Hugurin at skoyta er stórur í ár, og tað fegnast vit um í kommununi. Tískil hava vit eisini valt at leingja upplatingina, soleiðis at tú kanst skoyta vikuna út til og við sunnudagin 24. januar.
Kunna teg um upplatingartíðir og reglurnar her:
Fjarhitagrevstur á Dalavegnum hevur við sær, at eingin gjøgnumkoyring verður frá Doktara Jakobsens gøtu til Jóannesar Paturssonar gøtu.
Somuleiðis fer eitt umvælingararbeiði við Skriðubakka og Krossgøtu í Kaldbak at ávirka ferðsluna í økinum.
Kunna teg nærri á síðu okkara um veg- og grevstrararbeiði í gerð.
Smittutrýstið er rættiliga stórt, og vandi er fyri, at enska útgávan av koronu fær fastatøkur í Føroyum.
Allir borgarar mugu tí brúka masku og halda frástøðu í bussum og vísa neyðug fyrilit á ellis- og røktarstovnum, dagstovnum og skúlum.
Skoytubreytin er væl vitjað í ár, og tað fegnast vit um. Vit hava tí valt at leingja upplatingina, soleiðis at breytin er opin til og við sunnudagin 24. januar.
Seinastu tvey árini hava Hugskotið og Visit Tórshavn skipað fyri átakinum Nýskapan í ferðavinnuni, sum hevur stimbrað undir menningina av nógvum nýggjum fyritøkum í ferðavinnuni. Í ár er átakið málrættað ferðavinnuni í Nólsoy,
Nú arbeiðið at grava av til langhylin er byrjað, er parkeringin í økinum umskipað.
Fyrsta mál á skránni, tá tingfundurin byrjaði nú seinnapartin, var samtykt av farloyvi til Heðin Mortensen, sum hevur tikið við sessinum sum borgarstjori í Tórshavnar kommunu.
Heðin Mortensen segði, at við ársbyrjan tók hann við sum borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, og stutt eftir tók hann eisini við sum formaður fyri Føroya Kommunufelag. Av somu orsøk fer hann nú í farloyvi úr løgtinginum.
Nýggja býráðið hevur havt fyrsta fundin, sum var ein eyka býráðsfundur hóskvøldið í farnu viku. Sjey nýggj andlit eru at síggja í býráðnum.
Í ár gongur innskrivingin í skúla og frítíðarskúla fyri seg í talgildu bókingarskipanini BARN.
Her kanst tú lesa um, hvat tú skalt hava klárt fyri at rita inn í skipanina, og hvussu tú ber teg at við at skriva títt barn inn í skúla ella frítíðarskúla.
Tórshavnar býráð samtykti á fundi 17. desember 2020 uppskot til nýggja serstaka byggisamtykt fyri Fossdalsgjógv, matr. nr. 49, Velbastaður.