Fótbóltsvøllir

Fimm fótbóltsvøllir eru í kommununi: Ovari vøllur, Niðari vøllur og Tórsvøllur í Gundadali og vøllurin úti í Vika á Argjum, umframt Hoyvíksvøllur í Hoyvík.

Ítróttaanlegg www.itrott.fo umsitur allar fimm vøllirnar.

Ein og hvør kann læna fótbóltsvøllirnar, tá fótbóltsfeløgini ikki nýta teir. Er talan um stór tiltøk, er neyðugt at bíleggja vøllirnar hjá Ítróttaanleggum í góðari tíð.

Sokallaðir FIFA-sparkivøllir eru á ymiskum støðum í kommununi. Øllum stendur í boði á nýta vøllirnar.