Eitt undur á Tjóðpallinum24. oktober 2009 kl 19:00

Heimsfrumsýning verður á Tjóðpalli Føroya 24. oktober 2009, tá spildurnýggi føroyski sjónleikurin Aftan á Undrið eftir Jóanes Nielsen verður sýndur fyrstu ferð.

Hetta er aðru ferð Jóanes Nielsen roynir seg sum leikhøvund. Fyrru ferð var Eitur nakað land Week-end?, sum Gríma setti upp í 2001, og sum vann Norðulendsku Dramatikaravirðislønina í 2002.

Í hesum leikinum roynir Jóanes nýggjar leiðir. Aftan á Undrið flytir seg alla tíðina millum veruleika og dreym, og er at kalla meira absurdur og dreymakendur.

Leikurin er um tólv ára gamla Dávid (Kristina Sørensen Ougaard), sum hevur svull á heilanum, og skal royna at sættast við støðuna. Leikurin fylgir Dávidi og hansara hugsanum og dreymum um familjuna, lívið, deyðan og – Pinocchio!

Í dreymunum er Dávid Pinocchio, sum ikki er ein trædukka longur, men er blivin ein ordiligur drongur. Og eins og Dávid roynir Pinocchio at sættast við, hvat tað er at vera menniskja.

Leikurin flytur seg millum hesar báðar heimarnar, tann veruliga og dreymin, og tað er ikki altíð lætt at síggja mun á. Verur úr Pinocchio-søguni blanda seg uppí veruleikan, og hjálpa Dávidi at finna seg sjálvan í einum hurlivasa av kenslum, fantasii og dreymum.

Leikstjóri og pallmyndari eru úr Íslandi. Guðjón Pedersen hevur í eini tjúgu ár verið ein av kendastu og best umtóktu leikstjórum í landinum. Hann var stjóri í Borgarleikhúsinum í Reykjavík í átta ár, og hevur eisini starvast uttanlanda, m.a. í Svøríki, Finnlandi og Kekkia. Elín Edda Árnadóttir hevur starvast á flest øllum leikhúsum í Íslandi, sum pall- og búnasniðgevi seinastu 20 árini. Millum annað saman við Guðjón Pedersen í Svøríki, Þjóðleikhúsinum, Borgarleikhúsinum og Frú Emilia.

Spildurnýggjur tónleikur er skrivaður til leikin, og er tað BUDAM ið stendur fyri tí partinum.

Leikararnir eru eitt bland av gomlum kenningum og nýggjum spírum. Kristina O. Sørensen, sum er útbúgvin á The Place og London Drama Centre og var við í Café Grugg í 2007; Durita Dahl Andreassen og Mariann Hansen leika fyri fyrstu ferð á Tjóðpallinum, og millum tey kendu andlitini eru Birita Mohr, Bárður Persson, Barbara Christophersen, Katarina Nolsøe og Hans Tórgarð.

Árni Baldvinsson stendur fyri ljósinum, Katrin Bonde ger búnar, Marjun Olsen og Drós Djurhuus standa fyri hári, sminku og maskum. Tónleikarar eru Rógvi á Rógvu og Búi Egason Dam.

Jenny C. Petersen er stjóri á Tjóðpalli Føroya.

Tjóðpallur Føroya er settur á stovn við Løgtingslóg nr. 68 frá 2. mai 2003. Hann avloysir Leikpall Føroya, sum varð stovnaður í 1989 og sum skuldi breiða vegin fyri Tjóðpallinum. Yrkisleiklistin í Føroyum hevði fram til stovnssetanina av Leikpallinum virkað burturav í og rundanum Leikbólkin Grímu, sum byrjaði sítt virksemi í 1975.

Tjóðpallurin virkar undir leiðslu av stjóranum, sum hevur ábyrgd av øllum virksemi. Afturat stjóranum eru fleiri starvsfólk knýtt at Tjóðpallinum.

Sambært grein 5 í lógini skal Tjóðpallur Føroya í virksemi sínum leggja dent á føroysk verk á dygdargóðum listaligum støði eins og stovnurin skal framføra klassisk so væl sum nútímans altjóða verk.

Eisini skal pallurin geva borgarunum í øllum landinum eitt breitt og dygdargott tilboð av leiklist - sjónleiki so væl sum aðrari palllist. Pallurin skal tryggja sjónleikarum, dansarum og øðrum leikhússtarvsfólki hóskandi arbeiðsmøguleikar til tess at menna yrkisførleikar teirra, skal skipa fyri leiklistaligum útbúgvingum og eftirútbúgvingum og fremja og menna yrkis- og áhugaleiklistina í Føroyum.

Hilmar Jan Hansen tók myndina av Jóanesi Nielsen.

 

Fagnaðarkvøða - 9. januar 2010 kl 19:30
Simme og tey fáa heiðursskjal - 10. desember 2009
Tey av Kamarinum fáa heiðursskjal - 10. desember 2009
Havnar søga fram til 1909 - 10. desember 2009 kl 17:00
Adventshugni í Kollafirði - 6. desember 2009 kl 16:00
Jóla- og familjukonsert - 6. desember 2009 kl 14:00+17:00
Sporini vaksa úr orðum - 3. desember 2009 kl 20:00
Ingálvur í nýggjum perspektivi - 27. november 2009 kl 17:00
Kastellið, sum fór í luftina - 27. november 2009
Skapanin í Ebenezer og Norðurlandahúsinum - 21. november 2009 kl 19:00
Havnar Fimleikafelag 100 - 13. november 2009
Traðkaðu fólkinum slóð - 12. november 2009 kl 16:00
Nólsoyar søga løgd fram - 12. november 2009 kl 15:00
Einleikarafelag Føroya - 7. november 2009 kl 16:00
Frelsunarherurin 85 ár - 25. oktober 2009 kl 16:00
Oh-hoy! Børn seta mentan á dagsskrá - 17. oktober 2009
Býráðslimir í Tórshavn síðan 1909 - 9. oktober 2009 kl 16:00
Móttøka fyri Havnar Bóltfelag - 3. oktober 2009 kl 18:30
Renning í Havn - 2. oktober 2009 kl 14:00
Heystkonsert - 27. september 2009 kl 16:00
Gentan, ið spældi við eld - 18. september 2009
Smábátar á Vestaruvág - 17. september 2009 kl 14:00
Morgan 100 í Havn - 14. september 2009 kl 12:00
Ættarbandið - 12. september 2009 kl 16:00
4.48 Psykosis - 12. september 2009
Tannlæknastovan 50 ár sum kommunalur stovnur - 11. september 2009 15:00-17:00
Havnin á YouTube - 10. september 2009 kl 14:00
LIST Í 3. - 1.-18. september 2009
Tórshavnar Marathon 2009 - 6. september 2009
Eg vil hava trøllini fram aftur! - 27. august 2009
20 ára samstarv við Nashville - 29. august 2009
Tónleikavinnudagur í Sjónleikarhúsinum - 27. august 2009
Matarlist í miðbýnum - 22. august 2009
Tórshavnar Matfestivalur - 22. august 2009 kl 14:00
Klæði, ið skapa føroyingin - 21. august 2009
Klæði, ið skapa føroyingin - 21. august 2009
Móti og mentan í Müllers pakkhúsi - 21.august 2009 kl 16:00
Nólsoyarmálarin - 15.-16. august 2009
Gluggaglæma - 13.-16. august 2009
Í bát at síggja land... - 16. august 2009 kl 08:00-19:00
Postkort úr Havn - 28. juli 2009 kl 20:00
Oggi í Snarskivuni - 16. juli-24. august 2009
Lívsins Landslag - 19. juli-16. august 2009
Bananlemonada - 23. juli-5. august 2009
Ingálvur í Degnshúsi - 28. juli 2009 kl 14:00
Ókendu Føroyar - 27. juli 2009 kl 15:00
Westward Ho til Nólsoyar - 9. august 2009 kl 14:00 + 16:00
Havnin – heimið – heimurin í 100 ár - 28. juli 2009 kl 17:00
Listavirðisløn í mentanargøtuni - 29. juli 2009 kl 14:00
Ólavsøkukantatan 2009 - 29. juli 2009 kl 12:00
Jógvan Arge setur ólavsøkuna - 28. juli 2009 kl 14:00
Futt í býin - 27. juli 2009 kl 20:00
Ólavsøkurenning 2009 - 27. juli 2009 18:00-19:30
Kasta breyð títt út á vatnið... - 26. juli 2009 kl 22:00
Havnarløg - 26. juli 2009 kl 16:00
Pietá - 25. juli-1. august 2009
Koloni Box - 3.-21. juli 2009
við Múrin - 16.-18. juli 2009
Íslendska Kristjana syngur jazz á Reinsarínum - 15. juli 2009 kl 20:00
Sangskeið og konsert við Kristjanu Stefánsdóttir - 11.-12. juli 2009
Meldurtíð við Una Arge - 10. juli 2009 kl 16:00
Asfalt í býnum! - 3.- 4. juli 2009
Tíðarbil - 5. juni 2009 kl. 22:00
Ingun Hansen í Snarskivuni - 4. juni 2009 kl 16:00
Ein gongutúrur í Havn - 27. juni 2009 kl 12:30
Býarløg - 5. juni 2009 kl 19:00
Summarsólstøður - 20. juni 2009 kl 21:00
100 ár við prædikum - 20. juni 2009 kl 20:30-21:00
Dollin í Tórsfagnaði - 20. juni 2009 kl 19:00-20:00
Ókeypis landsdystur - 20. juni 2009 kl 18:00
Atlantic Rhapsody. Ein dagur í Havn fyri 20 árum síðani - 20. juni 2009 kl 15:30 og 17:15
Tórgarð í Tórsfagnaði - 20. juni 2009 kl 15:15-16:15
Ragnar í Tórsfagnaði - 20. juni 2009 kl 13:00-14:00
FAROE5 í Tórsfagnaði - 20. juni 2009 kl 13:00-14:00
Hundrað metrar av kaku - 10:30-15:00
Kyrra - 19. juni 2009
Tilhaldið á Tórsbreyt - 16-17. juni 2009
Havnarsøgur á dvd - 16. juni 2009
Grafiskur verkstaður í 10 ár - 13. juni 2009 kl 16:00
Karius og Baktus í Grasagarði - 5. juni 2009 kl 14:00-17:00
Gamla Reinsarí í nýggjum hami - 5. juni 2009 kl. 10:00-17:00+20:30-24:00
Túnabóltur á Vaglinum - 5. juni 2009 kl 10:00 + 18:00
Súkklurnar fram - 5. juni 2009 kl 13:00
Jens Marius Poulsen setur mentanarnáttina - 5. juni 2009 kl 18:00
Riddarakrossur frá 200 - 5. juni 2009 kl 18:30
Millum menn og kvinnur í Havn - 5. juni 2009 kl 16:00-22:00
Livandi list - 5. juni 2009 kl 20:00
100 ár – 1000 sár - 5. juni 2009 kl 24:00
Undirbeat á mentanarnáttini - 6. juni kl 01:00-04:00
Funky Orka! - 4. mai 2009 kl 14:00
Heimstónar - 29. mai 2009 kl. 19:00
Djóradagar í Havnardali - 23.-24. mai 2009
Bjór til Havnar - 12. mai 2009 kl 15:00-16:00
The Sky is Opening - 12. mai 2009 kl 15:00-16:00
Hanne-Vibeke Holst - 11. mai 2009 kl 19:30
ORKA og Eivør - 9. mai 2009 kl 21:00
Várkonsert við Havnarkórinum - 3. mai 2009 kl 16:00
Flaggdagsrenning - 25. apríl 2009 kl 16:00
Vársól - Filmsstevna í Havn - 20.-26. apríl 2009
Magnus Musikus vitjar symfoniorkestrið - 23. april 2009 kl 10:00-11:00
Sløkkið ljósið og síggið stjørnurnar - 28. mars 2009 kl 20:00-21:30
Latið ei søguna doyggja... - 20. mars 2009 kl 13:00
Menn, ið hata kvinnur - 27. februar 2009 kl 19:00
Føroyar og Firenze - 27. februar 2009
The Wall til Havnar - 21. februar 2009 kl. 16:00
Unglingar telva NM í Havn - 12.-14. februar 2009
Geronimo 100 - 14. februar 2009 kl. 13:45
Vetrarjazzur - 30.-31. januar 2009
Ein havnarmaður skrivar dagbók - 29. januar 2009 kl 16:00
Mastra-skari í regni - 10. januar 2009 kl. 20:00
Jólakonsert við Føroya Symfoniorkesturi og 150 børnum - 7. desember 2008 kl. 16:00-18:00
Bókadagar á Reinsarínum í Tórsgøtu - 4. desember 2008 kl. 20:00-23:00
Búmerkið avdúkað - 27. november 2008
Hava vit tað ikki gott? - 27. november 2008
Fólkavald kommuna í 100 ár - 27. november 2008
Um búmerkið
Búmerkið er talið 100, ið er aldurin, sum fólkavalda Tórshavnar kommuna kann hátíðarhalda í 2009. Les meira
Søguligt baksýni
Við danskari ríkisdagslóg frá 1866 gjørdist Havnin fyrsta kommunan í Føroyum. Millum teir seks stýrislimirnar var fútin, ið hevði fastan sess. Les meira