Mentanarnáttin


Visit Tórshavn skipar í samstarvi við Tórshavnar kommunu fyri mentanarnátt í ár tann 1. juni. Skráin sæsr HER.

Síðani hon varð hildin fyrstu ferð í 2001, er Mentanarnáttin vorðin eitt fast afturvendandi tiltak í Havnini, og skráin og undirtøkan veksur hvørt ár.

Skráin er drúgv og fjølbroytt Mentanarnáttina. Tónleikatiltøk eru ymsastaðni í býnum, og stovnar og fyritøkur hava opið hús. Handlar í býnum hava opið til klokkan 23.00, og allar matstovur hava eisini opið.

Mentanarnáttin 2018 verður fríggjakvøldið 1. juni við nógvum forvitnisligum tiltøkum. Skráin sæst HER. Stovnar og virki lata dyrnar upp fyri almenninginum, søvnini eru opin, matstovur og gistingarhús spenna seg út og handlarnir hava leingi opið.

Livandi tónleikurin sermerkir eisini Mentanarnáttina bæði innan- og uttandura. Nógvastaðni í býnum er tónleikur at hoyra.

Hevur tú spurningar viðvíkjandi Mentanarnáttini ber altíð til at ringja til VisitTórshavn, tel. 30 24 25.


Skráin
Skráin Mentanarnáttina 2018 sæst HER.
Tórshavnar Marathon