Nólsoyar søga løgd fram12. november 2009 kl 15:00
Hósdagin 12. november 2009 kl 15:00 verða tær báðar bøkurnar Nólsoy søgubrot og fólk 1 og 2 lagdar fram í Posthúskjallaranum hjá Tórshavnar kommunu í Tórsgøtu.

- Hetta er føðingardagsgáva frá Nólsoy til Tórshavnar kommunu, sum í ar fyllir 100, sigur Egon Hansen rithøvundur, sum verður til staðar tá bøkurnar verða lagdar fram.

Egon hevur seinastu árini savnað tilfar til bók um Nólsoy og er komin fram á nógvar áhugaverdar upplýsingar.

Fyrsti maður, ið búsettist á Nólsoynni æt Nól. Av honum fekk oyggin navnið Nólsoy. Søgnin sigur, at Gøtuskeggjar áttu Nólsoynna og høvdu seyð gangandi á henni.

Søgnin sigur eisini, at ein skotsk kongsdóttir hevur búð í Nólsoy. Hon skuldi vera komin við barn við einum aðalsmanni, sum pápin var illa í øgn við. Tey flýddu undan honum og búsettust í Korndali.

Í gomlum døgum varð helvtin av ognarjørðini seld orsakað av lógarbroti móti kirkjulógunum, og tí seldu kirkjumyndugleikarnir ¼ av jørðini, 12 merkur, til aðalsættirnar Benkestok og Rosenkrands við 275 áseyðum og 6 kúm. ¼ av haganum verður tí nevndur Junkarshagin.

Navnframi bátasmiðurin Johan Danielsen í Garði skuldi smíða næstan 1000 bátar í sínum langa lívi. Seinasta bátin, hann hevði eina hond í var, tá hann, farin um tey 90, spann síggið.

Tá ið viðurin til nýggja skúlan í 1836 skuldi førast úr Havn til Nólsoyar, hendi tann syrgiliga vanlukka, at báturin, ið førdi viðin og hevði ein flaka afturúr, gekk burtur í Nólsoyarfirði. 5 menn sjólótust á bátinum.

Tíðliga ein morgun læt eitt stórt fransaskip akkerið falla út fyri Nólsoyarvík. Ránsmenninir settu bátarnar á skipinum út og róðu í land. Flestir teirra fóru í hagan at ræna neyt og seyð. Teir høvdu fingið fatur á øllum neytunum í bygdini og rikið tey oman í fjøruna, har tey vórðu avlívað og førd um borð. Bert ein kúgv var eftiri í oynni.

Egon Hansen er føddur í Nólsoy 10. juli 1947. Hann tók læraraprógv í 1971 og varð settur í starv sum lærari við Føroya Spesialskúla. Í Århus 1976 tók hann prógv sum tali- og hoyrilærari og varð í 1979 settur sum tali- hoyriráðgevi í Sernámsráðgevingini. Hann hevur skrivað søguliga ritið um Nólsoyar kirkju, Kirkjan á Tanganum. Egon Hansen hevur við hesi bók lagt ein stein aftrat tí søguvarða, aðrir skrivandi nólsoyingar, ið undan eru farnir, hava laðað, okkum til vegvísingar. 

Skrá fyri bókaframløgu:

Heðin Mortensen, borgarstjóri, bjóðar vælkomin

Egon Hansen, rithøvundur, handar borgarstjóranum fyrstu eintøkini av Nólsoy søgubrot og fólk 1 og 2

Felagssangur: Nólsoyarsangurin/Nólsoyarvalsurin.
Kim Hansen hevur fylgispælið

Egon Hansen, rithøvundur, leggur bøkurnar
Nólsoy søgubrot og fólk 1 og 2 fram

Undir framløguni er ókeypis kaffi, te, djús og smákøkur at fáa. Eftir framløguna ber til at ogna sær bøkurnar, við heilsan frá høvundanum. Kim Hansen spælir tónleik eftir framløguna.

Tiltakið er alment!
Fagnaðarkvøða - 9. januar 2010 kl 19:30
Simme og tey fáa heiðursskjal - 10. desember 2009
Tey av Kamarinum fáa heiðursskjal - 10. desember 2009
Havnar søga fram til 1909 - 10. desember 2009 kl 17:00
Adventshugni í Kollafirði - 6. desember 2009 kl 16:00
Jóla- og familjukonsert - 6. desember 2009 kl 14:00+17:00
Sporini vaksa úr orðum - 3. desember 2009 kl 20:00
Ingálvur í nýggjum perspektivi - 27. november 2009 kl 17:00
Kastellið, sum fór í luftina - 27. november 2009
Skapanin í Ebenezer og Norðurlandahúsinum - 21. november 2009 kl 19:00
Havnar Fimleikafelag 100 - 13. november 2009
Traðkaðu fólkinum slóð - 12. november 2009 kl 16:00
Einleikarafelag Føroya - 7. november 2009 kl 16:00
Frelsunarherurin 85 ár - 25. oktober 2009 kl 16:00
Eitt undur á Tjóðpallinum - 24. oktober 2009 kl 19:00
Oh-hoy! Børn seta mentan á dagsskrá - 17. oktober 2009
Býráðslimir í Tórshavn síðan 1909 - 9. oktober 2009 kl 16:00
Móttøka fyri Havnar Bóltfelag - 3. oktober 2009 kl 18:30
Renning í Havn - 2. oktober 2009 kl 14:00
Heystkonsert - 27. september 2009 kl 16:00
Gentan, ið spældi við eld - 18. september 2009
Smábátar á Vestaruvág - 17. september 2009 kl 14:00
Morgan 100 í Havn - 14. september 2009 kl 12:00
Ættarbandið - 12. september 2009 kl 16:00
4.48 Psykosis - 12. september 2009
Tannlæknastovan 50 ár sum kommunalur stovnur - 11. september 2009 15:00-17:00
Havnin á YouTube - 10. september 2009 kl 14:00
LIST Í 3. - 1.-18. september 2009
Tórshavnar Marathon 2009 - 6. september 2009
Eg vil hava trøllini fram aftur! - 27. august 2009
20 ára samstarv við Nashville - 29. august 2009
Tónleikavinnudagur í Sjónleikarhúsinum - 27. august 2009
Matarlist í miðbýnum - 22. august 2009
Tórshavnar Matfestivalur - 22. august 2009 kl 14:00
Klæði, ið skapa føroyingin - 21. august 2009
Klæði, ið skapa føroyingin - 21. august 2009
Móti og mentan í Müllers pakkhúsi - 21.august 2009 kl 16:00
Nólsoyarmálarin - 15.-16. august 2009
Gluggaglæma - 13.-16. august 2009
Í bát at síggja land... - 16. august 2009 kl 08:00-19:00
Postkort úr Havn - 28. juli 2009 kl 20:00
Oggi í Snarskivuni - 16. juli-24. august 2009
Lívsins Landslag - 19. juli-16. august 2009
Bananlemonada - 23. juli-5. august 2009
Ingálvur í Degnshúsi - 28. juli 2009 kl 14:00
Ókendu Føroyar - 27. juli 2009 kl 15:00
Westward Ho til Nólsoyar - 9. august 2009 kl 14:00 + 16:00
Havnin – heimið – heimurin í 100 ár - 28. juli 2009 kl 17:00
Listavirðisløn í mentanargøtuni - 29. juli 2009 kl 14:00
Ólavsøkukantatan 2009 - 29. juli 2009 kl 12:00
Jógvan Arge setur ólavsøkuna - 28. juli 2009 kl 14:00
Futt í býin - 27. juli 2009 kl 20:00
Ólavsøkurenning 2009 - 27. juli 2009 18:00-19:30
Kasta breyð títt út á vatnið... - 26. juli 2009 kl 22:00
Havnarløg - 26. juli 2009 kl 16:00
Pietá - 25. juli-1. august 2009
Koloni Box - 3.-21. juli 2009
við Múrin - 16.-18. juli 2009
Íslendska Kristjana syngur jazz á Reinsarínum - 15. juli 2009 kl 20:00
Sangskeið og konsert við Kristjanu Stefánsdóttir - 11.-12. juli 2009
Meldurtíð við Una Arge - 10. juli 2009 kl 16:00
Asfalt í býnum! - 3.- 4. juli 2009
Tíðarbil - 5. juni 2009 kl. 22:00
Ingun Hansen í Snarskivuni - 4. juni 2009 kl 16:00
Ein gongutúrur í Havn - 27. juni 2009 kl 12:30
Býarløg - 5. juni 2009 kl 19:00
Summarsólstøður - 20. juni 2009 kl 21:00
100 ár við prædikum - 20. juni 2009 kl 20:30-21:00
Dollin í Tórsfagnaði - 20. juni 2009 kl 19:00-20:00
Ókeypis landsdystur - 20. juni 2009 kl 18:00
Atlantic Rhapsody. Ein dagur í Havn fyri 20 árum síðani - 20. juni 2009 kl 15:30 og 17:15
Tórgarð í Tórsfagnaði - 20. juni 2009 kl 15:15-16:15
Ragnar í Tórsfagnaði - 20. juni 2009 kl 13:00-14:00
FAROE5 í Tórsfagnaði - 20. juni 2009 kl 13:00-14:00
Hundrað metrar av kaku - 10:30-15:00
Kyrra - 19. juni 2009
Tilhaldið á Tórsbreyt - 16-17. juni 2009
Havnarsøgur á dvd - 16. juni 2009
Grafiskur verkstaður í 10 ár - 13. juni 2009 kl 16:00
Karius og Baktus í Grasagarði - 5. juni 2009 kl 14:00-17:00
Gamla Reinsarí í nýggjum hami - 5. juni 2009 kl. 10:00-17:00+20:30-24:00
Túnabóltur á Vaglinum - 5. juni 2009 kl 10:00 + 18:00
Súkklurnar fram - 5. juni 2009 kl 13:00
Jens Marius Poulsen setur mentanarnáttina - 5. juni 2009 kl 18:00
Riddarakrossur frá 200 - 5. juni 2009 kl 18:30
Millum menn og kvinnur í Havn - 5. juni 2009 kl 16:00-22:00
Livandi list - 5. juni 2009 kl 20:00
100 ár – 1000 sár - 5. juni 2009 kl 24:00
Undirbeat á mentanarnáttini - 6. juni kl 01:00-04:00
Funky Orka! - 4. mai 2009 kl 14:00
Heimstónar - 29. mai 2009 kl. 19:00
Djóradagar í Havnardali - 23.-24. mai 2009
Bjór til Havnar - 12. mai 2009 kl 15:00-16:00
The Sky is Opening - 12. mai 2009 kl 15:00-16:00
Hanne-Vibeke Holst - 11. mai 2009 kl 19:30
ORKA og Eivør - 9. mai 2009 kl 21:00
Várkonsert við Havnarkórinum - 3. mai 2009 kl 16:00
Flaggdagsrenning - 25. apríl 2009 kl 16:00
Vársól - Filmsstevna í Havn - 20.-26. apríl 2009
Magnus Musikus vitjar symfoniorkestrið - 23. april 2009 kl 10:00-11:00
Sløkkið ljósið og síggið stjørnurnar - 28. mars 2009 kl 20:00-21:30
Latið ei søguna doyggja... - 20. mars 2009 kl 13:00
Menn, ið hata kvinnur - 27. februar 2009 kl 19:00
Føroyar og Firenze - 27. februar 2009
The Wall til Havnar - 21. februar 2009 kl. 16:00
Unglingar telva NM í Havn - 12.-14. februar 2009
Geronimo 100 - 14. februar 2009 kl. 13:45
Vetrarjazzur - 30.-31. januar 2009
Ein havnarmaður skrivar dagbók - 29. januar 2009 kl 16:00
Mastra-skari í regni - 10. januar 2009 kl. 20:00
Jólakonsert við Føroya Symfoniorkesturi og 150 børnum - 7. desember 2008 kl. 16:00-18:00
Bókadagar á Reinsarínum í Tórsgøtu - 4. desember 2008 kl. 20:00-23:00
Búmerkið avdúkað - 27. november 2008
Hava vit tað ikki gott? - 27. november 2008
Fólkavald kommuna í 100 ár - 27. november 2008
Um búmerkið
Búmerkið er talið 100, ið er aldurin, sum fólkavalda Tórshavnar kommuna kann hátíðarhalda í 2009. Les meira
Søguligt baksýni
Við danskari ríkisdagslóg frá 1866 gjørdist Havnin fyrsta kommunan í Føroyum. Millum teir seks stýrislimirnar var fútin, ið hevði fastan sess. Les meira