Ítrótta- og fimleikahallir

Í Tórshavnar kommunu eru sjey ítróttahallir og sjey fimleikarhallir.

Kommunan eigur fýra ítróttahallir, Høllina á Hálsi (tvær), Hoyvíkshøllina, Badmintonhøllina, Ítróttahøllina í Kollafirði, umframt Høllina á Argjahamri. Gundadalshøllina eiga ítróttafeløgini Neistin, Kyndil og Fleyr í felag.

Tey, sum ætla sær at leiga hallirnar, skulu venda sær til Ítróttaanlegg – www.itrott.fo

Fimleikahallirnar eru allar kommunalar og verða í dagtímunum serliga brúktar av skúlum. Fimleikahøllin Fimi í Gundadali varð tikin í nýtslu í mai 2010. Harumframt eru Høllin á Stórheyggi og hallirnar í Argja Skúla, Eysturskúlanum, Hoyvíkar Skúla, Skúlanum við Løgmannabreyt, Kollafjarðar skúla og Sankta Frans skúla.

Uttan fyri skúlatíð verða hallirnar leigaðar út til ymiskt ítróttavirksemi – sí nærri á www.itrott.fo  

 

Fimleikarhallir
Argja skúli
Eysturskúlin
Hoyvíkar skúli
Kollafjarðar skúli
Sankta Frans skúli
Skúlin á Argjahamri
Skúlin við Løgmannabreyt
Venjingarskúlin / Høllin á Stórheyggi
Fimi
Nólsoyar skúli
Ítróttahallir
Høllin á Hálsi
Hoyvíkshøllin
Badmintonhøllin
Fimleikarhøllin FIMI
Høllin á Argjahamri
Ítróttahøllin í Kollafirði

Ítróttaanlegg
www.itrott.fo

Tel. 29 14 70
t-post: itrott@torshavn.fo