Søguligt baksýni

Við danskari ríkisdagslóg frá 1866 gjørdist Havnin fyrsta kommunan í Føroyum.

Millum teir seks stýrislimirnar var fútin, ið hevði fastan sess.

Hinar føroysku kommunurnar bygdu á kommunulógina frá 1872, ið ásetti, at allir stýrislimir skuldu veljast. Havnin vildi eisini eiga lut í hesi lóggávu. Eftir ár 1900 kom nýggj býráðslóg fyri Havnina.

Tilgongdin gjørdist drúgv, tí nú fingu eisini kvinnur og ognarleys atkvøðurætt.

Eftir at kvinnur í 1908 fingu kommunalan atkvøðurætt í danska ríkinum, varð nýggj lóg um Tórshavnar bý samtykt í ríkisdegnum at galda frá 1. januar 1909.

Fútin misti fasta kommunala sessin, og nú vórðu øll vald á fólkaræðisligan hátt.

Kvinnur og ognarleys fingu á fyrsta sinni rætt at velja og stilla upp til val í Havn. Hetta val varð hildið 27. november 1908. Samstundis fekk Havnin keypstaðarrættindi. Valda býráðsstýrið tók við 1. januar 1909.

Um búmerkið
Búmerkið er talið 100, ið er aldurin, sum fólkavalda Tórshavnar kommuna kann hátíðarhalda í 2009. Les meira