 14:00
Futt í býin - 27. juli 2009 kl 20:00
Ólavsøkurenning 2009 - 27. juli 2009 18:00-19:30
Kasta breyð títt út á vatnið... - 26. juli 2009 kl 22:00
Havnarløg - 26. juli 2009 kl 16:00
Pietá - 25. juli-1. august 2009
Koloni Box - 3.-21. juli 2009
við Múrin - 16.-18. juli 2009
Íslendska Kristjana syngur jazz á Reinsarínum - 15. juli 2009 kl 20:00
Sangskeið og konsert við Kristjanu Stefánsdóttir - 11.-12. juli 2009
Meldurtíð við Una Arge - 10. juli 2009 kl 16:00
Asfalt í býnum! - 3.- 4. juli 2009
Tíðarbil - 5. juni 2009 kl. 22:00
Ingun Hansen í Snarskivuni - 4. juni 2009 kl 16:00
Ein gongutúrur í Havn - 27. juni 2009 kl 12:30
Býarløg - 5. juni 2009 kl 19:00
Summarsólstøður - 20. juni 2009 kl 21:00
100 ár við prædikum - 20. juni 2009 kl 20:30-21:00
Dollin í Tórsfagnaði - 20. juni 2009 kl 19:00-20:00
Ókeypis landsdystur - 20. juni 2009 kl 18:00
Atlantic Rhapsody. Ein dagur í Havn fyri 20 árum síðani - 20. juni 2009 kl 15:30 og 17:15
Tórgarð í Tórsfagnaði - 20. juni 2009 kl 15:15-16:15
Ragnar í Tórsfagnaði - 20. juni 2009 kl 13:00-14:00
FAROE5 í Tórsfagnaði - 20. juni 2009 kl 13:00-14:00
Hundrað metrar av kaku - 10:30-15:00
Kyrra - 19. juni 2009
Tilhaldið á Tórsbreyt - 16-17. juni 2009
Havnarsøgur á dvd - 16. juni 2009
Grafiskur verkstaður í 10 ár - 13. juni 2009 kl 16:00
Karius og Baktus í Grasagarði - 5. juni 2009 kl 14:00-17:00
Gamla Reinsarí í nýggjum hami - 5. juni 2009 kl. 10:00-17:00+20:30-24:00
Túnabóltur á Vaglinum - 5. juni 2009 kl 10:00 + 18:00
Súkklurnar fram - 5. juni 2009 kl 13:00
Jens Marius Poulsen setur mentanarnáttina - 5. juni 2009 kl 18:00
Riddarakrossur frá 200 - 5. juni 2009 kl 18:30
Millum menn og kvinnur í Havn - 5. juni 2009 kl 16:00-22:00
Livandi list - 5. juni 2009 kl 20:00
100 ár – 1000 sár - 5. juni 2009 kl 24:00
Undirbeat á mentanarnáttini - 6. juni kl 01:00-04:00
Funky Orka! - 4. mai 2009 kl 14:00
Heimstónar - 29. mai 2009 kl. 19:00
Djóradagar í Havnardali - 23.-24. mai 2009
Bjór til Havnar - 12. mai 2009 kl 15:00-16:00
The Sky is Opening - 12. mai 2009 kl 15:00-16:00
Hanne-Vibeke Holst - 11. mai 2009 kl 19:30
ORKA og Eivør - 9. mai 2009 kl 21:00
Várkonsert við Havnarkórinum - 3. mai 2009 kl 16:00
Flaggdagsrenning - 25. apríl 2009 kl 16:00
Vársól - Filmsstevna í Havn - 20.-26. apríl 2009
Magnus Musikus vitjar symfoniorkestrið - 23. april 2009 kl 10:00-11:00
Sløkkið ljósið og síggið stjørnurnar - 28. mars 2009 kl 20:00-21:30
Latið ei søguna doyggja... - 20. mars 2009 kl 13:00
Menn, ið hata kvinnur - 27. februar 2009 kl 19:00
Føroyar og Firenze - 27. februar 2009
The Wall til Havnar - 21. februar 2009 kl. 16:00
Unglingar telva NM í Havn - 12.-14. februar 2009
Geronimo 100 - 14. februar 2009 kl. 13:45
Vetrarjazzur - 30.-31. januar 2009
Ein havnarmaður skrivar dagbók - 29. januar 2009 kl 16:00
Mastra-skari í regni - 10. januar 2009 kl. 20:00
Jólakonsert við Føroya Symfoniorkesturi og 150 børnum - 7. desember 2008 kl. 16:00-18:00
Bókadagar á Reinsarínum í Tórsgøtu - 4. desember 2008 kl. 20:00-23:00
Búmerkið avdúkað - 27. november 2008
Hava vit tað ikki gott? - 27. november 2008
Fólkavald kommuna í 100 ár - 27. november 2008
Um búmerkið
Búmerkið er talið 100, ið er aldurin, sum fólkavalda Tórshavnar kommuna kann hátíðarhalda í 2009. Les meira
Søguligt baksýni
Við danskari ríkisdagslóg frá 1866 gjørdist Havnin fyrsta kommunan í Føroyum. Millum teir seks stýrislimirnar var fútin, ið hevði fastan sess. Les meira