Tórshavnar kommuna 100 ár

Nú Tórshavnar kommuna hevur verið fólkavald kommuna í 100 ár, verður hátíðarhald.

Fyrsta tiltak verður 27. november 2008. Tá eru 100 ár, síðani fyrsta fólkaræðisliga kommunuvalið var í Havn. Henda dag fer ein stjórnmálafrøðingur at hugleiða um 100 ár við fólkaræði í Havn. Samstundis verða myndir av valdu býráðslimunum sýndar fram.

Sjálvt føðingardagsárið, 2009, verður fylt við tiltøkum at hátíðarhalda kommunala fólkaræðið.

Ein heimasíða verður gjørd, har øll fólk í kommununi kunnu leggja myndir og skriva søgur. Umframt at verða ein afturlítandi goymsla, verður nútímans tøkni brúkt at sýna privatu søguna hjá okkara borgarum í myndum og teksti. Talgilda tilfarið verður liggjandi og vaksandi í vavi.

Samstarvað verður við Føroya Symfoniorkestur, sum á nýggjárskonsertini 2009 fer at framføra tónleikaverk, sum Tórshavnar kommuna hevur bílagt undir heitinum “Mastra-skari í regni”. Tá umræður tekstin, er upphavsmaðurin William Heinesen, annar av tveimum heiðursborgarum í Havn. Tónaskaldið er Atli Kárason Petersen. Konsertin verður send beinleiðis í Kringvarpinum.

Ljós verður aftur varpað á hundrað ára haldið saman við Føroya Symfoniorkestri, barnakóri úr Kommunuskúlanum og íslendska rokkorkestrinum Dúndurfréttir 21. februar 2009, tá 30 ára gamla tónleikaverkið “The Wall” eftir Pink Floyd verður framført í Norðurlandahúsinum. Kjarnin í verkinum er sjálvsagdur, tá vit hugsa um fólkaræði og samstundis lata tað klassiska og tað fólksliga renna saman í eini fagnaðarkonsert, ið setur hin einstaka í fólkaræðisligt ljós, innan og uttan fyri múrarnar.

Seinni í 2009 verður kaffiborð og big band tónleikur í Tórsgøtu og við havnalagið, har sjónleikahús, spælistøð, miðlahús og kaffistovur eru. Men býurin er størri enn so.

Kommunan røkkur jú heilt úr Trøllhøvda, um Hest og Borðuna, heilt norður á Deild í Kollafirði. Allastaðni skulu borgarar í Tórshavnar kommunu sanna, at vit hava hundrað ár á baki sum fólkavald kommuna í 2009.
Um búmerkið
Búmerkið er talið 100, ið er aldurin, sum fólkavalda Tórshavnar kommuna kann hátíðarhalda í 2009. Les meira
Søguligt baksýni
Við danskari ríkisdagslóg frá 1866 gjørdist Havnin fyrsta kommunan í Føroyum. Millum teir seks stýrislimirnar var fútin, ið hevði fastan sess. Les meira