Minni burturkast – betri mold
Minni burturkast – betri mold

Útivið 300 familjur fóru í fjør í holt við at gera sankutøð burturúr lívfrøðiligum burturkasti í Tórshavnar kommunu.

Her kanst tú lesa um, hvussu tú sjálv kanst vinna tær sankutøð og føðsluríka mold burturúr tínum burturkasti og samstundis vera við til at taka fet á grønu leiðini.

Minni burturkast og betri mold

Lurta
Til lesiveik
KUNNING
Grevstur ávirkar ferðsluna

Fjarhitagrevstur á Dalavegnum hevur við sær, at eingin gjøgnumkoyring verður frá Doktara Jakobsens gøtu til Jóannesar Paturssonar gøtu.

Somuleiðis fer eitt umvælingararbeiði við Skriðubakka og Krossgøtu í Kaldbak at ávirka ferðsluna í økinum.

Kunna teg nærri á síðu okkara um veg- og grevstrararbeiði í gerð.

Veg- og grevstrararbeiði í gerð

KORONA
Øll mugu vísa fyrilit og brúka masku í bussunum

Smittutrýstið er rættiliga stórt, og vandi er fyri, at enska útgávan av koronu fær fastatøkur í Føroyum.

Allir borgarar mugu tí brúka masku og halda frástøðu í bussum og vísa neyðug fyrilit á ellis- og røktarstovnum, dagstovnum og skúlum. 

Vísið fyrilit og brúkið masku

KUNNING
Broytt parkering við svimjihøllina í Gundadali

Parkeringin í økinum við Svimjihøllina í Gundadali er umskipað í sambandi við grevstri fyri komandi langhylinum.

Kunna teg nærri á síðu okkara um veg- og grevstrararbeiði í gerð.

Veg- og grevstrararbeiði í gerð

  • Vel alt
  • Bústaður og bygging
  • Býur og ferðsla
  • Dagstovnur og skúli
  • Vinna
  • Hoyringar, avgerðir og loyvir
  • Náttúra, mentan og frítíð
  • Persónlig viðurskifti
  • Politikkur og fólkaræði
  • Umsorgan og røkt
  • Heilsa
24. januar 2021
150 ára minningarløta fyri Poul Effersøe

Í dag eru 150 ár liðin, síðani Poul Effersøe varð borin í heim. Poul stovnaði Tvøroyarar Bóltfelag, elsta fótbóltsfelag í landinum, og í sambandi við runda dagin, tók TB stig til eitt minningarløtuna í gamla kirkjugarðinum á Svínaryggi í Havn, har Poul Effersøe liggur grivin.

22. januar 2021
Prógvhandan á Vinnuháskúlanum

Gott lag var á Vinnuháskúlanum í morgun, tá ið næmingarnir í einum skiparaflokki, einum skipsføraraflokki og einum maskinmeistararflokki fingu handað prógv í góðveðrinum.

21. januar 2021
Diana skal stjórna Demensdeplinum á Tjarnargarði

Diana P. Strøm er sett sum leiðari á demensdeplinum, sum er fyrsti av sínum slag í Føroyum.  Diana P Strøm er sjúkrarøktarfrøðingur og hevur arbeitt í Heilsu- og umsorganartænastuna síðan lokna útbúgving og seinastu árini sum deildarleiðari.

20. januar 2021
Stórur áhugi fyri ferðavinnuni í Nólsoy

Seinastu tvey árini hava Hugskotið og Visit Tórshavn skipað fyri átakinum Nýskapan í ferðavinnuni, sum hevur stimbrað undir menningina av nógvum nýggjum fyritøkum í ferðavinnuni. Í ár er átakið málrættað ferðavinnuni í Nólsoy,

19. januar 2021
Broytt parkering við Svimjihøllina

Nú arbeiðið at grava av til langhylin er byrjað, er parkeringin í økinum umskipað.

19. januar 2021
Heðin farin í farloyvi úr løgtinginum

Fyrsta mál á skránni, tá tingfundurin byrjaði nú seinnapartin, var samtykt av farloyvi til Heðin Mortensen, sum hevur tikið við sessinum sum borgarstjori í Tórshavnar kommunu.

Heðin Mortensen segði, at við ársbyrjan tók hann við sum borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, og stutt eftir tók hann eisini við sum formaður fyri Føroya Kommunufelag. Av somu orsøk fer hann nú í farloyvi úr løgtinginum.

Soleiðis minka vit um burturkastið og fáa betri mold
Umhvørvi
Soleiðis minka vit um burturkastið og fáa betri mold

Her kanst tú lesa um, hvussu tú vinnur tær góð sankutøð og dygdarmold burturúr tínum burturkasti, og hvussu tú samstundis kanst vera við til at taka fet á grønu leiðini.

Skúlainnskrivingin 2021
Skúli
Skúlainnskrivingin 2021

Í ár gongur innskrivingin í skúla og frítíðarskúla fyri seg í talgildu bókingarskipanini BARN. 

Her kanst tú lesa um, hvat tú skalt hava klárt fyri at rita inn í skipanina, og hvussu tú ber teg at við at skriva títt barn inn í skúla ella frítíðarskúla.

Nýggja heimasíðan hjá Tórshavnar kommunu
Nýggja heimasíðan
Nýggja heimasíðan hjá Tórshavnar kommunu

Tórshavnar kommuna hevur fingið nýggja heimasíðu. Far á kanningarferð á heimasíðuni ella les um nýggju hentleikarnar her.

ALMENN HOYRING
Nýggj serstøk byggisamtykt fyri Fossdalsgjógv

Tórshavnar býráð samtykti á fundi 17. desember 2020 uppskot til nýggja serstaka byggisamtykt fyri Fossdalsgjógv, matr. nr. 49, Velbastaður.

Almenn hoyring
Nýggj serstøk byggisamtykt fyri vindmyllur í Hoyvíkshaga

Tórshavnar býráð samtykti á fundi 29. oktober 2020 uppskot um nýggja serstaka byggisamtykt fyri vindmyllur í Hoyvíkshaga, partur av matr. nr. 139a, Hoyvík.

Almenn hoyring
Broyting í almennu byggisamtyktini fyri part av matr. nr. 894a, 894b og 913

Tórshavnar býráð samtykti á fundi 29. oktober 2020 uppskot um at broyta almennu byggisamtyktina fyri Tórshavnar kommunu fyri part av matr. nr. 894a, 894b og 913, Tórshavn.